Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fólkakirkjan – Sjálvandi vónaði kirkju­ ráðið, at vit sum familja kundu flyta inn í presta­garð­ in. Og ja, sjálvur gav eg eisini til kennar, at tað var ætlanin hjá okkum. Men tað hevur so ikki borið til, staðfestir Magnus Brahé Jørgensen. Úrslitið bleiv, at familjan hjá presti býr í Hoyvík, meðan prestur einsamællur flutti sín bústað til prestagarðin á Prest­vegi 7 í Klaksvík. Í mun til flestonnur størv ber ikki til hjá einum presti at pendla til og frá arbeiðis. Sambært løg­tings­ lóg um embæti og størv í Fólkakirkjuni er bú­staðar­ skylda knýtt at starvinum. Føroyska lógin á økinum er frá mai 2013, og har eru viðurskiftini herd, sammett við ta donsku lóg, ið var gald­andi frammanundan. Før­oyska lógin ásetir, at er embætisbústaður tengdur at embætinum, so hevur tann, sum verður settur í em­bæti, skyldu at búgva í honum. Biskupur kann gera frávik frá ásetingini um bústaðar­skyldu, tá trý ár eru eftir av starvinum, ella tá heilt serlig peersónlig viður­skifti tala fyri tí. Frávikið røkkur tó bara, um koyrandi er frá bústaðnum til størstu kirkjuna í sóknini og flutningstíðin í mesta lagi er hálvur tími. Magnus Brahé Jørgensen hevur ikki søkt um frávik eftir ásetingunum í galdandi, føroysku lóggávuni á økin­ um. – Nei, eg havi ikki biðið um at vera loystur frá bú­staðar­ skylduni, sigur Magnus Brahé Jørgensen og vísir á, at hann sum danskur tænastumaður hevur onnur rættindi. Rættindi, ið sambært presti geva honum møgu­ leika at vera loystur frá bú­ staðarskylduni, tá hann er 60 ár. Magnus Brahé Jørgensen, sum í dag er 60 ára gamal, dugir ikki at útgreina hesi viðurskifti nærri, og hann hevur heldur ikki søkt um at brúka tey. Í staðin hevur hann býtt seg og familjuna í tvey: – Eg flutti beinanvegin til Klaksvíkar, meðan familjan bleiv búgvandi í Havn. Tey vitja meg, tá høvi býðst, og eg eri í Havn, tá eg havi frí. Tað er ein fín loysn, sigur Magnus Brahé Jørgensen. Hóast mótmælisskriv er sent biskuppi, so heldur prestur seg hava røkt sítt embæti og sítt prestagjald á fullgóðan hátt. – Tað eri eg, sum eri settur í starv, og ikki familjan. Eg brúki nógva tíð í Klaksvík, svarar Magnus Brahé Jørgen­ sen. Jógvan Fríðriksson vísir í sínum lagi til ásetingarnar um bústaðarskyldu í før­ oysku lógini um embæti og størv í fólkakirkjuni. Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki í løtuni. Til kritikkin, sum snýr seg um arbeiðsbýtið millum báðar prestarnar í Norðoya vest­ara prestagjaldi, sigur sóknarpresturin soleiðis: – Hanus á Gørðum er lokalur og hevur stóra sosiala berøringsfladu, og tí verður hann oftari biðin eitt nú til jarðarferðir. Men eg taki so aðrar uppgávur á meg, so samanumtikið haldi eg at arbeiðsbýtið millum okkum báðar er á eini leið, sigur Magnus Brahé Jørgensen. De corum Triðja punktið á skránni fyri fundin millum Jógvan Fríðriksson og Magnus Brahé Jørgensen er rúsdrekka. Jógvan Fríðriksson vil ikki útgreina, hvat hetta merkir, men váttar tó, at kæran hevur nakað við øll trý punkt at gera. Sjálvur heldur sóknar­ prest­urin seg ikki hava nakr­an trupulleika við rús­ drekka. – Fólkakirkjan hevur ein rúsdrekkapolitikk, sum sigur at man skal ikki vera ávirkaður í tænastuni, og tað er ikki ein trupulleiki hjá mær. Hinvegin havi eg eisini eitt privatlív, og tá má eg hava loyvi at drekka eitt glas av víni, um eg havi hug til tað, sigur Magnus Brahé Jørgensen og brúkar aftur orðini slatur og sleyg um nógv av tí, ið er ført fram móti sær. Fundurin Í upprunaligu fundar­inn­kall­ ingini skuldi Magnus Brahé Jørgensen møta hjá Jógvani Fríðriksson 1. juli. Tá er sókn­ arpresturin uttanlands í feriu, og sambært biskupi er nýggjur fundardagur tí ásettur. Hóast biskupur í innkallingini leggur upp til, at sóknarpresturin hevur hjásitara við sær á fund, so verður tað neyvan soleiðis. – Nei, eg fari einsamællur, fyrst og fremst fyri at lurta, sigur Magnus Brahé Jørg­en­ sen. Fyri Jógvan Fríðriksson kemur tað illa við, at fundar­inn­kallingin gjørdist almenn. – Møguliga er hetta brot á tagnarskylduna hjá einum tænastumanni. Hvussu skal eg kunna arbeiða, um alt verður alment dagin eftir, spyr Jógvan Fríðriksson. Sambært fundarinn­kall­ ingini miðar biskupur eftir at finna eina endaliga loysn á málinum. – Allir møguleikar eru opnir, sigur Jógvan Fríðriks­ son uttan at útgreina møgu­ leik­arnar nærri. Biskupur skundar sær tó at minna á menniskjaligu atlitini, ið Fólkakirkjan altíð tekur. – Og minst til, at ein sam­ tala er ikki eitt ákærurit. Men hasi trý punktini í fundar­ innkallingini eru tey, ið vit skulu tosa um, sigur Jógvan Fríðriksson. úkar asleyg – Uppgávan er heilt einfalt at fáa tey viðurskifti, sum ikki eru í lagi, í lagi aftur.Vit skulu hava ró, nøgdsemi, trivnað og vøkstur í okkara fólkakirkju, sigur Jógvan Fríðriksson.