Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fólkakirkjan Jón Brian Hvidtfeldt Orð stendur móti orði, nú Magnus Brahé Jørgensen fyrsta dagin skal á fund við sín stjóra, Jógvan Fríð­ riks­son. Fundurin er bein­ leiðis avleiðing av, at nakrir borgarar í Klaksvík fyrst í apríl mánað sendu eina kæru til biskupin um sóknar­ prestin. Sosialurin hevur biðið um at sleppa at síggja innihaldið í kæruni, men tað ynskið er higartil ikki gingið á møti. Innlitsumbøn er tí send. Mikukvøldið valdi Magn­ us Brahé Jørgensen at senda nøkrum fjølmiðlum fundar­ inn­kallingina frá biskupi. – Tað gjørdi eg, tí eg var vónbrotin og harmur um ta viðferð, ið eg fái frá Jógvani Fríðriksson. Almenningurin má fáa at vita, hvussu fólk verða handfarin av Stifts­ stjórn­ini, sigur Magnus Brahé Jørgensen. Fundarinnkallingin lýsir teir trupulleikar, sum Fólka­ kirkjan metir seg hava av tí eina sóknarprestinum í Norð­oya vestara prestagjaldi. Ítøkiliga verða trý viðurskifti nevnd. Bústaðarviðurskiftini hjá Magnusi Brahé Jørgen­ sen. Tænastubýtið millum teir báðar prestarnar í sókn­ ini. Og rúsdrekka. Í fundarinnkallingni sig­ur Jógvan Fríðriksson seg kunna stað­festa, at Fólka­kirkj­an hevur ein trupul­leika ella eina avbjóðing. Av­bjóðingin er at loysa mis­ljóð og fylgj­ urnar av mis­ljóði í Norð­oya vestara presta­gjaldi. Hava tygum ongan trupul­leika, so hava vit ein dupult­an trupul­ leika, skrivar Jógvan Fríðriks­ son í fundarinnkallingini. Ein setningur, sum biskup­ ur ikki ynskir at útgreina stórvegis nærri: – Uppgávan er heilt ein­ falt at fáa tey viðurskifti, sum ikki eru í lagi, í lagi aftur. Vit skulu hava ró, nøgdsemi, trivnað og vøkstur í okkara fólkakirkju, sigur Jógvan Fríð­riks­son. Brævið Beinleiðis orsøkin til, at Magnus Brahé Jørgensen er inn­kallaður á fund hjá biskuppi, er sum nevnt kær­ an frá nøkrum íbúgvum í presta­gjaldinum. Sambært biskuppi er kæran tó ikki fyrstu atfinningarsomu orð móti nevnda sóknarpresti. – Vit hava fingið fleiri prei um ymisk viðurskifti. Men prei fáa vit ikki brúkt til so grúviliga nógv. Men í apríl kom ein formlig kæra frá navngivnum fólkum, og tá er tað mín skylda at taka málið upp og viðgera kæruna. Ein slík kæra skal hava eina málsviðgerð, eisini fyri at verja tann, sum kæran snýr seg um, sigur Jógvan Fríðriksson. Sambært fundarinnkall­ ingini, ið sóknarpresturin hev­ ur valt at almannakunngera, røkkur málið heilt aftur til 2008. – Biskupur hevur áð­ur tosað við tygum um líknandi mál, ja enntá sent tygum eitt hoyringsskriv. Tygum hava víst øllum aftur og stað­fest, at als eingin trupul­leiki er. Biskupur tók á fyrsta sinni hetta mál­ið upp í telefon­sam­røðu við tygum í apríl 2008, skrivar Jógvan Fríðriksson í fundar-inn- kallingini til Magn­us Brahé Jørgensen. Jógvan Fríðriksson váttar, at talan er um eitt gamalt mál, uttan at hann tó vil fara í smálutir. – Hetta er eitt starvs­fólka­ mál. Ein samtala. Prestur er tænastumaður, og við em­ bætinum fylgja rættindi og skyldur, sigur Jógvan Fríð­ riksson. Sóknarpresturin hevur tó eina aðra áskoðan. – Biskupur lurtar ov nógv eftir bindiklubbum í Klaks­ vík, sum føra fram slatur og sleyg uttan nakra sum helst próvførslu. Tað harmist eg um, og haldi eg at biskupur er lopin framav, sigur Magnus Brahé Jørgensen. Biskupur er ósamdur. – Tað er mín uppgáva taka upp og viðgera øll mál, eis­ini kærur. Tað er eingin orsøk hjá mær at prógva nakað, áðrenn samtalan við sóknar­ prestin hevur verið, sigur Jógv­an Fríðriksson. Sambært sóknar­prest­in­ um kemur kæran frá fólki, ið hann einki hevur við at gera, hvørki privat ella í em­ bætinum. – Eg haldi, at tey sum hava klagað og eg sjálvur skuldu verið kallað saman á fund saman við biskuppi og dómpróvstinum, og so­leið­is kundi málið verið avgreitt, sigur Magnus Brahé Jørg­en­ sen. Bústaðurin Magnus Brahé Jørgensen tók við sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi í januar 2007. Sambært presti sjálvum var bústaðurin longu tá uppi og vendi í samrøðu við kirkjuráðið í økinum. Biskupur br bindiklubba Sóknarpresturin í Norðoya vestara prestagjaldi heldur lítið um at skula standa skúlarætt fyri biskupi. – Eg harmist um at biskupur velur at lurta eftir sleygi og slatri, sigur Magnus Brahé Jørgensen. – Eg havi skyldu at viðgera allar kærur, sigur Jógvan Fríðriksson, sum heldur lítið um at sóknarpresturin almannakunnger brævið frá sær – Biskupur lurtar ov nógv eftir bindiklubbum í Klaksvík, sum føra fram slatur og sleyg uttan nakra sum helst próvførslu, sigur Magnus Brahé Jørgensen