Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fakini, sum verða boðin út, eru: • Søgulig málvísindi • Málmenning • Fólkanøvn • Norðurlendskar samtíðarbókmentir • Nýggjur føroyskur skaldskapur Søgulig málvísindi. Lærari Hjalmar P. Petersen lektari dr. phil. Innihaldið eru málbroytingar á ymiskum málsligum stigum. Skeiðið snýr seg um málsligar broytingar í søguligum høpi. 10 ECTS. Málmenning. Lærari Sissal M. Rasmussen ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini. Skeiðið snýr seg um, hvussu smá børn læra seg mál. 10 ECTS. Fólkanøvn. Lærari Anfinnur Johansen lektari. Skeiðið er ein søgulig og samtíðarlig viðgerð av føroyskum fólkanøvnum. 10 ECTS. Norðurlendskar samtíðarbókmentir. Lærarin Soffía Auður Birgisdóttir, íslendskur gestalærari. Skeiðið byrjar fyrst í september og gongur fram til heystfrítíðina. 5 ECTS. Nýggjur føroyskur skaldskapur. Lærari Bergur D. Hansen ph.d.-lesandi á Føroyamáls- deildini. Skeiðið byrjar eftir heystfrítíðina og endar í desember. 5 ECTS. Eftir at hava staðið roynd við skeiðslok fær studenturin útskrift úr próvbókini við úrslitinum. Gjaldið fyri stakgreinalestur er 200 kr/ECTS, sum verður goldið, áðrenn skeiðið byrjar. Umsóknin skal sendast til: Fróðskaparsetur Føroya J.C. Svabos gøtu 14 FO-100 Tórshavn ella lestur@setur.fo Umsóknarfreist Freistin at søkja um upptøku til stakskeið í føroyskum er mánadagin 20. august 2014. Nærri kunning Les meira um útbúgvingina, námsskipan, og tak niður umsóknarblað og leiðbeining á: http://setur.fo/foeroyamalsdeildin/utbugving/stakskeid/ Til ber eisini at venda sær til Sáru Joensen, deildarskrivara á Føroyamálsdeildini, telefon 292538, ella senda ein teldupost til: saraj@setur.fo Skeiðslýsingar liggja á http://setur.fo/til-studentar/foeroyamalsdeildin/ Stakskeið í føroyskum Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út stakskeið í føroyskum á bachelor- og masterstigi. Skeiðini kunnu eisini takast av øðrum enn lesandi á BA og MA í føroyskum, treytað av hóskandi førleikum. Treytin fyri upptøku er 2 ára universitetsnám/BA- ella MA-nám í hóskandi grein/greinum. Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 • 110 Tórshavn • www.setur.fo