týsdagur 24. juni 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góði pápi!
Vit vildu so fegin sloppið
at ynskt tær tillukku við
teimum 69 árunum. Tað
hevði verið so hugnaligt at
komið oman til tykkara, teg
og mammu, í føðingardag hjá
tær.
Tú hevði so nógvar ætl
anir, tá tú fórt frá sum lærari
á sumri 2012.
Ætlanir, tú tosaði um
líka til tað seinasta. Tað var
so spennandi og stuttligt
at hoyra, hvat tú ætlaði at
brúka tína pensionist tilveru
til.
Hóast herviliga sjúku, so
livdi tú í vónini - Hin vegin
vart tú ongantíð bangin fyri
at fara hiðani, tú vitsti at tú
fórt til eitt betri stað.
Tú vart eitt so sera rúm
ligt menniskja. Tú hoyrdi
til fólkakirkjuna, og vart
trúgvandi, men hjá tær vóru
veggirnir so víðir og rúmini
so stór, at eingin bygningur
slapp at seta nøkur mørk.
Tankar
vóru
ongantíð
nokk hjá tær, tú vísti í verki
hvønn tann einasta dag, at
fyri teg vóru onnur menn
iskju týdningarmiklari enn
tú. Hjá tær var eitt orð eitt
orð. Hevði tú sagt tað, so
gjørdi tú tað. Vit vitstu altíð,
at líkamikið hvat, so vart
tú kletturin, vit kundu lena
okkum uppat. Tú vart góður
við øll, álítandi, væl lýddur,
lagaligur, arbeiðssamur og
rúmligur.
Tú gjørdi so nógv fyri
okkum babba, og fyri okkara
børn - tíni abbabørn. Tað eru
vit tær sera takksom fyri.
Vit eru so glað fyri, at okkara
børn sluppu at uppliva teg og
skapa minnir um teg, sum tey
altíð fara at goyma í teirra
hjørtum. Ofta gloymir man
at siga takk. Vit áttu oftari
at víst, hvussu takksom vit
vóru og eru fyri tað, tú vart.
Tað er tómligt á Kirkjuvegi
og friðarligt nú eingi hamars
sløg frá tær hoyrast longur.
Útvarpið hjá tær í kjallaran
um er slóknað, og amboðini
liggja, har tú legði tey.
Tú og mamma góvu okk
um nógv í okkara ryggsekk,
sum vit mangan hava notið
gott av, og sum vit fara at
bera víðari í okkara lívi.
Takk fyri alt tú lærdi okk
um, takk fyri títt vit, tína
rúmligheit, títt tolsemi. Takk
fyri øll minnini. Takk fyri at
tú vart pápi okkara.
Eg gevi meg í Jesu hond,
eg ikki ráð skal sakna,
hann førir meg til lívsins
lond,
hvar allir stormar tagna.
um vit í moldum eru huld –
for Kristi skuld
vit lívsins morgun vakna.
Súnfríð, Jóhan og
Magdalena
Nakrir tankar til pápa okkara
Jóhan Hera Joensen
sum átti at fylt 69 ár leygardagin 14. juni
Føddur 14. juni 1945 * Deyður 10. august 2013
Tað stundar til Jóansøku, har
høvi verður at fáa ymiskar
upplivingar. Í ár verður so
ein av hesum uppplivingum
at koma á gátt í Ruth Smith
savninum – at síggja máln
ingalist eftir mætu ”merkisl
istarkvinnuna” Ruth- frá ein
ari sál, ið ikki gav grið, og sum
ongantíð kendi seg fullnøgda
við tey úrslit, íð fingin vóru,
men sum alsamt og uttan
steðg stevndi móti einum
ideali. Tó má ásannast, at hon
í stremban síni vann fram at
tí stórbæra innan listina - í tí
stutta lívinum henni untist –
bert 45 ár.
Seinasta ár 5.apríl vóru
100 ár liðin, síðani Ruth var
fødd. Hesin føðingardagur
var hildin alla viku 14. Fram
sýningar vóru av ymiskum
slagi, tónlistarlig innsløg við
spæli og sangi, fyrilestrar um
framtíðarlist og um Ruth.
Ein listarverkætlan, sum
setti bæði Ruth og lívsverk
hennara í hásæti, umframt
at nútíðarlistin eisini fekk
rúmd. Partur av verkætlanini
var at knýta saman felags
skapir í oynni um listarliga
arbeiðið, somuleiðis komu
fólk uttaneftir við øðrum og
nýggjum íblástri. Tiltakið var
lokalt við at samstarva við
musikkskúlan og Kirkjukórið
Ljóm, nationalt við at fáa
listafólk norðaneftir at hava
framsýning, og internationalt
við, at fólk uttanlands kom at
luttaka við framsýning.
Hetta var ein sera hend
ingarík vika- og ringt er at
taka nakað einstakt fram,men
løtan í gamla kirkjugarði
sjálvan
føðingardagin,
tá
minnispláta, sum Vágs býráð
gav yvir listasystkini, Ruth
og Willian, sum hvíla lið um
lið, var hjartanemandi. Tveir
sangir vóru sungnir, sum
eisini vóru sungnir, tá Ruth
fór til gravar, forkvinnan í
mentunarnevnd Vágs býráðs
- Sirið Stenberg helt røðu, og
systkinabarnið Ruth Nolsøe
avdúkaði plátuna.
Eisini løtan í savninum
aftaná var ógloymandi , tá
føðingardagurin var hildin,
gávur givnar, Jóannes fyrsti
formaður í nevndini bar so
meistarliga fram yrkingina
TIL RUTH frá 1972 eftir
Karsten Hoydal , songurin við
Ljómi, sum altíð er til reiðar at
seta sín dám á , Einar Larsen
fyri Lions club Suðuroy helt
røðu og avdúkaði bringu
mund av Ruth, sum italiu
maðurin Nonne, sum býr í
Vági hevur greitt úr hondum
og listarverk frá Karini og
Árna Brattaberg og børn
um teirra var avdúkað, sum
William, beiggi Ruth, hevði
málað í 1976- soleiðis- sum
hann minnist Ruth seinasta
kvøldið, hon livdi. Rørandi var
at eiga Ruth við málningum
hennara hesa løtuna.
Savnið fekk ein málning
- Vágsfjørður frá 1950. Hesin
málningur var keyptur á
minnisframsýningini
um
Ruth í 1959. Eyðbjørg hjá
Ansgar, sum hon verður
nevnd millum manna í Vági,
gav hesa avbera stórfingnu
gávu. Góða Eyðbjørg, hóast
tú ikki sjálv var her, so stóra
takk fyri – tú verður í minnis
glugga savnsins, sum tann, íð
dugir at virða, hvussu stóran
týdning listin hevur.
At hava slíkt hátíðarhald
er kostnaðarmikið og krevur
ómetaliga orku ,og uttan at
nevna nakran , verður takkað
øllum teimum, sum gjørdi tað
møguligt at fremja tiltakið til
frama fyri persónmenskuna
Ruth Smith.
Komandi ár -2015- verður
Ruth við á einari listafram
sýning saman við íslendskari
listakvinnu. Framsýningnin
verður í Íslandi, Føroyum
og Danmark. Annar av fyri
reikarunum er fyrrverandi
stjórin í Norðurlandahús
inum, Helga Hjørvar. Fyri
reikararnir koma til Vágs
í sept. mánaða í ár at velja
nakrar myndir út.
Savnið verður opið á
Jóansøku leygar- og sunnu
dagin báðar dagar frá kl.17.00
– 20.00.
Sunnudagurin verður tó
serstakur – byrjað verður kl.
17.00, tá fer danski listfrøð
ingurin
Lotte
Nishanthi
Winther at halda fyrilestur:
Farven som ånd og form
– Ruth Smith og Hilma As.
Klint.
Heimasíða:www.
ARTBLANCHE.DK.
Síðani ferTóra Stenberg
Olsen at spæla á klaverið frá
uml.1892, sum júst er sett í
stand.
Bjóðað verður eisini kaffi
og kaka.
Hjartaliga vælkomin á
gátt at síggja list eftir Ruth
á Vágsvegi 101 – list eftir
merkislistarkvinnuna, sum
livdi og doyði fyri listini – sum
var bæði matur og drekka
fyri hennara viðkomandi.
Navn hennara vil verða ritað
og liva í føroyskari list – hes
um bardist hon fyri alla ævi
sína.
Vegna Ruth Smith savnið
Maud Benjardøgg
Ruth Smith
savnið