hósdagur 26. juni 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Privatisering tryggjar ikki
framtíðini hjá landbúnaðinum
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Landsstýrismaðurin í land
búnaðarmálum
ætlar
at
privatisera
landsjørðina
og hevur, sum skilst, sett
ein skjóttarbeiðandi bólk
at koma við tilmæli um
hetta. Á ólavsøku fer helst
at koma eitt uppskot um
privatisering,
sum
skal
avgreiðast í miklum skundi
– tey flestu vænta jú val í
heyst. Grundgevingin hjá
Jacobi Vestergaard higartil
er, at hann vil “loysa tey
bundnu fíggjarligu virðini,
ið eru í landsjørðini”. Hetta
kann illa merkja annað, enn
at bøndurnir skulu keypa
jørðina frá tí almenna.
Í landbúnaðinum eru í
løtuni ein røð av avbjóðingum,
sum
landsstýrismaðurin
átti at nýtt orku at loyst.
Einoygt ideologiskt fokus á
at privatisera jørðina, kann
skjótt koma landbúnaðinum
aftur um brekku.
Tíverri er eingin politiskur
fylgibólkur settur, og ei heldur
hevur nakað aðalorðaskifti
verið um landbúnaðin sein
astu mongu árini. Løgtingið
viðgerð stórt sæð bert land
búnaðin, tá okkurt bráð
feingis lógaruppskot skal
samtykkjast. Hetta er spell, tí
landbúnaðurin er ein vinna
við víðfevndum møguleikum,
fær hon betri grundarlag at
byggja framtíðina á.
Hvat vilja vit við
landbúnaðinum?
Við fáum undantøkum, er
vinnuligi landbúnaðurin í
dag knýttur at almennu jørð
ini. Privata jørðini er eftir
hondini so smábýtt, at grund
arlag ikki er fyri vinnuligum
rakstri. Festijørðin er eisini
í stóran mun býtt í smáar
eindir – eini 370 festi. So her
er rúmd fyri stórum um
skipanum, at leggja betri
grundarlag undir vinnuna.
Tørvur er á einum nýggj
um framskygdum landbún
aðarpolitikki, sum setir greið
mál fyri, hvat vit vilja við
landbúnaðinum í Føroyum.
Og sum leggur miðvísar
ætlanir fyri, hvussu málini
kunnu røkkast. Roynt varð
at fáa undirtøku fyri júst
hesum
við
løgtingsmáli
138/2013 “Uppskot til sam
tyktar um nýggjan landbún
aðarpolitikk”, sum Tjóðveldi í
vár legði fyri Løgtingið.
Endamálið var at fáa semju
um at seta í verk eitt arbeiði
at endurskoða galdandi land
búnaðarlóggávu og -skipanir
og orða ein landbúnaðar
politikk, sum kann stuðla
undir, at vinnan mennist og
kemur at kasta meira av sær.
Serliga umráðandi er at gera
tað eggjandi fyri yngri fólk
at taka við. Samgongan feldi
tíverri uppskotið.
Skal ein nýggjur land
búnaðarpolitikkur eydnast, er
sjálvandi stak umráðandi, at
arbeiðið - umframt at byggja
á royndir og breiða fakliga
vitan í landbúnaðinum -
eisini byggir á undirtøku
millum politisku flokkarnar,
so karmarnir kring vinnuna
verða støðugir.
Keyp og søla av
festijørðini
Førdi landbúnaðarpolitikk
urin hevur ikki ført við sær
eina blómandi vinnu, men
heldur er tað vorðið ger
andiskostur at frætta, hvussu
tungur raksturin er. Tað eru
tíbetur fleiri garðar, sum bera
seg sera væl fíggjarliga, men
eru teir undantøkini.
Bøndurnir hava longu
rættin at veðseta og avhenda
festibrøvini. Sostatt verður
“jørðin” - brúksrætturin - til
almennu jørðina longu seld
og keypt. Í fleiri førum fyri
milliónaupphædd. Fyrimun
urin við umsetiligheitini er,
hon hevur gevur bóndum
atgongd til meira jørð og
kvotur. Men, hon hevur eisini
lagt stórar fíggjarligar byrðar
á fleiri av teimum virknastu
bóndunum, sum ger tað
trupult at fáa raksturin at
bera seg.
Skal ungt fólk eggjast til
at taka við í landbúnaðar
vinnuni, krevst, at stórar
íløgur verða gjørdar í nú
tímans tøkni og fjós og
holl faklig menning. Tí er
púra avgerandi, at fáa sett í
verk broytingar, sum geva
grundarlag fyri at kunna
byggja upp yvirskot í vinnuni.
Ein
privatisering
kann
tíverri fara at føra við sær, at
kapitalurin verður drenaður
úr
vinnuni,
heldur
enn
nýttur til at útbyggja hana.
Jørðin er avmarkað tilfeingi,
tí kann vinnan tí lættliga
blíva yvirkapitaliserað við
størri skuldarbinding, enn
raksturin ber – eisini hóast
bæði hegni og vilji eru til
staðar.
Tættir at loysa
Tað er so nógv, landsstýris
maðurin í búnaðarmálum
átti at tikið til viðgerðar og
loyst, áðrenn hann yvir
høvur tosar um privati
sering.
Umframt
eina
nútímans jarðar- og land
búnaðarlóggávu, sum gevur
fíggjarliga trygt grundarlag
undir landbúnaðinum, eru
millum tørvur á:
Málrættan av landbún
aðarstuðlinum,
so
hesin
stuðlar
undir
sett
mál.
Lendislóggávu, sum tryggjar,
at besta búnaðarjørðin verð
ur varðveitt til landbúnað.
At tryggja betri kapital
atgongd hjá vinnuni. At
seta greið mál fyri hvørjar
landbúnaðarvørur Føroyar
kunnu og vilja vera sjálvveit
andi við. Miðvís nýtsla av
felags festikontu til bøttar
karmar fyri matframleiðslu
og annað, til felags gagns fyri
vinnuna. Framleiðsluskylda
og at geva virknum bóndum
atgongd til jørð, sum liggur
órøkt, osfre.
Ein nýggjur landbúnaðar
politikkur eigur eisini at
leggja dent á at styrkja
granskingar- og ráðgevingar
partin av Búnaðarstovuni,
so fleiri royndir verða gjørd
ar við framleiðslu, fóður
royndum, framleiðslutøkni,
burðardyggum
hagabiti
osfre. Hesin partur er nógv
niðurspardur seinastu árini.
Útbúgvingarmøguleikar
og gransking eiga at verða
samskipað millum Búnaðar
stovuna (Royndarstøðina) og
Fróðskaparsetrið. Og mun
andi átøk eiga at verða gjørd
at bøta um trupulleikan av
jarðrivi í hagalendi. Politiska
skipanin hevur eisini skyldu
at taka støðu til, á hvønn
hátt
landbúnaðurin
skal
hava strategiskan týdning
sum framtíðar tilbúgving og
tørvin á, at hava framleiðslu
orkuna í landinum.
Farið við hesum at heita
á landsstýrismannin um at
fáa í lag eitt djúptøkið orða
skifti um framtíðina hjá
føroyska
landbúnaðinum.
Tí higartil hevur tosið um
privatisering
mest
borið
brá av at tekkjast einum
veljaraskara, og í øllum føri
ikki givið nakað svar uppá,
hvussu
ein
privatisering
loysir avbjóðingarnar hjá
vinnuni og førir til nýhugsan
og framtíðar menning í land
búnaðinum.
Vinnuhúsið tosar við fleiri tungum
Ewald Kjølbro
Enn eina ferð borðreiðir
Vinnuhúsið við mótsigandi
útsagnum um, at vinnan
ynskir at liva og virka í
kapping. Samstundis mælir
umboð vinnunnar til at
privatisera asfalttænastuna
hjá Landsverki og harvið
burturbeina alla kapping.
Ístaðin fyri at seta inn,
har eingin kapping er inn
an asfaltøkið, nevnliga hjá
kommunum, roynir Vinnu
húsið nú av øllum alvi at
beina fyri tí sindri av kapp
ing, sum er innan almennar
asfaltuppgávur undir landin
um.
Vinnuhúsið
tosar
við
fleiri tungum og skjýtur full
komiliga við síðuna av, tá
víst verður á, at “Hinvegin er
besti mátin at tryggja slíka
kapping at økja um støddina
á marknaðinum, sum privatar
fyritøkur kunnu bjóða uppá,
heldur enn at tað almenna
roynir at spæla vinnulív og
harvið minka um marknaðin
hjá privatu fyritøkunum.”
Fyri tað fyrsta roynir
tað almenna ikki at “spæla”
vinnulív. Asfaltering var ein
almenn uppgáva, sum Lands
verk røkti í fleiri áratíggju,
áðrenn tað komu privatar
asfaltfyritøkur.
Í
øðrum
lagi er tað eitt merkisvert
sjónarmið
at
borðreiða
við hjá høvuðsumboðnum
fyri vinnuna at “økja um
støddina á marknaðinum”
við at minka um útboðið og
lata tað upp í hendurnar á
kappingarneytum.
Støðan á asfaltøkinum er
tann, at eftirspurningurin
kann nøktast við bert einum
asfaltframleiðara. Tað finnast
tvey verk, sum framleiða
asfalt, og tríggir útbjóðarar
av asfaltálegging. Veruleikin
er tann, at asfaltverkini
hvørt sær gagnnýta væl
minni enn helvtina av teirra
framleiðsluorku. Og við at
lata tað eina verkið aftur – í
hesum føri tað almenna, sum
Vinnuhúsið skjýtur upp við at
privatisera asfalttænastuna
hjá Landsverki – fer tað at
kollrenna tað sindrið av
kapping, sum Landsverk er
við til at tryggja.
Vinnuhúsið eigur at vita,
at útboð og prísir hanga
neyvt
saman.
Støðan
í
Føroyum er tann, at for
treytirnar fyri kapping eru
vánaligar, longu sum er. Við
at savna framleiðsluna hjá
enn færri útbjóðarum, fer
hetta einans at ganga út
yvir prísin hjá brúkaranum.
Við hesi útrættu hondini til
privata asfaltverkið, verður
tað føroyski skattgjaldarin,
ið verður revsaður. Tá verð
ur nevniliga laga manni hjá
privatu fyritøkuni – sum
einaumboð fyri alla asfalt
framleiðslu
–
at
hækka
prísin.
Ófatiligt, at Vinnuhúsið
letur seg brúka sum jarn
brot til at beina fyri kapp
ingini og skapa eitt monopol,
ístaðin fyri at taka støðu til
trupulleikan við manglandi
útboðum á kommunala øki
num, sum fevnir um helmi
ngin av asfaltmarknaðinum.
Í
veruleikanum
er
tað
kanska ikki so løgið kortini,
tí her hava privatu asfalt
fyritøkurnar longu býtt tann
partin av marknaðinum sína
millum.
Landsverk heitir tí á
Vinnuhúsið um at umhugsa
støðutakan sína enn eina
ferð og ikki lata seg brúka
ókritiskt av teimum kreft
um, sum vilja minka enn
meira um kappingina. Hetta
verður heilt greitt úrslitið,
um uppskriftin hjá Vinnu
húsinum til “at skapa kapp
ing”, verður fylgt. Nevniliga
eingin kapping yvirhøvur.