hósdagur 26. juni 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á middegi týsdagin 4. mars
fingu vit sorgarboðini um,
at okkara kæri vinur og
starvsfelagi, Helgi, brádliga
var deyður av sjúku. Ein
ræðulig løta, sum ongantíð
verður gloymd. Hetta var
ikki til at skilja. Fríggjadagin
áðrenn skiltust vit sum
vanligt áðrenn eitt vikuskifti.
Eingin grunaði, at hetta
skuldi verða síðsta løtan, vit
høvdu saman á deildini. Slíkt
er ein ongantíð fyrireikaður
uppá, og rakti tað okkum
sera hart.
Helgi byrjaði í læru í Før
oya Banka á Tvøroyri í 1987.
Eftir at hava roynt at arbeiða
í Havn eitt skifti, flutti hann
endaliga til Havnar at arbeiða
í 1994.
Vit hátíðarhildu 25 ára
starvsdagin saman við tær
Helgi í 2012. Hetta var ein
dagur, sum tú vart sera glaður
fyri. Sum starvsfólk vart
tú, bæði av arbeiðsgevara,
starvsfeløgum og kundum,
kendur sum arbeiðssamur,
álítandi, dugnaligur, og har
aftrat pliktuppfyllandi sum
fáur. Orðið “ærukærur” kann
av sonnum nýtast um teg.
Tað, ið tú legði úr hondum,
var so væl gjøgnumhugsað,
at ikki nýttist øðrum at fara
afturumaftur.
Tú vart altíð klárur at
hjálpa øðrum, og tú dugdi
væl at læra frá tær. Um onk
ur hevði eitt fakligt ivamál,
so var altíð eitt gott mið, at
spyrja teg. Hinvegin var tú
ikki ein, sum leyp á bláman
beinanvegin, okkurt nýtt
skuldi
gerast.
Broytingar
tókst tú ikki til tín, fyrr enn
tú vart sannførdur um, at
tær vóru til tað betra, og títt
tvøra lyndið kom tá mangan
til sjóndar - mangan góðan
látur fingu vit saman burtur
úr hesum.
Tín sessur í bankanum
verður torførur at útfylla.
At tú sum persónur vart
so útatvendur og lættur av
lyndi, gjørdi, at vit komu at
kenna teg væl, og blivu tí ikki
bert starvsfelagar, men eisini
góðir vinir. Tú tókst tær altíð
tíð til at spyrja um okkara lív
og familjuviðurskifti, og tú
tókst tað sera nær, um onkur
okkara fór ígjøgnum truplar
tíðir. Tú var miðdepilin hjá
okkum, bæði í gaman og
álvara.
Í 1995 fekk Helgi sonin
Hera, sum hann var so sera
góður við. Heri, tú skal vita,
at pápi tín helt sera nógv
av tær, og at tú fylti nógv í
hansara lívi. Hann var stolt
ur av tær og dámdi væl at
fortelja um teg, hvussu tað
gekst í skúlanum, við ítrótt
inum og øllum øðrum, sum
tú fekst við. Vit fylgdu tær á
síðulinjuni, og føldu næstan,
at vit vóru ein partur av
tykkara familju.
Síðani vit fingu sorgar
boðini, hava okkara tankar
ofta verið hjá Helga, og hjá
teim, sum eftir sita – soninum
Hera, mammuni og systkjum
við familju. Helgi fyllti nógv,
og standa tit nú frammanfyri
stóru avbjóðingini at fylla
hansara pláss í lívinum.
Arbeiðið fylti nógv hjá
Helga og fór avstað við nógv
ari tíð, eisini frítíð. Men hann
var eisini sera familju- og
heimkærur. Hóast Helgi var
blivin Havnarmaður, var Tvør
oyri øll árini hansara rætti
heimstaður, og hevði Helgi ein
dreym um at flyta suður aftur
fyrr ella seinni. Helgi góði, tær
dámdi so væl at fara suður at
vitja mammuna, familju og
tínar gomlu starvsfelagar á
deildini á Tvøroyri. Tá Helgi
fór suður at vitja, var tað ikki
fyri at slappa av. Á Tvøroyri
dámdi honum væl at taka
fatt hjá mammuni og familj
uni annars, um tað var í hav
anum ella í hoyna. Helgi var
náttúrumenniskja og hevði
góða sjónatúr. Mangan varð
prátað um túrarnar á útróðri
við beiggjanum, ella túrarnar
við sílatráðuni í Ósanum ella á
vøtnunum. Síðstu árini iðraði
hann seg tó mangan um, at
túrarnir á floti og við tráðuni
ikki vóru so nógvir longur.
At Helgi var røkin og elsk
aði náttúruna og tað gleði,
sum hon gevur okkum, ber
havin í Eysturbýnum, har
hann búði, boð um. Hann
legði stóra orku í at fríðka
tann grøna blettin framman
fyri húsini. Allar tulipanirnar,
sum settar vórðu niður í
vetur, standa so nýsprettar
og vakrar og eru eitt gott
minni um teg, sum tú vart
í lívinum: Væl ílætin, væl
tilgjørdur og skjótur at geva
eitt smíl frá tær.
At Harrin hevur tikið teg
til sín í bestu árum, hóast
tú kundi havt nógv góð
áratíggjur afturat, tykist so
óveruligt og órímiligt. Vit,
sum kendu teg væl, minnast
tær ferðirnar, tá tað onkuntíð
rak á kíkin og tú í skemti
plagdi at siga, at um tú skuldi
farið nú, so hevði tú farið,
sum ein glaður maður, ein
maður, sum hevði upplivað
alt, sum vert var at uppliva.
Men kenna vit teg rætt, so
vildi tú sloppið at verið um
Hera í nógv ár afturat.
Ein glaður maður vart
tú og mangan mittpunktið
við onkrari góðari søgu og
dámdi tær væl at leggja upp
til okkurt beinrakið prik.
Tómrúmið er tí stórt, og
kenna vit saknin dagliga. Tú
verður ofta tikin uppá tungu
og endurgivin fyri onkur
val vald orð, ella onkra góða
søgu, sum tú plagdi at siga
frá.
Hvíl í friði góði Helgi og
takk fyri nógv góð minnir og
alt tú vart fyri okkum.
Starvsfelagarnir
á vinnulívsdeildini í
BankNordik
Til minnis um
Helga Jespersen
f. 8. juni 1967 d. 4. mars 2014
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara elskaða kona, dóttir, systir, fastir,
svigarinna og svigardóttir
Rebekka Bolstad
* 5. apríl 1992 † 19. mars 2014
so brádliga varð tikin frá okkum.
Takk til Elisabeth og Tær fýra, fyri góð og
troystarík orð, og vakran sang í kappellinum.
Takk til læknar og starvsfólk á B6 fyri at tit vóru so
góð við Rebekku, tað tíðina ið hon var har.
Takk til Theodor Olsen prest, fyri sera vøkur og
góð orð. Takk fyri vakran sang og urgulspæl í
Haldórsvíkar kirkju. Takk til berarar, sangarar,
gravarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum øll,
sum bakaðu og hjálpti til við ervinum. Takk til
tykkum øll, sum fylgdu Rebekku úr kappellinum og
kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Freslunarherin í Havn. Takk til familju og vinir,
fyri umsorgan og stuðil í hesi stóru sorg okkara.
Jesus segði við hana:
Eg eri uppreisnin og lívið; tann,
sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.
Jóhs. 11,25
Vegna øll okkum avvarðandi
Herluf Andreasen
eblaðið
sos.fo