Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014 6 VIKUSKIFTI Festivalarnir og stevnurnar eru nú so nógv, at brúk er fyri tveimum vikuskiftum um vikuna fyri at sleppa undan ov nógvum yvir­teknaðum leygardøgum. Tað kann orðnast við einari kunn­gerð uttan hóvasták, 104 vikur um árið, tríggjar dagar og fýra dagar. Ólavsøkan er tó framvegis bara eina ferð um árið, men ikki júst leygardag. Jesusfestivalurin, sum nú er vorðin Mammonsfestivalurin, er eisini bara hvørt ár, hóast hann er tann longsti av teimum øllum og festival­passini tey dýrastu. Ikki ber til at keypa seg inn, heldur ikki sníkja seg inn, í tríggjar dagar. Og eisini tann einasti vetrar­festivalurin. Í Danmark skulu allir føroy­ ingar sjálvandi eisini hava festivalar. Ein er ov lítið, tí 25.000 føroy­ingar búgva í Danmark. Og bara 20 sleppa sjey nítiníggju heim um summarið við hvørjum flogfari. Onnur eru ikki vælkomin á føroysku festivalarnar í Danmark, og so als ikki danir, tí danir duga ikki at ballast føroyskt. Mítt land eitur ein tjóðar­ festivalur í Danmark. Har vóru í fjør ov fá nátthús til okkara land. Bygdar­ball í stórbýnum. Onkur stevnir, áðrenn hann fer á stevnu. Og ein annar nýggjur siður er stadionfaðirvár við argastu syndarunum í brots­ teig­unum. Ókeypis hálsband. Tað fer yvir skattin. Mær dámar tó best stílin hjá eldra­byrðufestivalinum – You are not heavy, You are my brother – tí har eru børn og ung ikki vælkomin. Orðið festivalur merkir fest, tá føstan endar, og til ber eitt nú at fara upp á gólv aftur, um ikki 500 útlendingar koma og noyða okkum at sita. Vit vilja ikki provokera. Og vit vilja so fegin hava ferðafólk at koma, eisini kultur­terrorturistar. Øll eru hjartaliga vælkomin, bara tey halda, Føroyar eru Un okkurt. Frøðin um frøina er áhuga­ verd. Fyrr fekk unga ættarliðið søgur og kunnleika frá teimum gomlu á festivalum. Nú lurtar eingin eftir fólki, sum hava sleipað seg aftur um tey hálvt­ hundrað. Rokklegendur, sum eingin tímir at hoyra í øðrum londum, undantiknar. Vit hava tó ongan festival fyri øll tey, sum mótmæla og krevja, sum skriva undirskriftir og stovna feysbukkubólkar. Slíkan festival við nógvum avdúkaðum nøvnum í primetime skulu vit hava. Ein festival hjá fólki, sum koyra á píkadekkum helvtina av árinum og mótmæla skorsteinum, sum bara roykja so hissini. Útoyggjarnar nærkast megin­ oyggjunum og hava fingið annan fótin fastan við sínum festivali og sínari bygdarfest. Næsta ár verður Útoyggja­ festivalurin á Argjum. Hagar og haðani er gott samband alt árið. Og føroyingarnir í Danmark halda útoyggjastevnu í Havn hvørt summar og hvørji jól. Summar er tó bara eina ferð um árið, siga tey. Í býráðnum í Havn hava tey endiliga varnast, at demokrati er ikki fyri øll. Demokrati er meiriluti og minniluti, so meiri­ lutin veruliga sleppur at ráða og minnilutin einki annað kann gera enn at bíða eftir sínum tørni at vera meiriluti. Tað nyttar ikki, at øll ráða. Kilo­metrademokrati er vána demo­krati. Øll kunnu ikki vera samd um alt alla tíðina. Men tað kann ein meiriluti so dánt eina tíð. Einki frægari er enn tað næst­ besta, sigst. Føroyingurin er beindovin, søgdu vit seinast. Nú sóu vit í Sjón­varpinum, at tjóðfuglurin er veingja­dovin, men ikki beindovin. Hann er so býttur, at hann gongur yvir um vegin, har sum eingin gonguteigur er. Hann tímir ikki at flúgva, uttan tá hann rýmir av landinum aftur, tí her er ikki gang­andi fyri bilum, og ikki bara í gongu­gøtunum. Lívið er ein illa skrivað kladda, sum ongantíð verður rein­skrivað, men grivin niður ella brend. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Bygdarstevnufest Starv? – Næmingur á Eysturoyar Apoteki Hvat er tað besta við starvinum? – Spennandi avbjóðingar, heilsufokuserað umhvørvið, samskiftið vid kundar og fantastiska fittir arbeidsfelagar. Tað keðiligasta? – Eg eri nýggj á arbeiðsplássinum og kann ikki koma til nakran neiligan tanka – og tað fari eg ivaleyst heldur ikki at gera seinni Lýs tann perfekta dagin – Eg haldi ikki, at nakrir dagar hjá mær eru eins, men allir eru perfektir á hvør sín hátt. Teir minstu smálutirnar gera hann fullkomnan. At fara upp vid soninum, koma til arbeiðis, venja og at koma heim og slappa av. Men onkrar morgnar smakkar morgun­kaffi bara eitt sindur betur. Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Eg hyggi alt ov lítið sjónvarp. Men tá eg finni tíðina til tað, er tad sum oftast ein klassikur kærleiksfilmur. Annars royni eg at hyggja eftir teimum føroysku sendingunum. Og ju, Sex & The City sesong boksin liggur nokk frammi alt árið, og er hon serstakliga kærkomin, nú HM er. Hvat gert tú, tá tú veruliga slappar av? – Tad eru nógvar løtur, har eg veruliga slappi av. Men helst er tað rennitúrurin runt Toftavatn, sum veruliga fær meg at slappa av. Náttúruvinarliga umhvørvið og tøgnin hevur okkurt heilt sjáldsamt og heimligt yvir sær. Eg havi næstan hug at siga, at túrurin er balsam fyri sálina. Nær ert tú í góðum lag? – Eg haldi, at eg eri altíð í góðum lag. Tá alt gongst væl bæði hjá mær og hjá mínum nærmastu. Hvat ger teg illa? – Tad eru altíð nøkur ting í lívinum, sum mann ikki altíð skilir. Til dømis ófriður í heiminum, órætt­ vísi, óerligheit og ótrúðskapur eru nøkur av teimum tingunum, ið kunnu gera meg illa. Hvør er tín fyrimynd? – Míni fittu foreldur eru uttan iva størstu fyrimyndirnar. Hvørja bók burdu øll lisið? – »Hvem har flyttet min ost« sum Spencer Johnson hevur skrivað. Ein stutt, men vælskrivad bók, sum snýr seg um broytingar og avbjóðingar, tú møtur í lívinum. Hvussu nógv hugsar tú um tína útsjónd? – Eg eri ein genta við stórum G. Hár, móti og makeup hevur altíd havt mín áhuga. Hvussu vilt tú lýsa tínar matvanar? – Eti ikki nógv ósunt gerandisdagar. Myrkt breyð, nógva frukt, kjøt og fiskur. Og so drekki eg nógv vatn hvønn dag. Hvussu nógv hugsar tú um rørslu og venjing? – Hugsi nógv um rørslu og venjing. Venji umleið 4 ferdir um vikuna. Holdtímar í Vælveru, og so dámar mær eisini væl at fara ut at renna nakrar ferðir um vikuna. Eg dugi ikki at síggja ein lívsstíl uttan rørslu og venjing. Hvussu dámar tær best at halda summarfrí? – Mær nýtist ikki altíð at fara heimanfrá fyri at blíva nøgd í summarfrítídini. At ikki skula ganga eftir klokku og bara slappa av, njóta føroysku náttúruna og at vera um míni nærmastu. Og sjálv­andi eru festivalar, stevnur og ólavsøkan ein um­ráðandi partur av summarinum. Enda setningin »Annars haldi eg at...« ...føroyingar tosa ov nógv um veðrið. Oda I. Højgaard lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Rennitúrurin við Toftavatn er balsam fyri sálina – Náttúruvinarliga umhvørvið og tøgnin, ið er við Toftavatn, hevur okkurt heilt sjáldsamt yvir sær. Túrurin er balsam fyri sálina, sigur 23 ára gamla Oda I. Højgaard av Toftum