hósdagur 26. juni 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mentan
Kinna og Inger
Kinna Poulsen er cand.mag í donskum og listasøgu og
arbeiðir í Hoydølum, har hon undirvísir í donskum og
listasøgu. Harumframt kuraterar hon framsýningar og
hevur m.a. sett saman framsýningina Billedord Ordbilled á
Norðurbryggjuni. Næsta verkætlanin er Ólavsøkuframsýningin,
sum letur upp ólavsøkuaftan í Listasavninum.
Inger Smærup Sørensen hevur útbúgving innan listafrøði
frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon arbeiðir
freelanse við at gera listaframsýningar, eitt nú stendur hon
fyri Summarframsýningini, Glas, sum er í Norðurlandahúsinum
í hesum døgum. Inger leggur somuleiðis mentunarinnleggið,
Mentan, sum er hvønn mánað í Sosialinum, til rættis
Kinna og Inger byrjaðu listablogguna, Listin, fyri 4
árum og 2.337 innleggum síðani. Ein hálv millión
vitjandi hava verið inni á blogguni hesi fýra árini.
Kinna Poulsen. Hon hevur
ikki havt trupulleikar við
at arbeiða kritiskt, men hon
hevur merkt á umhvørv
inum, tá hon hevur verið
atfinningarsom.
– Eg havi merkt tað sera
væl, tá eg eri komin inn í eitt
rúm – tað hevur nærmast
verið, sum um eg var ein
kakkerlakkur, sigur Kinna
Poulsen.
Inger Smærup Sørensen
sigur, at hon hevur verið
serliga glað fyri, at tað er
eydnast at fáa listafólk at
koma við teirra verkum.
– At gera "bloggulist" Eitt
nú okkara skaldskapsjóla
kalendera,
har
Toroddur
Poulsen, Carl Jóhan Jensen,
Rói
Patursson
og
Sissal
Kampmann hava havt eina
yrking fyri hvønn dag í de
sember, tað var eg sera fegin
um, sigur Inger Smærup
Sørensen.
Harumframt tekur hon
mótmælislistina
fram, sum nakað,
hon hevur verið
serliga glað fyri.
– Eg haldi, at
tað hevur ver
ið
stuttligt
at
brúkt blogguna
uttan fyri blogg
una. Eitt nú tá vit
gjørdu eina fram
sýning saman við
Amnesty á blogg
uni, har listafólk
kundu senda vir
tuel listaverk til
blogguna,
sum
seinni vóru brúkt
til eina veruliga
framsýning, sigur hon.
Men ilt er at siga, hvat
hevur haft størstan týdning.
– Nakrar av teimum grein
unum, sum eg havi brúkt
longst tíð upp á, og sjálv havi
verið glaðast fyri eru kanska
lisin av trimum fólkum, með
an tað hevur fingið stóran
týdning og skapað nógv
kjak, at skriva nakrar linjur
frá Tingvarpinum av og lagt
tær út, sigur Inger Smærup
Sørensen.
Hugurin drívur verkið
Tær hava lagt nógv arbeiði í
blogguna, og tað hevur tikið
nógva tíð, men áhugin hevur
drivið verkið.
– Tað hevur verið rættu
liga ymiskt, hvussu langa
tíð vit hava brúkt upp á
blogginnleggini, og hvussu
umfatandi tey hava verið.
Onkuntíð hava eg sitið til
klokkan
02
um
náttina
fyri síðan at fara upp aftur
klokkan 05, fyri at gera
eina grein lidna, áðrenn eg
skal til arbeiðis, sigur Kinna
Poulsen.
Orsøkin til, at Inger og
Kinna fóru undir blogg
una, var, at tær hildu, at
mentanartilfar
manglaði
í almenna rúminum. Tað
manglaði kjak og vitan um
list, eins og kritisk viðgerð av
mentanarpolitikkinum.
– Vit høvdu ikki nakað for
kromað endamál við blogg
uni. Vit vóru samdar um, at
alt ov lítið verður gjørt um
mentan í fjølmiðlunum, og tí
vildu vit gera nakað sjálvar.
So fóru vit í holt við tað, sigur
Kinna Poulsen.
Listabloggin er vorðin ein
so fastur táttur í almenna
rúminum, at fólk gloyma, at
tað er ein privat blogga.
– Fólk finnast at, at vit ikki
umrøða alt, men hetta er ein
privat blogga, sum vit gera
av áhuga, og vit ummæla
sjálvsagt list, sum vit halda
er áhugaverd, sigur Kinna
Poulsen.
Einastandandi
møguleikar í Føroyum
Dagliga bloggan er somu
leiðis ein avbjóðing, sum
hevur kravt, at tær hava
fylgt væl við, og at tær hava
gingið til nógv tiltøk. Nú
gleða tær seg til at fara til
ein sjónleik ella eitt tiltak
uttan at skulu hugsa um, at
tað møguliga skal ummælast
ella viðmerkjast.
– Tað eru longu fimm dag
ar, har vit ikki hava skrivað.
Tað er heilt løgið, tí ikki ein
dagur er gingin í fýra ár
uttan. Nú skulu vit líka hava
eina pausu. Møguliga okkurt
annað stingur seg upp, sigur
Inger Smærup Sørensen.
Mentanarpolitikurin
er
tungur, og kann vera troytt
andi í sær sjálvum, men tað
er av týdningi at arbeiða við
tí.
– Mótsatt sjálvari listini
kann eg gerast sera móð av
øllum rundan um listina.
Tú skalt vera tolin, um tú
vilt síggja betringar á ment
anarpolitiska økinum, men
eg haldi kortini, at tað er
vert at arbeiða við, tí tað
eru fantastiskir møguleikar
fyri at gera verðsins besta
mentanarpolitik í Føroyum,
sigur Inger og leggur aftrat:
– Vit eru so lítil, at vit
kunnu gera eina fyrstaflokks
listarliga royndarstøð, tí tað
eru so nógv ting, sum eru
lættari, at gjøgnumføra, tá
landið er so lítið. Tískil eru
einastandandi møguleikar í
Føroyum, og teir gleði eg meg
til at gera brúk av.
marjun@sosialurin.fo