hósdagur 26. juni 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit skulu errin halda grind til
og verja okkara rættindi
Høgni Hoydal
Á arbeiðsplássum, í dagligum
práti millum fólk kring alt
landið og á sosialu miðlunum
er livandi orðaskifti um,
hvussu vit skulu fyrihalda
okkum mótvegis tí liði av
svørtkløddum fólki, svørtum
bilum og svørtum bátum,
sum eru komin til Føroya. Við
tí alment fráboðaða endamáli
at steðga grindadrápi við
øllum líkinda atgerðum og
amboðum.
Nógv frálík svar og átøk
eru gjørd við heimasíðum
og innleggum frá eitt nú
Grindamannafelagnum
og
frá privatpersónum og bólk
um, sum staðfesta okkara
rættindi, upplýsa sakliga og
seta góðar og beinar grund
gevingar fram.
Men boðskapurin og at
gerðirnar frá okkara ovastu
myndugleikum eru ov veik
ar og tykjast lítið samskip
aðar. Løgmaður sigur, at
vit skulu verja okkara rætt
indi, men skulu virða rættin
at mótmæla og skulu vísa
gestablídni. Meðan lands
stýrismaðurin
á
økinum
tíbetur hevur verið meira
greiður um ikki at lata okk
um hótta.
Hvat skal sigast
og gerast?
Her krevst greið tala og
atgerðir frá okkara ovasta
politiska myndugleika. Mæli
til, at vit standa saman um
hetta:
1. Vit skulu hvørki royna
at fjala ella tiga burtur
okkara grindadráp. Vit
skulu halda grind til sum
vanligt kring landið, og
sýslumenn
og
grinda
formenn eiga óskammaðir
at skipa fyri við teimum
vanligu atlitunum um
tørv á tvøsti og spiki
í økinum. Atlit til Sea
Sheapard eiga ikki at gera
av, um grind skal rekast
og haldast til.
2. At fara í grind og at fáa
part, er ein grundleggjandi
rættur hjá hvørjum ein
asta føroyingi. Vit eiga
at vera errin av hesi mest
burðardyggu
og
sosi
alu nýtslu av livandi til
feingi í náttúruni, sum
nakað nútíðar samfelag
í heiminum kann vísa
á. Og vit kunnu vera
errin av teimum støðugu
batunum í skipanini og í
drápsháttinum, sum eru
framdar seinastu árini .
3. At fólk mótmæla lógliga
og siga sína hugsan um
grindadrápið, er sjálvandi
teirra rættur. Og hetta
skal svarast við orðum
og upplýsing. Men sum
gamla orðatakið sigur:
“Tað bata so lítið føgur orð
við brugdu”. Her er ikki
talan um lóglig mótmæli
ella um at vísa gestablídni.
Her er talan um fólk og
ein skipaðan felagsskap,
sum
koma
til
landið
við tí alment fráboðaða
endamáli við ólógligari
framferð at leggja seg út
í okkara lógliga virksemi
og rættindi. Tað kunnu
vit ikki á nakran hátt
góðtaka. Okkara myndug
leikar eiga at boða greitt
frá, at hesi fólk og hesin
felagsskapur eru óynskt
í Føroyum.
4. Ongin okkara skal lata
seg øsa ella freistast til
at brúka somu framferð,
sum hesi fólk. Okkara
myndugleikar,
vaktar
tænasta
og
løgregla
skulu tryggja, at tey ikki á
nakran hátt kunnu leggja
seg út í okkara rættindi
og lógarfesta virksemi.
Eg undrist stórliga á, at
ikki hevur verið roynt
at nokta teimum inn
ferðarloyvi og loyvi at
taka útgerð til landið. Um
lógarheimildir vanta, átti
landsstýrið at tikið tað til
viðgerðar beinanvegin.
Ein spurningur um
tilverugrundarlag
Burtur úr fyrstu royndun
um hjá útlendskum felags
skapum í 1980’unum at fáa
enda á grindadrápi í Føroyum
kom, at stórar ábøtur vórðu
gjørdar: Hvalváknið varð
bannað, hvalvágirnar vórðu
eftirmettar, arbeitt hevur
verið støðugt við at bøta um
reiðskapin, og skipanin av
rakstri og drápi á sjógvi og
landi er nógv bøtt. Okkara
skipanir standa væl og virði
liga mát við, ella eru betri
enn skipanir aðrastaðni fyri
veiði av villini djórum.
Men tað kom eisini tað
burturúr, at vit staðfestu, at
talan er um meira enn rættin
at drepa grind og á henda hátt
fáa mat úr sjónum. Politiska
skipanin stóð saman um, at
Føroyar á ongan hátt kunnu
góðtaka, at felagsskapir ella
onnur lond vilja banna Før
oyum at heysta burtur av
ríkidømi havsins, um vit
gera tað burðardygt og eftir
øllum reglum í altjóða lóg og
avtalum. Góðkenna vit tað,
steðgar tað ikki har.
At keypa sær avlát
Til eru røð av herferðum
ímóti at gagnnýta sjógvin
sum
matkova.
Sterkar
kreftir vilja gera havið til
“reservat” og banna øllum
fiskiskapi á ávísum leiðum,
hóast hann er burðardyggur.
Hugsanin handan hetta er,
at ídnaðarsamfelagið hev
ur oyðilagt alla náttúru á
landi. Og nú kunnu tey somu
londini, sum liva av fram
haldandi at ovtroyta, niður
pína og dálka náttúruna,
keypa sær “avlát” við at friða
havið og nýta tað, sum ein
sýnisglugga í frítíðini.
Hetta er sama hugsan,
sum trúttar niður í okkum
hendan boðskap: Tað er
nógv
betri
fyri
heimin,
náttúruna, djórini og heim
sins vistskipan, at vit ikki
kunnu
gagnnýta
okkara
egna tilfeingi burðardygt, og
vanlig fólk skulu ikki hava
rætt at útvega sær mat og
innløgu kostnaðarleyst úr
egnum landi. Nei, ístaðin
skulu vit øll noyðast at
innflyta og gjalda fyri kjøt
frá oksum, kálvum, grísum
og høsnarungum, sum aldri
hava sæð sólina í sínum búr
um og básum. Og sum mugu
fyllast við kemiskum evnum,
hormonum og heilivági til tess
at tæna sínum endamálum í
profittjagstranini hjá altjóða
fyritøkum.
Og so kunnu somu fyri
tøkur nýta eitt sløð av sín
um vinningi til at stuðla Sea
Sheapard og øðrum felags
skapum.
Ferðaseðlaskipanin – opið bræv
til Strandferðsluna
Jákup av Skarði
Nú nýggj ferðaseðlaskipan
er sett í verk, loyvi eg mær
at skriva nøkur orð – kanska
okkurt kann nýtast at bøta
um? Eg havi frætt, at fundur
var í Suðri hósdagin 19. juni
2014, har ferðaseðlaskipanin
var eitt mál, umrøtt varð,
men eg rokni ikki við at tað
verður nøkur kunning frá
SSL.
Eg haldi besta skipanin er,
at vit keypa ferðaseðlarnar
umborð "í kioskini" - eins
og við Smyrli. Tí tá er einki
bíðirað á rampuni, loyst
verður stundisliga og tað
er "betryggjandi" fyri nógv,
at onkur av manningini er
sjónligt millum ferðafólkið.
Teir kunnu fyri tað telja á
dekkinum, at vita um vit eru
ov nógv.
Nú vit skulu gjalda báðar
vegir, gjørdist eitt sindur
bíligari at ferðast – og tað
er at gleðast um. Men, um
ætlanin bert var at tað skuldi
verða bíligari, so kundi tað
verið gjørt, uttan tó at gera
skipanin dupulta. Í hesi
dupultu skipan, skal eisini
havast í huga, at dupult so
nógvir
ferðaseðlar
skulu
prentast. Kanska rullurnar
ikki eru tær dýrastu, men
tað er so ein eykaútreiðsla í
pappíri og prenti.
Ein trupulleiki higartil er,
at Ternan hevur ikki tíð at
steðga í Nólsoy og tískil má
Ternan nú seta ferðina upp,
um arbeiðsfólkini ikki skulu
møta ov seint til arbeiðis.
Verður hetta gjørt, verður
sjálvsagt meira brennievnið
nýtt og talan verður tí bæði
um
størri
útreiðslur,
og
eisini um meira dálking. Var
møguleiki at keypa ferðaseðil
uppi í salongini, kundi hetta
verið gjørt meðan siglt varð –
bæði um talan er um dupulta
skipan ella “gomlu” skipanina,
so var ikki neyðugt at seta
ferðina upp, ella at broyta
ferðatíðirnar.
Er nýggja skipanin sett
í verk, tí fólk ferðast við
øðrum skipum til Nólsoyar,
fyri síðani at sigla ókeypis
aftur til Havnar, so eigur at
bera til at nýta somu skipan
sum umborð á Smyrli: Lat
manningini ferðaseðilin, tá
ið farið verður í land.
Lat
meg
bara
leggja
afturat,
at
skipanin
við
Smyrli enn er, at goldið
verður bert norður. T.v.s., at
tað ber til at sigla ókeypis
suður og síðani á annan hátt
at fara norður aftur – við
tyrlu ella skjóttgangdi báti.
Eitt
stórt
stig
inn
í
gerandisdagin
er,
at
nú
kann rindast við gjaldskorti.
Men...
Net-sambandið
til
kortlesaran er ikki nóg gott
og tískil gongur ein løta
við hesum og tað seinkar
sjálvsagt søluni/bíðiraðnum.
Eg hugsi mær at hesin
trupulleikin varð loystur,
um sølan var í salongini,
heldur enn á bildekkinum.
Tó at netið ikki arbeiðir
skjótt, hugsi eg tað er eitt vet
skjótari har enn á bildekkin
um.
Um
nú
ferðaseðlarnir
vórðu seldir í salongini,
har kioskin fyrr var, hevði
ein síðuvinningur verið, at
onkur av manningini var til
staðar millum ferðafólkini.
Sum er, er alt ov sjáldan, at
manningin er sjónlig, eis
ini í keðiligum veðrið. Hetta
kundi havt við sær, at ferð
andi kendu seg tryggari.
Góðu tit í Strandferðsluni.
Hendan
nýggja
skipanin
skal kanska “koyrast til”,
men fløskuhálsurin verður
tann sami, óansæð hvussu
væl manningin dugir at nýta
nýggju tólini. At standa í
bíðirað á rampuni í Nólsoy,
ein illveðursdag, er ikki besta
byrjanin til arbeiðsdagin.
Tí skjóti eg upp, at tit lata
manningina telja tey ferðandi,
á dekkinum/rampuni, men
flyt ferðaseðlasøluna upp
í fyrrverandi kioskina - og,
um neyðugt, lat ferðafólkið
handa manningini ferða
seðilin, tá ið farið verður í
land.
...kanska Strandferðslan
sær
onkrar
møguleikar
afturat, um ferðaseðlar verða
seldir í “kioskini”, undir liðini
á kaffimaskinuni?
Við bestu ynskjum um
góða og trygga farleið um
Nólsoyarfjørð.
kjak
Tað krevst nógv greiðari tala og samskipan frá okkara politisku myndugleikum um herferðina ímóti grindadrápi