Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur Jóannes Hansen Í kvøld verður punktum sett fyri landskappingini hesu megin summarsteðgin. Tey niðaru liðini fara at halda steðg frá fótbóltinum í tvær vikur, áðrenn tað verður farið undir fyrireikingarnar til landskappingina, sum aftur verður á skránni á ólavsøku. Bestu liðini fara beinleiðis frá kappingini um fremsta plássið og í europeiska eldin. HB fær longu týsdagin vitjan av Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Víkingur fær miku­ kvøldið vitjan av Daugava Daugavpils úr Letlandi, og sama kvøld fær B36 vitjan av Linfield úr Norðurírlandi, sum B36 eisini spældi imóti fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina vóru úrslitini tveir mál­leysir javnleikir. Eftir brots­sparkskapping í Gunda­ dali eydnaðist tað norður­ írska liðnum at kvalifisera seg til næsta umfar í Europa Liguni. Hesi trý – B36, HB og Víkingur – eru topplið í lands­ kapp­ingini. Fjórða liðið, sum í summar fer at luttaka í euro­ peisku kappingini, eru silvur­ vinnararnir úr Fugla­firði, sum mikukvøldið fara at spæla á útivølli í Finlandi ímóti MyPa. Eygleiðarar frá út­lendsk­ um feløgum vera í Sarpu­ gerði og Gundadali í kvøld. Tað er í hesum báðum pláss­ um, at tey fýra, sum næstu vikurnar skulu í altjóða eldin, fara at dystast – B36-ÍF og Víkingur-HB. Teir úr Lincoln Red Imps fara í Sarpugerði at eyg­leiða HB, sum skal telvast við teir úr Gibraltar um fram­hald­ andi luttøku í euro­peisku meistarakappingini, og teir úr Daugava Daugavpils fara at eygleiða Víking, sum teir skulu spæla ímóti í Europa Liguni. Í Gundadali fara umboð fyri finska MyPa at eyg­leiða ÍF, og umboð fyri norður­ írska Linfield fara at hava fokus á B36. Flytingarnar Síðani flytingarvindeygað mána­dagin varð opið aftur, hava feløgini í Gundadali funn­ið sær styrk. Hetta ber við sær, at fyritreytirnar hjá bæði B36 og HB eru upp­ aftur betri, enn tær hava verið. Tað verður vónbrot, um ikki í hvussu so er annað fel­agið fer at megna at spæla seg víðari í europeisku kapp­ ingini. Eisini í heimligu kapp­ing­ ini kennist munurin millum tey bæði í Gundadali og øll hini at vera vorðin størri. At í føroyskum eygum stjørnu­ spælarar leggjast aftrat hjá teimum bestu, meðan tey, sum møguliga kunnu hugs­ast at bjóða av, í flestu før­um halda seg til somu mann­ing, kundi bent á, at tað ber alt meiri á tað borð­ið, at kappingin í topp­inum alt oftari og meiri fer at standa millum B36 og HB. Við fremstu plássunum fara tey at vinna pengarnar í euro­ peisku kappingunum, og so melur myllan meiri á sama borðið. Tað eru tó bara ellivu á vøll­inum fyri hvørt liðið í senn. Vónin hjá bygda­feløg­ unum er, at tað við­hvørt í landskappingini skal eydn­ ast at skora seg fram­ímillum og vinna og birta spenning. Møgu­leikar fyri hesum eru longu í kvøld. HB og Jóan Símun í Sarpugerði Víkingur - HB kl. 19.00 Dómari: Dagfinn Forná Í kvøld verður fyrsti møgu­ leikin at síggja nýggja álops­ essið hjá HB. – Jóan Símun skal styrkja um okkara álopspart, sum hev­ur verið tunnur viðhvørt, siga tey í HB. Harvið er boð­ skapurin, at teir, sum hava fingið møguleikan at taka við, tá ið Andrew av Fløtum hevur verið skaddur, ikki hava megnað avbjóðinga nóg væl. Eisini í Víkingi hava tey styrkt um framrættaða partin. Sølvi Vatnhamar var á framrættaðum miðvallar­ plássi í 3-1 sigrinum á Toftum sunnukvøldið. Og í kvøld verður Andreas Lava Olsen við í hópinum hjá Víkingi, sum vónar, at tað skal eydn­ ast at birta gott lag á Víkinga døgunum. Víkinga sigur fer at bera við sær, at tað bara verður eitt stig millum HB á øðrum plássi og Víking á triðja plássi. – Vit gleða okkum til í kvøld, tá vit ætla at geva HB ein skarpan gang. Eftir vána­ liga byrjan hava vit strítt okk­um fram á triðja plássið, sum vit eru einsamallir á nú. Tað er stríðsandin meiri enn gott spæl, sum hevur borið okk­um so langt, og aftur í kvøld fara vit at leggja nógv fyri. Vit kunnu einki gera við aðrar dystir, enn teir, sum vit sjálvir spæla, og harvið støðutalvuna, men vit fokusera á okk­ um sjálvar, staðfestir Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen. ÍF trívist væl í Gundadali B36 - ÍF kl. 19.00 Dómari: Nermin Cisic B36 er framvegis ósigrað, og B36 er nú uppaftur betri trimm­að í kappingini um FM heitið. Teir vera neyvan allir millum teir fyrstu ellivu, men Odmar Færø, Rógvi Poulsen og Adrian Cieslewicz eru nú allir B36 spælarar. B36 spælararnir dylja ikki, at teir eru vónbrotnir, eftir at 2-0 leiðsla ímóti HB síðsta sunnudag varð vend til 2-2. – Vit ætla okkum í summ­ ar­frí sum ósigraðir. Tað var týdningarmikið, at vit ikki taptu ímóti HB, og at fjar­ støðan aftur til HB harvið fram­vegis er fimm stig, og hesa leiðsl­una fara vit vón­ andi at megna at varð­veita, sigur B36 veteranurin Hanus Thorleifsson. Rás2 fylgir øllum dystunum Rás2 sigur fríggjakvøldið frá dystinum millum Víking og HB í Sarpugerði. Bæði liðini elta B36, sum spælir í Gundadali móti ÍF. Bæði liðini hava nýggjar spælarar í hópinum. HB hevur keypt Jóan Símun Edmundsson, meðan Andreas Lava Olsen er aftur í Víkingi. Rás2 fylgir øllum dystunum hetta umfarið í Sarpu­gerði og Gundadali fótbóltur FM favorittarnir í B36 og HB hava við tilgongd av ovastu hill undan hesum umfarinum hvest seg í tvíkappingini um meistaraheitið og fyritreytirnar at standa seg væl í europeisku kappingunum LIÐ TÍÐINDI AB B36 B68 EB/Streymur HB Skaddur: Morten Overgaard (Knæskaði, úti alt árið) Nýggjur: Rógvi Poulsen (Komin úr B93) Nýggjur: Odmar Færø (Komin úr Forfar) Ivasamur: Adrian Cieslewicz (Uppihaldsloyvi) Skaddir: Niklas Poulsen (Liðband í knænum, ógreitt hvussu leingi), Evrard Blé (Skurðviðgjørdur, 3-4 vikur) Nýggjur: Oddur Højgaard (Komin úr ÍF Føroyum) Ikki við: Pól Jóhannus Justinussen (Burturstaddur) Skaddir: Christian Mouritsen (Skaði í hælinum, 2 vikur), Gunnar Haraldsen (Lærkrikin, ógreitt hvussu leingi), Andrew av Fløtum ivasamur (Lærkrikin) Nýggjur: Jóan Símun Edmundsson (Komin úr AB) Altjóða eygu fylgja við