hósdagur 26. juni 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
9. juni fingu Annika H. Eirikstoft og Per Joensen, Kvívík,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3730.
Føðingar
17. juni fer Arnold um tey
áttatifimm árini. Ja, tað er
eins og teir áttati ára gomlu
menninir í bygdini hava eitt
lyndi, sum ber brá av einari
rót aftur til tannáringatíðina.
Teir svimja hvørt hóskvøld,
hvønn leygarmorgun kl 7:00
og sita og siga sína søgu kring
tað “Runda borðið” niðri á
bókasavninum hvønn morg
un. Petur Martin og Marjun
gera gott kaffi og ein góðan
duss hvønn morgun, so prát
ið gongur so lystiliga hjá hes
um spelknu monnum.
Svimjihylurin
og Skarðið
Einki er sum leygarmorgun í
svimjihylinum, tá ið svomið
verður
í
djúpum
vatni
og á grunnum vatni. Tað
grunna vatnið er meira til
tað søgukenda, meðan tað
djúpa vatnið er til at styrkja
spengur og vøddar. Her í
hesum roka er Arnold sum
ein spelkin unglingi, og tá ið
Petur Martin kemur í vatnið,
er søgugongdin á tí grunna
vatninum reinur og skerur
skaldskapur – frá Adam til
Napoleon Bonaparta.
Ikki nóg mikið við tað, so
gongur Arnold niðan á Skarðið
dag og dagliga, har hann fer
um Rossarygg, Botnsbrúgv
og fram við teimum brosandi
varðunum, sum hava livað sítt
stolta og sæla lív í øldir. Tann
lítli Sukurmolin, sum hann
stígur á á hesi mannagøtu,
veit um mangt og mikið at
siga um tey fólk, sum hava
flutt fótin um hesar leiðir.
Kjóafellið og Brosmutúvan
draga ljósið til sín úr teimum
dimmu
skýbøklunum
...
sum
nævurskrukkur
tær
hanga út yvir hesar røðir. Ja,
hetta er ein sjón fyri eygað,
tá ið hann kemur tenjandi
niðan brekkuna og stendur
við síðuna av tí bulmikla
varðanum á Skarðinum.
Morning Star
og Verdandi
Hesa leið gongur hann í dag,
men lívsleiðin hevur verið
innan skúlans gátt. Hann er
føddur 17. juni 1929 á Strond
um, sonur Símun Paula Abra
hamsen og Onnu Katrinu
(Tinnu) f. Rasmussen, bæði
av Strondum. Pápin fórst við
“Morning Star”, sum hvarv á
veg til Íslands uml. 10. sept
1941. Sjey mans sjólótust.
Hetta var tungt hjá Tinnu
og teimum, sum vardu av, at
uppliva slíka hending. Tá ið
hetta hendi, var Tinna við
barn og gekk við Simonu.
Her hevur so í aðrar mátar
sligið afturíaftur, har Simona
sjálv hevur mist bæði mann
og son á sjónum.
Søgan um Tinnu er lík
søguni um Margrethu, Gretu
– Einkjan , sum hon varð
kallað í Fuglafirði. Maður
hennara fórst við Verdandi,
sum fór av Siglufirði í okt.
1944 og spurdist ongantíð
aftur. Fimtan mans fórust
við hesum skipi, og maður
Gretu, Olaf Jacob Larsen(
Jákup í Búrstovu) var við
henda lagnutúrin. Greta var
við barn og gekk við Jacobu,
sum varð borin í heim í okt.
1944. Børnini hjá Tinnu og
børnini hjá Gretu komu øll
væl undan, og hetta er stak
vakurt, sum vit kunnu gleðast
og frøast yvir. Verdandi var
av Høgabóli og Morning Star
av Toftum.
Skúlans virksemi
Arnold tók læraraprógv 1952
og var lærari á Strondum
1952-53 og síðani í Fuglafirði
1953 til 1981. Eftir hetta undir
vísingarleiðari á Landsskúla
fyrisitingini 1981 - 1996. Hann
hevur undirvíst í Fuglafjarðar
tekniska skúla 1954-1963 og
handilsskúlafyristøðumaður
í Fuglafirði 1964-68. Hansara
hjartamál var óivað at vera
fyristøðumaður fyri deildina
hjá
Føroya
Handilsskúla
í Fuglafirði 1968-1982, og
mong hava lokið ymisk
prógv í tilknýti til hesa skip
an, sum tey hava notið gott
av á lívsleiðini. Eitt, sum
skal leggjast afturat, er, at
lønin var lítil og eingin, og
Mathilda systir og hann
høvdu tað mangan stravið
av hesi søk. Hon hevur verið
honum ein góður stuðul.
Tað mentanarliga
Arnold hevur verið virkin
á tí mentanarliga økinum í
bygdini í mong ár. Hann sat
í nevndini hjá ÌF frá 1958 til
1966 sum kassameistari. Í
hesum tíðarskeiði keypti ÍF
2 kappróðrarbátar, og tá ið
Arnold legði árar inn, átti ÍF
40.000 kr á bók. Lítið og einki
var í kassanum, tá ið hann
tók við. Hann hevur sungið
við í Fuglafjarðar sangkóri
í mong ár og onkuntíð leitt
kórið, tá ið Herlufi barst
undan.
1966 var hann við til at
stovna Fuglafjarðar badmi
tonfelag, og 1969 sá Fugla
fjarðar hornorkestur dagsins
ljós, har hann sat sum for
maður í nevndini og hevði
leiðsluna av orkestrinum frá
1968 – 1982. Hann hevur eisini
verið virkin í Fuglafjarðar
sjónleikarafelag,
sum
var
sera virkið í fimmti og seksti
árunum, har spældir vórðu
leikir, m. a. hjá Dalabóndum
og Systrarnar á Kinn.
Henda
mentanarliga
“Skarðsleið”, ið maðurin hev
ur gingið, hevur latið av sær
til
bygdina.
Hornorkstrið
hevur sett sín dám so fródliga
dag og dagliga á halgidagar,
hátíðarløtur,
Varmakeldu
og sorgarløtur. Mong hava
havt stóra gleði av hesum
orkestri og somuleiðis Bad
mintonfelagnum, tá ið fjaðra
bóltarnir hava havt luft undir
veingjunum, t. d. í fimleika
høllini og í Ítrottarhøllini á
Kambsdali.
Tekniarkið
Eitt tað besta minni frá
barnaárunum í Fuglafjarðar
skúla var 1955, tá ið Arnold
hevði keypt 50 A1 tekniørk
til skúlan fyri uml. 100 kr.
Hann skar tey í fjórðingar,
sostatt bleiv henda rúgva til
200 ørk, sum vit næmingar,
t. d. í 5. Flokki, nutu gott
av. Tað mundi mangur við
mær kenna seg væl saman
við hesum pappíri, tí hetta
var á fyrsta sinni, tú fekst
eitt tekniark í hondina, har
blýanturin kom at liva sum
einn lygn á sjónum á hesum
skaldakenda pappíri. Arnold
fór til kommununa og spurdi,
um kommunan vildi rinda
fyri pappírið? Svarið var:”
Nei!” Síðani tá hevur hesin
varði leitt okkum mangar
vegir og steðir, har henda
byrjan til tað skapandi í
myndlistini hevur sæð nógv
ar góðar dagar.
Endi
Arnold
giftist
1958
við
Mathildu
Johannesen
úr
Fuglafirði. Tey fing 3 børn –
Leif, Rúna og Birnu, og tey
eiga 9 ommu- og abbabørn.
Mathilda fekk liðagikt fyri
einum 15 árum síðani, og
hevur henda sjúka gjørt, at
hon hevur skerdan førleika,
men Arnold hevur sanniliga
tikið um endan og hjálpt til á
mangan hátt, sum er honum
og henni til mikla tign og
sóma.
Hjartaliga til lukku við
teimum áttatifimm árunum.
Svágur
Arnold Abrahamsen
áttatifimm ár
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá
ið beiggi, mammu- og pápabeiggi, ommu- og
abbabeiggi okkara
Jens Jensen
andaðist og var jarðaður.
Tøkk til tykkum á Hamragarði, heimahjálpum og
tykkum, sum vitjaðu hann. Tøkk til gravarsangarar
og øllum tykkum sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hanna, Anna, Sanna og Martin