hósdagur 26. juni 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014
5
VIKUSKIFTI
– Eg føli ongantíð, at eg havi lisið
nóg nógv um eitt evni. Heldur ikki
beint áðrenn eg skal inn til sjálva próv
tøkuna. Á ein ella annan hátt føli eg,
at eg altíð kann gera tað betri, kundi
fyrireikað meg meir, lisið okkurt afturat
og so víðari, sigur Gerda Ferjá Heldar
skarð og leggur afturat:
– Hinvegin kann mann siga, at tá tú
fært 13, so ber ikki ordiliga til at gera
tað betri, og tí hugsi eg, at eg hevði ikki
kunnað fingið betri karakter, hóast eg
hevði lisið og fyrireikað meg enn meir
til hesa munnligu próvtøkurnar, sigur
Gerda Ferjá Heldarskarð og smílist.
Hon vísir tó á, at hóast henni dámar at
fara til próvtøku og fyrireikar seg væl, er
tað ikki soleiðis, at hon frammanundan
veit, hvør karakterurin fer at vera.
– Eg tími illa at vinda meg sjálva
heilt upp og hugsa, at hatta gekk mega
væl, tí so verður mann bara vónbrotin,
um tað nú ikki gongst heilt so væl. Eg
plagi at hugsa, at nú gjørdi eg tað so
gott, eg kundi, eg fái eitt tal fyri avrikið,
og tað er so tað, greiðir Gerda Ferjá
Heldarskarð frá.
Sjálv dugir hon ikki at siga, um tað
er lætt at fáa 13 til próvtøku.
– Fyrr helt eg altíð, at tað mátti vera
nakað torført at fáa 13, men nú havi
eg sjálv roynt tað, og eg má siga, at
tað er ikki so torført, sum eg helt. Men
okey, eg havi eisini fyrireikað meg væl
og gjørt nokkso nógv burturúr fyri at
fáa ein so góðan karakter sum gjørligt,
og eg kann ikki siga annað, enn at tað
hevur givið úrslit, sigur Gerda Ferjá
Heldarskarð.
Eingin nørdur
Gerda Ferjá Heldarskarð heldur tað
hava havt stóran týdning fyri hennara
trý ár í Hoydølum, at hon hevur gingið
í einum flokki, har øll hava klárað seg
hampiliga væl.
– Eg havi ikki gingið í einum
strebaraflokki, og tað hevur heldur ikki
verið nøkur kapping millum okkum
næmingarnar, men vit hava øll havt
tann hugburðin, at tað er kul at duga
nakað og vita nakað. Vit hava hjálpt
og stuðla hvørjum øðrum, og eg haldi
eisini, at vit sum heild hava duga væl
at verið glað, tá tað er gingist onkrum
av okkum væl við eini uppgávu, sigur
Gerda Ferjá Heldarskarð, sum sigur
seg ikki hava upplivað øvunsjúku, nú
hon stendur við besta studentspróvnum
í ár:
– Floksfelagarnir eru allir glaðir
mína vegna, og fleiri teirra hava sagt,
at tey eru errin av mær og at eg havi
uppiborið eitt miðaltal á 11,2. Tað ger
tað eisini eitt sindur stuttligari fyri
meg, at tey eisini gleðast mína vegna,
sigur Gerda Ferjá Heldarskarð.
Hon leggur dent á, at hóast hon
hevur megnað at fáa eitt so mikið gott
studentsprógv er tað als ikki tað sama
sum, at hon bara hevur sitið heima og
lisið og als ikki verið sosial saman við
vinfólki.
– Eg haldi avgjørt ikki, at eg eri
nakar nørdur. Í roynd og veru havi eg
verið rættiliga sosial øll trý árini, eg
havi gingið í studentaskúla. Eg havi
arbeitt, spælt hondbólt, fótbólt, gingið
í býnum og ja, alt tað, sum tey ungu
nú einaferð fáast við, sigur Gerda Ferjá
Heldarskarð og heldur fram:
– Tað hevur avgjørt nakað at gera
við raðfestingar og at tíma at seta seg
inn í tey ymsu tingini og líkasum geva
hvørjum faki ein kjans. Eg haldi, at tað
snýr seg um at vera opin um tey ymsu
fakini og ikki minst vilja fáa nýggja
vitan, sigur Gerda Ferjá Heldarskarð,
sum tó viðgongur, at tað eru onkur fak,
hon ikki kennir seg so stinnan í.
– Alt tað kreativa so sum tónleikur
og evning er ikki ordiliga eg. Tað er
nokk mín minni sterka síða, sigur
Gerda Ferjá Heldarskarð, sum enn ikki
er heilt greið yvir, hvat studentsprógvið
skal brúkast til.
– Av tí at mær dámar so væl at ganga
í skúla og fáa nýggja vitan, haldi eg tað
vera rættiliga toført at skula avmarka
meg til bert at velja eina útbúgving.
Onkuntíð hugsi eg um at lesa retorik,
og næsta dag er tað at lesa medisin,
sigur Gerda Ferjá Heldarskar, sum í
fyrstu syftu fer til Ghana í september at
gera sjálvboðið hjálpararbeiði í tríggjar
mánaðir. Aftaná fer hon at arbeiða og
finna fram til, hvørja útbúgving hon
skal velja.
Men næstu dagarnar skulu bert
snúgva seg um hugna og húgvuball.
– Tá eg hugsi aftur á tíðina á
studentaskúlanum, kann eg ikki siga
annað enn, at hetta hevur verið ein feit
uppliving. Ein ordiliga feit uppliving,
sigur fegna, nýklækta pisan, Gerda
Ferjá Heldarskarð.
myndir: álvur haraldsen