týsdagur 24. juni 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
siðsøga
til fiskiskap. Ikki minst var henda
skipanin kostnaðarmikil og tók
langa tíð, ið skipini annars kundu
brúkt til fiskiskap.
Sýslumaðurin
í
Trongisvági,
Oliver Effersöe, dugdi ikki at síggja
nakað skeivt í skipanini og mälti
frá at seta ein myndygleikapersón
í Vági, sum hann segði, so var lítið
annað enn brennuvín, ið var toll
vöra til Vágs, og hann helt ikki, at
tað gjördi nakað um vágbingar
fingu eitt sindur minni av tí.
Nú er hartil at siga, at Oliver
Effersöe var politikari og vildi hava,
at flokkur hansara skuldi ver ein
avhaldsflokkur burturav, men tað
hildu aðrir sambandsmenn ikki.
Sýslumaðurin í Suðuroy mælti,
sum sagt, frá, at ein myndugleika
persónur varð settur í Vági, og tað
gjördi fútin, Engelstoft, eisini, men
Föroya Lögting mälti til at seta
ein persón við myndugleika í Vági,
og tað tilmäli fekk undirtöku frá
danska justitsministerinum, sum í
skrivi 17. mars 1906, undirskriva av
Alberti, justitsministara, boðaði frá,
at sóknarfúti verður settur í Vági.
Elektricitetsverkið
Thomas Edison gjördi heimsins
fyrsta elektricitetsverk í New York
í 1882. Fyrsta elektricitetsverki í
Europa varð gjört í Milano í 1883,
og tað nästa í 1884 í Berlin. Eftir
tað vaks talið á verkum í stórum,
í 1892 fekk Köbenhavn sítt fyrsta
elektricitetsverk. Í 1912 og í 1916
vóru norsku vatnkraftverkini í Tele
mark, ið tá vóru heimsins störstu
elektricitetsverk, liðug.
Í 1921, minni enn 40 ár eftir
at Edison gjördi heimsins fyrst
elektricitetsverk, minni enn 30 ár
eftir, eftir at Köbenhavn fekk fyrsta
verkið, og 5 ár eftir, at norðmenn
hövdu gjört vatnkraftverkini í
Telemarken, gjördi Vágs Kommuna
fyrsta föroyska elektricitetsverkið,
vatnkraftverkið í Botni.
Sama árið, nakrar mánaðir
eftir at verkið í Vági varð tikið í
nýtslu, varð elekrticitetsverkið úti
á Rundingi í Tórshavn eisini liðugt.
Tað, ið kann undra er at meðan
verkið í Vági var 380 volt trífacaður
vexilstreymur, so var verkið í Havn
220 volt javnstreymur, og ikki fyrr
enn í 1950 tá ið verkið í Gundadali
varð gjört fekk Havnin 340 volt
trífacaðan vexilstreym, og allar
installatiónirna í býnum máttu
verða gjördar av nýggjum.
Vágs Havn
Vágbingar hövdu í fleiri ár ligið í
stríð við Suðuroyar sýslumann i
Trongisvági, tí at hann var ímóti
at kaj varð gjörd í Vági, tað var nóg
mikið við einum lítlum pieri, men
vágbingar vildu hava eina kaj, og
teir góvust ikki fyrr enn teir hövdu
fingið kajina.
Havnarmálið í Vági stóð við í
nógv ár. So tíðliga sum í 1906 setti
kommunustýrið fram ynski um
at gjörd varð kaj í Vági, men líkt
er til at Suðuroyar sýslumaður,
sum búði í Trongisvági og var bäði
lögtingslimur og fólkatingslimur,
var eisini her ímóti ätlanunum hjá
vágbingum. Tað var nóg mikið hjá
vágbingum, fingu teir ein lítlan
pear, sum okkurt lítið skip kundi
leggja at, men hann vildi ikki
ganga við til, at teir fingu eina kaj,
og var ímóti at Vágur kom uppí
havnarätlanina fyri Föroyar hjá
danska ministaranum fyri almann
arbeiði.
Eitt hart stríð tók seg upp í
blöðunum millum Petur Dahl, sum
var formaður fyri Vágs Kommunu,
og Oliver Effersöe, um havnarmálið
í Vági. Málið dróg út millum annað
av at heimsbardagin brast á, men
eftir tað kom gongd aftur á málið,
og í 1921 boðaðu donsku myndug
leikarnir frá, at heimild var fingin
fyri, at havnargerðin í Vági kundi
verða framd. Játtaðar vóru 750.000
krónur, harav Vágs Kommuna
skuldi gjalda ein fimtapart, til
gerð av Vágs Havn. Í 1925 var kajin
liðug.
Ljósfestin og
havnarveitslan
Eldri fólk í Vági, eg fyrr havi talað
við, tóku til tvey stór tiltök ella tvär
stórar upplivingar í teirra lívi, og tað
vóru ljósfestin, sum hon varð rópt,
tá ið elektricitetsverkið í Botni var
liðugt í 1921 og havnarveitslan, tá ið
havnin var liðug í 1925. Áhugavert
hevði verið, um onkur, ið veit nakað
um hesar veitslur, hevði skrivað
nakað frá tí, ella í minsta lagi sagt
onkrum frá tí, so at tað ikki fer í
gloymskuna.
Fólk, sum mintust, hava sagt frá, at
við til havnarveiðsluna var sjálvur
danski statsministarin, Thorvald
Stauning, sum í síni brandröðu rósti
vágbingum fyri teirra fyritaksemi á
öllum ökjum. Hann segði seg vera
hugtiknan av vágbingum og teirra
eldhuga fyri at ganga undan í
menningini av einum modernaðum
samfelag, ið gjördi teir til eina
fyrimynd fyri alt landið. Eisini segði
hann, at hövdu vágbingar ynski um
onnur projekt, skuldu teir fáa hjálp
til tað. Ynski var um at fáa bött um
lendingarviðurskiftini á Vágseiði, tí
at útróðurin haðani hevði so stóran
týdning tá. Tá var tað, at tann nýggi
banin til bátar og fisk varð gjördur
av Eiðinum og vestur í Múlagjógv,
og sum var liðugur í 1930.
riborð
Norröna við kaj í Vági í 2013
Tjaldrið við kaj í Vági í 1930-árunum
Banin á Vágseiði til bátar og fisk, og sum varð liðugur í 1930