týsdagur 24. juni 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Um longsta dag 2014
Finnur Johansen
Í Vági fóru, frá byrjani av tjugundu
öld, fram útbyggingar, ið setti skjötil
á menningina av öllum tí nútímans
föroyska samfelagnum.
Sjálvstöðug kommuna
Vágur gjördist sjálvstöðug komm
una í 1907, og tá varð strax farið
undir at menna kommununa.
Gjördar vórðu útstykkingar, so
at vágbingar og ikki minst teir
mongu tilflytararnir fingu bygt sär
hús, gjördir vórðu vegir, longu frá
1907 til umleið 1920, bedingin kom í
1914, elektricitetsverkið í 1921, kajin
í 1925, fyrsti bilurin í 1925 og banin
á Eiðinum til útróðrarbátar var
liðugur í 1930.
Byggigrundir
Av toftafestinum og skálafestinum
vórðu skipaðar útstykkingar, so
at vágbingar og ikki minst teir
mongu tilflytararnir fingu bygt
sær hús. Hetta munnu vera elstu
útstykkingar í Föroyum eftir út
stykkingarnar
hjá
Tórshavnar
Kommunu eystan fyri Tinghúsvegin
og úti í Bö.
Vegir
Í tíðarskeiðnum 1907 til 1920 gjördi
Vágs Kommuna nýggjar vegir í
kommununi, og tað vóru ikki hissini
vegir, men breiðir og snórabeinir
vegir, ið ivaleyst eru teir fyrstu av
sínum slag eftir elstu vegeätlanini
hjá Tórshavnar Kommunu fyri
víðkanina av býnum omanfyri
Vaglið eftir 1900. Í Vági, vóru sum
aðrastaðni í Föroyum, eingir vegir,
götur vóru millum býlingarnir,
og annars varð gingið ígjögnum
túnini hjá fólki. Nýggju vegirnir,
av Eiðinum og út til markið millum
Vág og Porkeri, úti á Marknoyri,
vórðu gjördir, har eingin göta ella
vegur hevði verið fyrr.
Nýggjur vegur varð gjördur av
Vágseiði framvið Vatninum og heim
í býin, og so í beinum strekkjum av
Skerinum, tað er heimari endin á
Vatninum, heim í Misá, haðani út í
Kiksli og úr Kiksli út á Löhamar og
haðani út í Lágabö. Úr Lágabö, frá
bedingini varð snórabeinur vegur
gjördur út í Toftalíð, har vegirnir
koma saman, og haðani og út á
Marknoyri.
Tá ið vegaätlanin hjá Tórshavnar
Kommunu frá aldarskiftinum 1900
er undantikin, man vegagerðin hjá
Vágs Kommunu vera eindömi í För
oyum.
Bedingin
Vágs Skipasmiðja, sum hon nú eitur,
og sum vanliga varð rópt bedingin,
varð liðug í 1914. Skipini í Vági fóru
vanliga norður til Trongisvágs á
beding, men har vóru skipini so
nógv. Harafturat kom, at skip aðra
staðni í Föroyum eisini komu til
Trongisvágs á beding, so at skipini
úr Vági sluppu ikki framat. Skipa
talið í Vági var eisini vorðið so stórt,
og tí varð bedingin gjörd.
Bedingin í Vági verður 100 ár í
ár, og tað er stórt spell at síggja, at
maskinhúsið stendur við ongum
taki, og at öll tann gamla bedingin
forferst. Vónandi eru kreftir í Vági,
sum fara at varveita tað klenodii
bedingin er, hon man vera einasta
gamla byggverk, ið eftir er í Vági.
Sóknarfútin
Í 1906 varð sóknarfúti settur í Vági.
Vágbingar vildu hava ein myndug
leikapersón, sum kundi klarera
skip, ið komu við vöru uttanlands,
og kundi mynstra manningarnar
við fiskiskipunum.
Tíðliga í 1900-talinum komu
árliga útvið 80 dampskip við ferða
fólki og farmi til Vágs og einar 25
skonnartir við farmi, mest salti og
byggitilfariog, fermdu fiskavörur til
suðureuropeisku londini umframt
at einar 20 slupppir vóru í Vági.
Tað var hildið at vera sera óhög
ligt, at öll hesi skip fyrst skuldu inn
á Trongisvág at klarera, áðrenn tey
kundu fara suður til Vágs at leggja
farmin upp, og at sluppurnar í Vági
skuldu norður til Trongisvágs at
mynstra, áðrenn tey kundu fara
siðsøga
Fyrr, og tað var mest sum alla tjúgundu
öld, var tað soleiðis, at skuldi tú til Vágs,
mátti tú sjóvegis um Porkerisnes og inn
Vágsfjörð. Alt hetta er broytt, nú kemur
tú við bili av Krambatanga, men eina ferð
annahvört ár, og tað er tá ið jóansöka
er í Vági siglur Smyril beinleiðis á Vág.
Tá býðst hövi til at enduruppliva gomul
minni við at sigla fjörðin og til býin
har vöggan hjá nýggju Föroyar stóð.
Porkerisnes um stýr
Porkerisnes
Vágsvegur, fyrr róptur Niðarivegur, gjördur í 1920 ella
har á leið, snórsbeinur úr Lágabö og út í Toftalíð.
Til högru gamla bedingin í Vági,
sum í ár verður 100 ára gomul