hósdagur 26. juni 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fyrr í ár vann B36 sann
førandi 5-2 sigur í Fuglafirði.
Tølini siga, at ÍF ofta stendur
seg væl í Gundadali. Í fjør
endaði
fyrri
dysturin
í
Gundadali 2-2, og sjálvan
ólavsøkuaftan megnaði ÍF
at vinna 2-1 á B36 í Gunda
dali. At ÍF framvegis megn
ar at geva teimum fremstu
mótstøðu sást, tá ið upp
gerðin í Fuglafirði ímóti HB
1. juni endaði 2-2.
– At vit sunnudagin megn
aðu 2-2 í Runavík er gott úrs
lit, men javnleikirnir telja
ikki so nógv. Vit fegnast um,
at vit tvær ferðir megnaðu
at svara aftur, og eg haldi, at
vit nú eru munandi stinnari,
enn vit hava verið. Men tað
eru fleiri onnur eisini, og har
við verður tað tætt og spenn
andi, sigur ÍF venjarin Albert
Ellefsen.
NSÍ vinnur bara
móti botnliðum
NSÍ - EB/Str.
kl. 19.00
Dómari: Petur Reinert
Støðutalvan sigur, at NSÍ
eigur
fjórði
besta
liðið.
Kortini hevur liðið higartil
ikki megnað at vinna ímóti
øðrum enn trimum teimum
niðastu – AB, B68 og Skála.
Tættast við at vinna ímóti
øðrum enn hesum trimum
higartil í ár var NSÍ, tá ið tað
endaði málleyst ímóti EB/
Streymi við Margáir.
– Hesa ferð endaði tað 2-2
í stevnudystinum á heima
vølli ímóti ÍF. Avrikið var ikki
soleiðis, sum tað var, tá ið vit
taptu á heimavølli ímóti B36
og HB. Tað hevur alt at siga,
at vit í kvøld runda orduliga
av, áðrenn vit fara í summar
frí. Vit hava brúk fyri at
vinna í kvøld, sigur NSÍ venj
arin Trygvi Mortensen.
Í
Sundalagnum
hevur
fótbóltslagið onkuntíð verið
betri, enn tað er í løtuni.
Fyrsta tapið í Klaksvík í
ellivu ár var steinur oman
á byrðu, eftir at liðið varð
varpað úr steypakappingini
og so legði rygg til 2-1 heima
tap ímóti ÍF:
– Hetta sær út til at verða
eitt keðiligt ár við nógvum
upp og niður. Nú mugu vit
fáa nakað burturúr í Runa
vík og so arbeiða hart í
summarfrítíðini, nú vit ikki
skulu luttaka í europeisku
kappingini í summar, sigur
EB/Streyma liðformaðurin
Gert Hansen.
Fyri EB/Streym kemur
tað illa við, at Pól Jóhannus
Justinussen ikki er tøkur
ímóti sínum gomlu liðfeløg
um.
Pauli kennir
mótstøðumenninar
Skála - KÍ
kl. 19.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Skála bíðar framvegis eftir
fyrsta sigrinum. Í kvøld fáa
Skála og nýggi venjarin,
Pauli Poulsen, vitjan av KÍ
og Eyðuni Klakstein. Pauli
hevur allar fyritreytir at
kenna
mótstøðuliðið
og
venjaran. Inntil fyri stórari
viku síðani var Pauli hjálpar
venjari hjá KÍ, og harvið
var hann næsti maður hjá
Eyðuni Klakstein, tá ið hesin
legði ætlanir um, hvussu
KÍ skuldi spæla og hvørjir
skuldu spæla.
– Stóran part av tíðini
vóru vit sannførandi í 3-1
sigrinum ímóti EB/Streymi.
Tað hevur kenst hugaligt
tríggjar tær seinastu ferðir
nar, og nú vóna vit, at tað
eisini verður soleiðis í síðsta
dystinum undan summar
steðginum. Men tað verður
torført á Skála. Tað sóu vit,
tá ið teir vóru í Klaksvík, og
vit vunnu 1-0, sigur KÍ liðfor
maðurin Páll A. Klettskarð.
Setningurin hjá Skála er
fyrst og fremst at halda tætt
í verjupartinum.
– Tað hevur haltað í báð
um endum, og tí eru vit
fegnir um, at tað ímóti AB
eydnaðist at halda tætt í
verjuni. Hetta var avgjørt
eitt stig á vegnum, og ímóti
KÍ fara vit at byggja víðari á
hetta avrikið. Um leikararnir
halda fram við at trúgva upp
á tað, og arbeiða soleiðis,
sum teir gjørdu ímóti AB, so
fara vit skjótt at vinna, sigur
nýggi Skála venjarin, Pauli
Poulsen, ið fegnast um, at
Pauli G. Hansen hevur játtað
at tikið eitt tørn aftrat á sen
trala miðvøllinum.
Spæla um strikuna
AB - B68
kl. 19.00
Dómari: Páll Augustinussen
Úrslitið á Argjum verður av
gerandi fyri, um tað verður
B68 ella AB, sum skal halda
summarfrí
undir
niður
flytingarstrikuni. Tá ið liðini
í sætta umfari hittust á
Svangaskarði, vann B68 3-2.
– Hóast vit taptu 3-1 ímóti
Víkingi, so var leikliga avrikið
í 70 minuttir tað besta higar
til í ár. Um vit vísa sama hug
burð, sum spælararnir hava
víst, so rokni eg avgjørt við,
at tað fer at síggjast aftur
í úrslitunum. Tað passaði
okkum væl, at AB ikki vann
á Skála. Harvið er tað styttri
at røkka upp um strikuna, og
sigur á Argjum ber við sær, at
vit kunnu halda summarfrí
røttu megin strikuna, sigur
B68 venjarin Jógvan Martin
Olsen.
Týskvøldið kom Ibrahima
Camara aftur á Svangaskarð.
Talan er um gamlan kenning
úr Senegal. Camara spældi
eitt sindur við B68 í 2010, 2011
og 2012, og í fjør var hann í
07Vestur. Um formalitetirnir
vera komnir upp á pláss, so
verður Camara í B68 ferða
lagnum á Argjum í kvøld.
Á Argjum høvdu teir vón
að, at tað sunnudagin skuldi
eydnast at vinna á Skála. Tað
endaði málleyst. Hóast teir
vóru vónbrotnir, so halda
teir í AB, at teir kunnu liva
við úrslitinum:
– Eitt stig var betri enn
einki stig. Nú er neyðugt at
vinna trý stig skjótt, og tá
er avbjóðingin á heimavølli
ímóti B68 eitt gott boð. Vit
hava roknað við, at tað eisini
í 2015 verður Effo fótbóltur
á Argjum, og tað rokna vit
framvegis við, sigur Nikolaj
Eriksen, hjálparvenjari hjá
AB, sum í kvøld skal spæla
fyri fyrstu ferð, síðani Jóan
Símun
Edmundsson
bað
felagnum farvæl.
ítróttur
VIT TIPPA
Teitur Joensen
tippar...
1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur
Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
14
10
4
0
34
14
+20
34
2
HB
14
8
5
1
31
14
+17
29
3
Víkingur
14
7
4
3
29
16
+13
25
4
NSÍ
14
6
3
5
30
17
+13
21
5
KÍ
14
6
2
6
26
24
+2
20
6
EB/Streymur
14
5
4
5
24
19
+5
19
7
ÍF
14
4
5
5
23
29
-6
17
8
AB
14
2
4
8
13
34
-21
10
9
B68
14
2
3
9
13
31
-18
9
10 Skála
14
0
6
8
7
32
-25
6
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
fótbóltur
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍF
KÍ
NSÍ
Skála
Víkingur
Ivasamur:
Jan Ellingsgaard (Fiburspreinging)
Ivasamur: Jonas Flindt Rasmussen
(Fiburspreinging), Ísak Simonsen
Ikki við: Henry Heinesen (Leikbann), Jóhan
Jacobsen (Leikbann)
Við aftur: Heðin á Lakjuni
Skaddir: Monrad Holm Jacobsen
(Brotið armin, 6 vikur), Per Langgaard
(Fiburspreinging í baklærið, 3 vikur)
Ikki við: Jann Martin Mortensen
(Burturstaddur)
Skaddur: Poul N. Poulsen
(Slitið krossbandið, úti 1 ár)
Skaddir: Súni Olsen (Skurðviðgjørdur, 5-7
vikur), Dánial Pauli Lervig (Liðband í fótinum,
ógreitt hvussu leingi)
Ikki við: Sølvi Vatnhamar (Burturstaddur)
Nýggjur: Andreas Lava Olsen
(Komin úr BK Frem)