hósdagur 26. juni 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014
4
VIKUSKIFTI
er ársins
super-
studentur
Tað ber væl til at fáa toppkarakterir í skúlanum og samstundis
hava eitt sosialt lív. – Raðfestir tú rætt, ber væl til at arbeiða, íðka
ítrótt, ganga í býnum og fáa eitt gott prógv. Í øllum førum hevur tað
ongantíð verið ein trupulleiki fyri meg, sigur 19 ára gamla Gerda Ferjá
Heldarskarð. Hósdagin fekk hon studentsprógvið í hondina við 11,2 í
miðal, og sostatt er hon studenturin við hægsta miðaltalinum í ár
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tríggjar munnligar próvtøkur og trý
13-tøl. So mikið væl hevur gingist 19
ára gomlu Gerdu Ferjá Heldarskarð av
Argjum, sum seinastu vikurnar hevur
verið til endaligar, munnligar próvtøkur
í Studentaskúlanum í Hoydølum. Hóast
tað ikki bleiv til nakað 13 tal í teimum
skrivligu próvtøkunum, gekkst tað
henni eisini væl við teimum.
Studentsprógvið, sum Gerda Ferjá
Heldarskarð hevur fingið, vísir, at hon
hevur eitt miðaltal á 11,2, og tað er
hægsti miðalkarakterurin millum lidnu
studentarnir hetta summarið.
– Eg visti, at tað hevði gingist mær
væl til allar próvtøkurnar, men at eg
skuldi enda við at hava hægsta miðal
talið, hevði eg ikki væntað. Men jú,
eg eri ovurfegin, sigur Gerda Ferjá
Heldarskarð, sum í hesum døgum
hátíðarheldur lidna miðnámsskúlan
saman við flokksfeløgunum – øll við
eyðkendu studentahúgvunum.
Fínt at fara til próvtøku
Tað hevur verið ein strævin juni mán
aður fyri flestu studentarnar, ið hava
fyrireikað seg til tær endaligu próv
tøkurnar. Langir dagar við drúgvum
lesnaði, tjúkkum bókum og nógvum
notatum hava eisini eyðkent gerandis
dagin hjá Gerdu Ferjá Heldarskarð hesa
seinastu tíðina.
– Eg havi sitið hvønn tann einasta
dag og lisið og roynt at fyrireika meg
sum frægast. Umframt at gjøgnum
ganga pensum havi eg eisini gjørt rætt
iliga nógv burtur úr við at fyrireika meg
til teir spurningarnar, sum eg kundi
vænta, at lærarin og sensor kundu fara
at seta mær. Annars havi eg bara roynt
at fingið eina góða heildarfatan av fak
inum og teimum einstøku evnunum,
sigur Gerda Ferjá Heldarskarð.
Hon heldur, at tað kann vera ein stór
hjálp til slíkar próvtøkur, um tú sum
heild fylgir væl við í øllum tí, ið fyri
ferst í samfelagnum.
– Tað hevur nokkso stóran týdning,
um tú kanst seta evnið í samband við
onkra ítøkiliga støðu ella mál, sum er
í samfelagnum, og fylgir tú sum heild
væl við í øllum tí, sum burdi tað ikki
verið nakar trupulleiki, greiðir Gerda
Ferjá Heldarskarð frá.
Sjálv hevur hon ongantíð kent tað
trupult at fara til próvtøku.
– Próvtøkur eru fínasta slag. Sjálv
andi kann eg vera eitt sindur spent,
áðrenn eg skal inn at sita við grøna
borðið, men eg veit ikki, tað gongur
altíð allíkavæl, sigur Gerda Ferjá
Heldarskarð.
Kann altíð fyrireika seg betur
Hóast framúr góða úrslitið til allar
tríggjar próvtøkurnar hevur Gerda Ferjá
Heldarskarð hesar seinastu vikurnar
havt eina støðuga kenslu av, at hon
burdi fyrireika seg enn betur. Júst eins
og nógvir aðrir studentaskúlanæmingar
hava tað, tá endaligu próvtøkurnar
skulu fáast undir land.
Gerda