Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í sálmi 315 í sálmabókini finna vit gomul orð, tí Tróndur í Gøtu yrkti ”Givnir eru einglar góðir”. Skemtiliga kunnu vit venda hesum á høvdið, og siga, at tað er ómetaliga óheppið, at hesir góðu einglar eru givnir!! Tí okkum tørvar teir nú, so hví skuldu teir gevast? Summarangist – Men hinvegin liva vit í eini tíð, har vit eru nøkur, ið halda okkum hava fingið eina nýggja sjúku, fobi ella diagnosu, nevniliga: summar-angist. Samfelagið hevur trýst á pausu-knøttin, og mentalt er alt farið í dvala. (Vanliga nevnt summarfrí). Kanska eru vit føroyingar eisini her serstøk tjóð, og gera øðrvísi enn onur: vit fara ikki í vetrardvala, menn summardvala. Men angistin er nú meira grundað á okkara felagskvotu í Gloysmkunnar Havi. Vit blaka alt ov nógv útaftur av tí, ið vit fáa, og alt endar sum útblakað hjáveiða. Vit hava verið vitni til eitt landsstýrið, og kanska eisini løgting, ið hevur verið á loysingarkós. Soleiðis at skilja, at alt festi og samhaldsfesti er loysnað, so at vit nú eisini eru um at missa fótafestið. ALT er loyst úr kjølfesti sínum. Hóast hálovaðað valskipan við einum valdømi, so politik­ arin, ið var í aftasta enda við atkvøðuteljing, altvaldandi í Føroyum. Og hann er ikki eingang løgmaður, men situr á landskassanum. Og alt hetta er hent, hóast gølur um dýra almenna ferð, og hóast grivið er í gomlum syndum, ið hava verið undirhald og ovast á topp 10 í fleiri mánaðir. Men meira hendir ikki í málinum, ið óivað kann halda fram sum framhaldssøga í minst 25 ár afturat. Og alt hetta hendir, í meðan vit hava ein løgmann, ið eins væl kundi kallað seg sløkkiliðsmann, tí hann ger ikki annað, enn at sløkkja brandar, sum samgongufelagar hansara eru uppruni til. Áhh jú, hann ger eisini tað, at hann onki sigur seg hava við Kára P. H. at gera, og hansara tunnilsmál, .....og at hann annars hevur álit á øllum sínum samgongulimum, uttan mun til, hvat onnur siga. Og hóast alt hetta hendir, so hava vit ein sterkan løg­ mann. Ein løgmann, ið sigur seg gloyma alt, tá kvøldið kemur, og sum sveur væl um náttina, so at hann vaknar væl svøvntur - og fegin, til ein spildur nýggjan morgun – hvønn morgun! Slíkt eru menn! Slíkt eru brandar!! Men summarangistin gerst ringast, tá hugsað verður um, at kringvarpsgjaldið eisini skal rinda summarskrá Kringvarpsins, har vit ikki hava útlit til stórvegis innlit. Og sera ring gerst angistin, tá hugsað verður um, at tey sum hava fingið, ikki vilja vera við meira, men vilja sleppa undan og bert njóta sítt. Hugsað verður her sjálvsagt um tey, ið hava fingið gott og fast ferðasamband, men nú siga bumm(s) nei til bummgjald, og samhaldsfesti, so onnur kunnu fáa tað sama. Slíkt er barnagarðsmentalitetur, ið ikki hoyrir eini politiskari skipan til! Men allar ringast gerst summar-angistin av, at vit eru vitandi um, at tá heystið kemur, og harvið kanska eitt val, so hava vit øll aftur gloymt ALT hetta. Vit hava latið til okkara felagskvotu í Gloymskunnar Havi. Jú, Tróndur í Gøtu! Eg haldi tú hevði rætt: Givnir eru einglar góðir. Teir eru givnir, og teir góvust, tí teir rætt og slætt mistu vónina og flogið, eftir at alt bleiv flatt. Dagfinn Olsen lærari EYGA MÁLIÐ Tá einglar góðir gevast kjak kjak Marin Katrina Frýdal býráðslimur fyri Tjóðveldi Borgarstjórin í Havn roynir nú at vaska hendur sínar, eftir at hann beinleiðis hev­ ur logið fyri býráðnum í mál­inum um tær 7 mió. krón­ urnar, sum kommunan má bøta fyri, tí hann ikki hevur røkt sína uppgávu ábyrgda­ rfult. Undirritaða er uppsøgd í breiða samstarvinum, og tað havi eg í roynd og veru ikki ilt av, tá hugt verð­ur eftir, hvussu hetta sam­ starv­ið hevur virkað. Ella rætt­ari, ikki virkað. Hetta merkir sjálvandi, at Tjóð­ veldi sum flokkur er farin úr samstarvinum, sum í veru­ leikanum ongantíð hevur virkað fyri onnur enn borgar­ stjóran sjálvan. “Tórsvøllur einki dulsmál”, skrivar tú Heðin Mortensen í aftursvari til mítt lesarabræv fyrradagin. Hetta er júst mát­in, tú reagerar, tá tú ert kroystur upp í ein krók. Tú ert nevniliga professionellur í at venda og snara málum, eins og at niðurgera og til­ látursgera tann ella tey, sum ditta sær at finnast at at­ burði tínum. Tú kemur nú við eini longri frágreiðing um masterplanin fyri Tórsvøll. Eg finnist hvørki at FSF, J&K Petersen, UEFA, FIFA ella nøkrum øðrum av aktørunum í hesi stóri verkætlan. Eg finnist at tær, Heðin Mortensen, tí tú beinleiðis duldi upplýsingar fyri býráðnum, og at næsta byggistigið ikki varð bjóðað út, sum tað sjálvandi átti. Tær so líkt blandar tú tingini tilvitað saman um allar tínar góðu ætlanir, sum eg nú royni at oyðileggja fyri teg. Eg vil enn einaferð und­ir­strika, at eg ikki eri ímóti, at umstøðurnar á Tórs­vølli verða gjørdar betri. Tvørturímóti. Men her er neyðugt at halda fok­us á tí, sum farið er fram í mál­in­um. Hetta er sjálvandi eitt royk­ slør, sum tú Heðin Mort­en­ sen nú roynir at leggja út fyri at flyta fokus frá tín­um politiskt óreiðiliga arbeiðs­ hátti. Eg má enn einaferð vísa á, at hóast tú sum borgarstjóri visti, at kommunan mátti út við 7 mió. krónum afturat fyri Tórsvøll, so duldi tú hend­an týdningarmikla upp­ lýs­ingin, so býráðið kundi víkja frá tí sera prinsipiellu støðu um ikki at bjóða eyka arbeiðstøkuna út. Tað vil siga, at parturin hjá bý­ráð­ n­um ikki eru tær 35 mió. krónurnar, sum býráðið setti av yvir 3 ár, men er nú komin upp á 42 mió. krónur. Býráðið tók jú undir við hesum, men hevði tú sum borg­arstjóri givið býráðs­ limum henda upplýsingin, um at arbeiðið fór at hava ein eykakostnað á meira enn 7 mió. krónur, so ivist eg stórliga í, um býráðs meiriluti var fyri hesum. Hetta er ein sera ódámligur háttur hjá einum borgarstjóra at lumpa og lirka málið ígjøgnum við at dylja upplýsingar fyri bý­ ráðnum. Á eykabýráðsfundinum mánakvøldið var tað ein býráðaslimur, sum beinleiðis læs úr notatum sínum og end­urgav orðarætt, tá tú segði, at kostnaðurin fyri býráðið var tann sami. Men eg vænti tó, at tað verður torført at fáa viðkomandi ella nakran annan at stíga fram og siga, at so var, tí ræðsl­an fyri revsingini hjá tær, Heðini Mortensen, altíð er bæði hørð og náðileys. Tú sigur einastaðni í grein­ini, at kjakið snýr seg um býtið millum Tórshavnar komm­unu og FSF. Nei, og aftur nei! Kjakið snýr seg um, at tú sum borgarstjóri duldi upplýsingar fyri býráðnum. Alt annað er uttanumtos. Aðrastaðni sigur tú Heðin Mortensen, at “Hetta er øll­ um býráðslimum kunnugt, sum hava havt áhuga at seta seg inn í málið.” Aftur greið adressa til mín um, at tað geri eg eftir øllum at døma ikki. Satt at siga, so eri eg allar helst tann, sum av øllum býráðslimum, ið hevur sett seg best inn í málið. Minnist meg rætt vóru tað bara eg og tveir aðrir býr1ðslimir, sum í 2011 luttóku á fyrsta fundinum, tá masterplanurin av Tórsvølli varð lagdur fram í FSF av einum sponskum arkitekti. Tú nevnir eisini, at tú fleiri ferðir hevur gjørt vart við, at eitt breitt samstarv einans er grundað á ynski um at fáa góðar og varandi semjur um stór mál. Og at øll úrslit eru semjuúrslit, og tí er týdningarmikið at finna semjur um stóru málini. Eg havi aftur og aftur biðið teg Heðin Mortensen um, at vit seta okkum niður at leggja eina langtíðaríløguætlan og finna út av, hvat vit skulu, tí satt at siga eru ynskini so nógv, at tey kosta minst eina milliard krónur. Men tær so líkt, sigur tú teg ikki hava tíð, og hetta er eisini orsøkin til, at einki stórvegis er farið í gongd hvørki í fjør ella í ár. At tað nú kom til slit í breiða samstarvinum í Tórs­havnar býráð, er eina og aleina tín ábyrgd, Heðin Mortensen. Tú ert fullkomi­ liga fyrilitaleysur í tínum fram­ferðarhátti, tí tú ongan­ tíð virðir sjónarmið hjá øðr­ um, uttan tey samsvara við tíni egnu. Eg vil enn einaferð undir­ strika, at kjarnin í hes­um málinum, ið er tann víða­gitni dropin, sum fekk bikarið hjá mær at flóta yvir, er, at tú sum borgarstjóri duldi upp­lýsingar fyri bý­ráð­ num. Hetta hevur nú kost­að skattaborgarunum í høv­uðs­ staðar­kommununi meira enn 7 mió. krónur. Við býráðskvøðu Heðin Mortensen lumpar og lirkar www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum