hósdagur 26. juni 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Summarið 2014 er møguleiki at søkja inn á
hesar 9 bachelorútbúgvingar á Setrinum
♥ Lívfrøði
♥ Kt-verkføði
♥ Lærari
♥ Námsfrøði
♥ Sjúkrarøktarfrøði
♥ Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
♥ Politikkur og umsiting
♥ Søga
♥ Føroyskt
Skapa teg
á Setrinum
Umsóknarfreistin er 1. juli 2014 á midnátt
Meira kunning um útbúgvingarnar, umsóknarblað
og leiðbeining, fæst á setur.fo
Sosialurin 341800
Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo
Endamálið hjá Formula er at skapa
meirvirði fyri kundan. At skapa
meirvirði fyri kundan krevur
munagóða sølu og ráðgeving, tí
søkja vit nú eftir enn einum sølufólki.
Starvsøkið fevnir um sølu, ráðgeving og
samskipan av uppgávum, bæði innanhýsis og
mótvegis kundunum. Tú kemur at vera millumlið
ímillum okkara ráðgevar og kundarnar, tá ið
nýggjar loysnir skulu mennast og setast í verk.
Vit leita eftir fólki, ið duga væl at samskifta og
eru fyrikomandi av lyndi. Neyðugt er, at tú ert
røkin og álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn
trupulleikar, arbeiðir sjálvstøðugt og málrættað.
Tú hevur royndir innan sølu og ráðgeving
umframt kunnleika til KT. Tú verður ein partur av
virkisøkinum Tøkni- og rakstrarloysnir.
Arbeiðsumhvørvið er spennandi og mennandi,
tí arbeitt verður tvørtur um fakmørk. Fakligu
avbjóðingarnar eru í hásæti, har góðir møgu-
leikar eru fyri persónligari menning, bæði
umvegis dagligar avbjóðingar og altjóða
góðkenningar. Á virkisøkinum hava vit nógv um
at vera, tí skalt tú kunna hava fleiri bóltar í senn
og arbeiða miðvíst.
Vit bjóða løn, sum verður ásett eftir royndum og
útbúgving.
Umsóknin við prógvum skal sendast til Eyðun
Thorsvig á teldupostadressu et@formula.fo.
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at
ringja til Eyðun Thorsvig á tel. 244145 ella senda
ein teldupost til áðurnevndu teldupostadressu.
Umsóknarfreistin er
mánadagin 21. juli 2014 kl. 12.
1xpetur
Stutt um Formula: Okkara aðalmál er at virka fyri at okkara viðskiftafólk fáa økt kappingarføri. Virksemið hjá Formula er skipað í vitarnareindir har góðskan
verður tryggjað umvegis altjóða góðkenningar. Á Formula starvast 75 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn. Formula er eitt
fíggjarliga trygt virki við eini eginfígging á 60% og einum gjaldførislutfalli á 250. Á Formula eftirmeta vit áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis
kundanøgdsemiskanningum og búskaparligum úrslitum.
Formula søkir
eftir søluráðgeva