Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mentan Marjun Dalsgaard Um bloggan verður ein vani, er hon ikki áhugaverd long­ ur. Nýhugsan er neyðug. Um greinarnar skriva seg sjálvar, er tíð at gevast. Tað siga tær báðar Inger Smærup Søren­ sen og Kinna Poulsen. – Møguliga hevði tað verið lættasta sak í verðini at hildið fram nú. Nú eru vit komnar inn í eina rútmu, men um alt gongur av sær sjálvum, er tíð at gevast, tí so verður tað óinteressant, sigur Inger Smærup Sørensen. Í fýra ár hevur hon fylt rúmið við list, mentanarkjakið og politiskum viðmerkingum saman við Kinnu Poulsen, og júst nýhugsan hevur sett sín dám á Listablogguna: ’Skald­skaps­jóla­kalend­ arin’, ’kanón­list’, ’listaboykott’, ’lista­verkfallsverk’ og ’lista­ verk­fallskrøv’ eru dømir um, at tær báðar hava tambað og toygt sjangrur á blogguni, tá hugflogið skuldi tryggja eitt nýtt blogginnlegg hvønn dag. Men tað hevur ikki verið keðiligt, og tað hevur mangan sett eld í – bæði í kjak millum listafólk og politikarar. Eitt nú, tá mentamála­ ráð­harrin ætlaði at skera Mentanar­grunnin við 20 prosentum, var tað Listin, sum varpaði ljós á trupul­ leikan. Tað elvdi til kjak um evnið. Eitt kjak, sum endaði við, at pengarnir komu aftur í kassan, sigur Inger Smærup Sørensen. Men tær eru lítillætnar við­víkjandi sínum leikluti. Áhugin fyri list størri – Møguliga er áhugin størri fyri list í dag enn hann hevur verið. Eg haldi, vit hava megnað at varpað ljós á, hvussu nógva list vit hava í Føroyum, og at tað ber til at skriva nógv áhugavert tilfar um list og mentan í Føroyum dagliga, sigur Kinna Poulsen og leggur aftrat. – Hvønn týdning tað hevur haft sum so, mást tú spyrja onkran annan um, tað kann eg ikki meta um. At miðla list, hevur verið ein týdningarmikil leiklutur hjá listablogguni. Tað hevur verið møguligt hjá listafólki at senda tilfar til Inger og Kinnu, sostatt hava listaverk verið víst fyri fyrstu ferð á blogg­uni. – At sýna og miðla list­ ina og mentan er ein týdn­ ingarmikil partur av tí, sum vit hava gjørt. At varpa ljós á list, og hvussu nógv list er, sum er áhugaverd, og eg haldi, at vit hava víst, at tað ber til at skriva nógv og áhugavert tilfar um list og mentan í Føroyum, sigur Kinna Poulsen. Men umframt at vera ein sýnisgluggi, sum sýnir nýggja list, hava tær mest sum havt ein journalistiskan leiklut. – Vit hava sett okkum nið­ur og hugt eftir ting­ varpinum. Lurtað, hvat hevur verið sagt, tá talan var um mentanarøkið og hetta hevur gjørt, at vit hava fangað fleiri týdningarmiklar politiskar avgerðir, sum fjølmiðlarnir ikki hava tikið, upp, sigur Inger Smærup Sørensen. Hon hevur á bloggini havt eina meira journalistiska til­ gongd til mentan, eitt nú við at viðgera mentanar­polit­ iskar spurningar, með­an Kinna Poulsen hevur stað­ið fyri ummælum av lista­verk­ um. Tað er somu­leið­is tann part­urin, sum hon hevur verið glaðast fyri. Kritisk ummælir Ummælini hava ikki altíð strokið listafólkunum við hárunum, og tað hevur eis­ ini sett sín dám á bloggin og á kjakið um list í almenna rúminum. – Eg haldi ikki, at eitt um­ mæli er áhugavert, um tað bara rósar. Tað er ikki enda­ málið við einum um­mæli at rósa einum verki, sigur BLOGGAN má ikki blíva ein vani Í fýra ár hava tær báðar, Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, sett dagsskránna á mentanarøkinum við listablogguni. Nú er tíð at gevast, áðrenn tað gerst ein vani, siga tær báðar – Eg haldi ikki, at eitt ummæli er áhugavert, um tað bara rósar. Tað er ikki endamálið við einum ummæli at rósa einum verki, sigur Kinna Poulsen.