Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havi stríðst fyri at blíva sterkastur Leygardagin bleiv 26 ára gamli Bjarni Nielsen Føroya sterkasti maður. Seinastu tvey árini hevur hann miðvíst stríðst fyri at uppnáa tað styrki, sum skal til, fyri at koppa Boga Hammer og øðrum sterkum monnum av pinninum. Og leygardagin eydnaðist tað. – At vinna kappingina er tað størsta, sum er hent í mínum lívi, sigur Bjarni Nielsen meldurin Barbara Holm Bjarni Nielsen byrjaði sína karrieru innan styrkivenjing fyri fimm árum síðani, tá ið hann varð noyddur at gevast við hondbólti, tí hann fekk skaða í økslina. – Eg byrjaði at venja í Yndi, tí eg vildi fáa økslina upp á pláss aftur. Men eg fekk blóð upp á tonnina til at halda fram, og seinastu tvey árini havi eg miðvíst arbeitt ímóti at vinna, sigur Bjarni Nielsen. Síðani hevur hann etið fimm ferðir dagliga, og í øllum førum 5000 kaloriur um dagin. Samstundis hevur hann vant fýrar ferðir um vikuna, í tveir til tríggjar tímar hvørja ferð. – Tað hevur verið hart, men samstundis havi eg gjørt tað eg elski. Tað besta eg veit er at venja, sigur Bjarni Nielsen. Teir bjóðaðu honum við Kappingin um at gerast Føroya sterkasti maður hev­ur verið hildin hvørt ár síðani 2009, og nakrir eru teir, sum hava barst um heitið á hvørjum ári. Bjarni Nielsen prógvaði skjótt í Yndi Fitness, at hann megnaði at lyfta seg upp á tað støðið, sum Bogi Hammer og hinir eru á, og tískil varð hann boðin við í kappingina. – Teir høvdu ikki væntað, at eg fór avstað við sigrinum. Teir eru allir í ógvuliga góðum formi, og tí var kappingin hørð, sigur Bjarni Nielsen. Hann vísir á, at saman­ haldið millum menninar í kappingini er ógvuliga gott, og at teir stuðla hvørjum øðrum í at náa málinum. – Vit eru allir vinmenn og gleðast um úrslitini hjá hvørjum øðrum. Men sjálv­ andi trýr hvør maður upp á seg sjálvan, sigur Bjarni. Bjarni Nielsen, føroya sterkasti maður 2014 Myndir: Sigmar Mørkøre og Dávur Winther