Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71 meldurin Sterkasti maður í Danmark Í august mánaði verður stór kappingin hildin í Danmark, har sterkasti maður í Dan­ mark skal finnast. Í ár verður fyrstu ferð, at ein føroyingur verður við í kappingini. Bjarni Nielsen veit ikki, hvat hann skal vænta av kapp­ingini í august, tí ilt er at meta um støðið í Danmark í mun til í Føroyum. – Eg vænti ikki, at eg kann vinna kappingina í Danmark, men eg vóni, at eg kann klára meg hampiliga, sigur Bjarni. Í kappingini í Føroyum kláraði Bjarni seg ikki væl í tí, sum eitur squat, sum í høvuðs­heitinum snýr seg um beinstyrki. – Eg má brúka tíðina fram til august til at styrkja um beinini. Eg fekk 0 stig í squat leygardagin, og tað kann ikki henda aftur, sigur Bjarni Nielsen. Hann heldur, at tað týdn­ ingar­mesta í fyrireiking­ unum til slíkar kappingar er at kenna sínar veikleikar og at taka ímóti góðum ráðum. – Eg brúki nógva orku upp á at betra teir veikleikar, sum eg veit eg havi. Og sam­ stundis eru nógv fólk rundan um meg, sum hjálpa mær og geva mær góð ráð, sigur Bjarni Nielsen. Hann er sannførdur um, at tað ikki hevði borið til hjá honum at gerast Føroya sterk­asti maður, um hann ikki hevði fingið hjálp frá øðr­um. – Tað er so umráðandi at søkja sær góð ráð, so tú fær tað besta burturúr. Men tá ið tú ger skeivleikar, sum eg til dømis gjørdi í squat kapp­ ing­ini, so hevur tú bert tær sjálv­um at takka fyri tað, sig­ur Bjarni. Ymiskar hugsanir um styrkilyfting At venja so miðvíst, og sam­ stundis gerast størri og sterk­ari fyri hvønn dag, kann tykjast undrunarvert fyri summi. Bjarni Nielsen sigur, at tey eru mong, sum seta spurnar­tekin við drivmegina handan venjingina. – Eg veit nógv halda, at tað er løgið. Men eg merki ikki nakrar keðiligar reaktión­ir frá fólki, einans for­vitni, sigur Bjarni. Hann sigur, at hann sjálvur er ein ógvuliga opin og fyri­komandi persónur, og tí eru fólk skjót at gloyma for­dóm­arnar. Eisini vísir hann á, at kapp­ingin um Føroya sterk­ asta mann hevur ført við sær, at alsamt fleiri ungir menn fáa áhuga fyri at lut­ taka. – Tað var júst kappingin um at gerast sterkastur, sum fekk meg at byrja, og eg veit, at fleiri aðrir eru byrjaðir við tí fyri eyga at vinna kapp­ ingina, sigur Bjarni. Hann sigur, at kappingin um Føroya sterkasta mann verður nakað øðrvísi í 2015, tá ið hon eftir ætlan skal ger­ ast breiðari, so at fleiri menn fáa luttikið. – Tað besta ráðið eg havi at geva er, at menn ikki skulu snýta seg sjálvan við at velja venjingarnar frá. Seinastu tvey árini havi eg verið til allar ætlaðar venjingar uttan fimm, og tað var orsaka av skaða, sigur Bjarni. Kappingin í Danmark verð­ur í august mánaði, men enn er endaliga dagfestingin ikki stað­fest. barbara@sosialurin.fo