týsdagur 24. juni 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu,
og teimum, sum á ymsan hátt hjálptu til, tá elskaði
maður mín, pápi, abbi og langabbi okkara
Peter Fridtjof Guttesen
Tórshavn
andaðist og fór til gravar.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
ungdómsarbeiðið hjá B36. Takk til heimarøktarnar
og starvsfólk á B6 fyri teirra stóra blíðsemi og góðu
røkt. Takk til Rodmund í Liða, Jens Andreasen,
Símun í Túni, Jógvan á Bønum og Eivind av Reyni
fyri tey vøkru orðini í kapellinum, í Ebenezer og í
kirkjugarðinum. Takk til Ebenezerkórið fyri vakra
sangin. Takk til øll, ið vóru til so ómetaliga stóra
hjálp í sambandi við ervið.
Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vóru í
kapellinum, og til tykkum, sum vóru í Ebenezer og
fylgdu Peturi til hansara síðsta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Elin
Heri, Jens Christian, Birgir, Bjørg, Elisabeth,
Jan og Fía
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og
langabbi okkara
Sigvald Kristiansen
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum fyri góða
viðgerð og umsorgan. Tøkk til Sverra Steinhólm, Asbjørn
Mikkelsen og Símun P. Jacobsen fyri góð og troystarrík
orð í kapelli og kirkju. Somuleiðis vilja vit takka øllum
tykkum mongu, sum hjálptu okkum til jarðarferðina og í
ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og gávu til Skála kirkju.
Og takk tit mongu, sum fylgdu Sigvaldi til hansara síðsta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ása, Súni, Arnbjørn, Regin og Bogi
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum
samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Lina Joensen
Sandavágur
andaðist og varð jarðað.
Takk til Ingu, prest, fyri góð og troystarrík orð
á Sýnini og í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar og Eivind fyri
vakran sang.
Vit takka tykkum á Sýnini hjartaliga, fyri umsorgan
og góða røkt, ta tíð, hon var har.
Takk fyri blómur, kransar og gávu til Sandavágs
kirkju.
Stóra tøkk til tykkum mongu, ið vóru so ófør at
hjálpa til við ervinum
Tøkk til tykkum, sum fylgdu Linu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Hjartaliga tøkk øll somul
Fyri tey avvarðandi
Inga og Lisa við familjum
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið kæri pápi, verpápi og abbi okkara
Niclas Jespersen
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til heimahjálpirnar og heimasjúkrasystrarnar, sum
vóru um hann seinastu árini.
Tøkk til Hera Joensen, prest, kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk til Føroya Politistafelag, serstakliga tit seks
fyrrverandi starvsfelagar, ið vístu honum tann heiður at
bera kistuna.
Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Tøkk øll tit, ið fylgdu honum til gravar.
Familjunnar vegna
Solveig, Lars og Karin
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara góða kona, mamma, vermóður,
omma og langomma
Hannimia Nybo
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur, kransar og gávu til Mørkina
Familjunnar vegna
Sigurd Nybo