Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hartaliga takka vit tykkum mongu, sum við vitjan, heilsanum, telefon­ samtalum og gávum gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin ógloymandi. Ein serlig tøkk til Kórini »Orðið á borið« og »Porkeriskórið«, sum settu ein serligan dám á dagin, sum vit fara at minnast afturá við gleði. Ein heilsan til børnini v/ familju fyri tað tit gjørdu at gleða okkum hendan dagin. Harrin signi tykkum øll. Jenny og Eivind Takkarkvøða Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum tann 12. apríl. Stóra tøkk tit í kórinum og familja, sum vaktu okkum við sangi, takk fyri talur, heilsanir, sang og gávur. Ein serlig tøkk til børnini, svigarbørn, ommu- og abbabørn, at tit gjørdu okkara stóra dag so hugnaligan og minniríkan. Henda stóra dag fara vit við gleði at minnast aftur á. Stóra tøkk øll somul. Heilsan Bergtóra og Harry Tøkk Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum gleddu okkum á fermingardegnum tann 13. apríl 2014. Vinarliga Turið Müller Hvalba Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá elskaði maður og pápi okkara Jákup P. Strøm Tórshavn f. 19.01.1956 d. 17.03.2014 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum á ein og annan hátt hjálptu við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til Ólav Hátún, Havnarkórið, Guðruna Sólju Jacobsen, Kaj og Hildibjarta fyri vakran sang og tónleik. Tøkk til Rasmus Magnussen, Sonju Klein prest og Una Næs prest fyri troystandi orð. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Kvøldskúlanum Elin, Maluna, Páll og Nomi, starvsfólkini í Stimbur, vinfólkini og familjuna fyri hjálpsemi og vælvild. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir og ein tøkk til tykkum, sum fylgdu Jákupi til hansara seinasta hvíldarstað. »Sov kæri vinur, sov nú« Kona og dóttir Beinta og Eyð Tøkk Hjartaliga takk til tykkum øll, ið vóru við til at gera 70 ára føðingardagin hjá mær og veitsluna hungaliga og ógloymandi. Takk fyri talur, sangir, gávur og heilsanir. Takk til Sunleif, ið leiddi borðhaldi. Takk til tykkum, sum spældu til sangir og dans. Blíðar heilsanir Kaj Olsen Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo Bíleggið kalendaran nú og sendið hann út í heimin Tel. 34 18 00 bokhald@sos.fo 2015