Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Fleyr til gul av eystri ella av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Fleyr til gul av ymsum ætttum, turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Lot til andøvsgul av land­ nyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin lot av landnyrðingi og okkurt æli, mánadagin lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig. Hósmorgunin: Eitt hátrýst, 1025 hPa. í landnyrðing úr Føroyum stendur mestsum í stað og viknar nakað. Fríggjanáttina: Hátrýstið í landnyrðing úr Føroyum stendur mestsum í stað, men viknar framvegis. 3-8 m/s 1-6 m/s 1-6 m/s 3-8 m/s 1-6 m/s 1-6 m/s 7/10 °C 8/11 °C 8/11 °C hósdag leygardag fríggjadag lufttrýstið VESTFALLSKYRRINDI 3/6: Mánin longst frá jørðini 5/6: Fyrra kvarter Kelda. Álmanakkin 2014 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 26. juni 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 06:46 19:11 27. juni 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 07:35 19:59 28. juni 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 08:21 20:44 29. juni 09:05 21:27 09:05 21:27 09:05 21:27 09:05 21:27 - 12:05 09:05 21:27 09:05 21:27 09:05 21:27 09:05 21:27 09:05 21:27 09:05 21:27 30. juni 09:48 22:09 09:48 22:09 09:48 22:09 09:48 - 00:27 12:48 09:48 22:09 09:48 22:09 09:48 22:09 09:48 22:09 09:48 22:09 09:48 22:09 ...fyrst og fremst www.in.fo Tíðindaportalurin hjá Miðlahúsinum Kappkoyring fyri kassabilar í Skopun Næsta leygardag, tað er 5. juli, verður ein rættiliga sermerktur familjudagur í Skopun Áki Bertholdsen Nógv er á skránni, men høvuðs­tiltakið verður ein kapp­koyring, sum neyvan nakran­tíð áður hevur verið í Føroyum. Tað er ein kappkoyring, har kassabilar fara at koyra kapp. – Tað er best at melda til, men møtir onkur bara upp, finna vit saktans út av tí, sigaa Kristvør og Eivind Kolden, hava tikið stig til hendan familjudagin. Tey siga, at umframt úr Sandoy, hava tey frætt um, at áhugi er fyri kappkoyringini bæði í Havn og í Suðuroy. Í kappkoyringini verða tríggj­ar virðislønir, ein fyri skjótasta bil, ein virðisløn er til tann tryggasta bilin og ein virð­is­løn er til tann stutt­ ligasta ella sermerktasta bilin. Annars verður bygdar­ torgið mitt í bygdini karmur um tiltakið, har spæl í ánni og har rundanum fær ein týðandi leiklut á hesum fam­ iljudegnum.      Annars verður ymiskt ann­að á skránni og í bygdar­ hús­inum verður matsøla og sølutorg, har fólk eisini kunnu leiga sær eitt borð at selja tað, tey einaferð hava at selja av heimavirkaðum, ella øðrum. Ætlanin er, at familju­dag­ urin byrjar klokkan 14, tá ið Teistin kemur av Gomlurætt. Tá verður skrúðgonga, eftir ætlanin við luttøku av ellis­akførum úr Havn, niðan á torgið, har dagurin verður settur. Aftan á kappkoyringina verður konsert, har fólk úr bygdini fara at spæla og syngja, eitt nú Malena, Emma Randarsól og veteran­ urin, Fríðbjørg Jensen, og end­að verður við einum felags­kirkjuligum sangkóri. Tey siga, at hepnast fam­ ilju­dagurin væl hesa ferð, er væl hugsandi, at tað verður eitt afturvendandi tiltak, og skuldi nakað lopið av, tá ið kassin verður gjørdur upp, verður tað brúkt til at skipa fyri einum sama slag tiltaki næsta ár. aki@sosialurin.fo