Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014 12 VIKUSKIFTI Endurminningar Karl Guttesen post@sosialurin.fo Í hesari frásøgn vera einstøk hús, per­ són­ar og hendingar tikin til umrøðu sum best ber til. Á vári 1953 valdaði búskaparlig kreppa í Føroyum, og mangir hand­ verk­arar, eitt nú elektrikarar, gingu arbeiðs­leysir. Sjálvur hevði eg lært hjá Viggo Andreassen og var ein teirra. Ein dagin kom Erling Heinesen, verk­frøðingur, á gátt. Hann hevði alt el-arbeiði hjá Skála Skipasmiðju undir sínari leiðslu og hevði frætt um arbeiðs­loysi í Havn. Hann vildi fegin hava meg inn á Skálafjørðin at leggja el-ljós inn í hús. Eg játtaði og fór inn á Toftir tann 18. mars 1953. Erling Heinesen tók ímóti og vísti mær, hvar eg skuldi búgva. Hetta var hjá Kristian og »Kiston« Andreassen, sum tá búðu í húsunum hjá Magnus Mikkelsen. Her búðu eisini tveir aðrir elektrikarar sum eisini arbeiddu fyri Skála Skipasmiðju, Oluf Djurhuus innan Glyvur og Marius Davidsen úr Vík. Í kjallaranum høvdu vit goymslu av el-tilfari. Vit ótu allar máltíðirnar á arbeiðs­ plássinum, tá ið tað bar til. Annars ótu vit hjá »Kiston«. Tað fyrsta húsið, eg skuldi inn­ stallera, var uppi á Regni hjá Jens Chr. Olsen, løgtingsmanni. Vit báðir, Erling Heinesen og eg, fóru smølu gøtuna niðan á Regn, har eg varð presenteraður og arbeiðsætlanin gjøgnumgingin. Skála Skipasmiðja nýtti slump-akkord háttin, t.v.s. at elek­ trikarin skuldi geva eitt boð uppá, hvat hann vildi gera arbeiði fyri, also eitt boð uppá gjøt. Handverkaralønin var tá 3,86 kr. og fór upp í 3,90 kr. í apríl 1954. At fáa tilfarið til vega til tey ymisku húsini, var mangan satt knoss, tí bil høvdu vit ongan, bert okkara egna hjól­ hest. Tað fyrsta, sum neyðugt varð at fáa til arbeiðsplássið, vóru 5/8" stálrør. Tey vóru 5 m. long og 10 í hvørjum bundi. Øll el-innleggingin varð gjørd við stál­rørum og tilhoyrandi fittings. Neyð­ugt varð at bora gjøgnum bjálkar við hondborsvingi, og rørboyggjarin varð nógv nýttur. Kaðal varð bert nýttur til inn­føringina, t.v.s. frá isolatorum til málara­talvuna. Fyri at fáa el-innstallatiónina so fjalda og snøgga sum gjørligt, var neyð­ ugt at taka loftslistar og geriktir niður og síðan fáa hesar settar upp aftur so heilskapaðar sum gjørligt. Loksins varð arbeiði uppi á Regni byrjað og el-innstallatiónin tók smátt um smátt skap. Ein dagin, eg legði stálrør fram við loftinum í gongini, kom ein gamal mað­ ur úr grannahúsinum og stillaði seg við úthurðina. Har stóð hann og eyg­leiddi arbeiði, og segði so: »Ja, tað er løgið, at vatn úr Vestmanna (SEV) skal koma ígjøgnum hasi rørini«. Tá ið døgurða­ tíð varð, bleiv eg boðin innar í »góðu­ stovu« sum vanliga vóru ísakaldar at koma inn í. Eg fekk serstakan mat, meðan húsfólkið t.d. fekk ræstan fisk í køk­inum, og sum mær hevði dámt betur. Eg veit væl, at hetta var vanligt gesta­blíðni hjá nógvum. Á Toftagjógv stóðu sethúsini hjá Hans Jacob Højgaard, lærara, og skúlin, hann undirvísti í. Húsini stóðu dygst við hvørt annað, bert eitt hana­gleiv ímill­um. Meðan eg arbeiddi í set­hús­ inum, var vanligt, at Hans Jacob mitt í tíma­num kom algoystur inn í stovuna hjá sær sjálvum og fekk nakrar tónar fram á klaver­inum, meðan hann murr­ aði okk­urt sanglag. Hettar endur­tók seg fleiri ferðir. Soleiðis kom eg at kenna fleiri av sangløgum hansara í føðingini og kendi fleiri av løgunum aftur, tá ið hann við barnakóri sínum hevði kon­ sert í Sjón­leikar­húsinum, stutta tíð aftaná. Annars fóru kvøldini við onkrum biltúri, ella spældu vit bólt á bryggju­ økinum, har kanska onkur spíri til B68 sá dagsins ljós. Hjá Kristian og »Kiston« komu nógv­ir bygdamenn og kenningar á vitjan um kvøldarnar, og mangan vóru menn heldur harðmæltir. Vit báðir, Oluf og eg, sum høvdu kamar beint uppi yvir á loft­inum, løgdu til merkis, at »Kiston« var sera tjóðskaparsinnað, og ikki varð tað sørt, at hesin tjóðskaparneisti eisini festi í hjá mær. Í 1953 var ferðasambandi sum vera man ikki so gott, so ikki varð farið til Havnar hvørt vikuskifti. Oluf fór held­ ur ikki til hús altíð, hóast hann búði Innan Glyvur. Eitt leygarkvøld høvdu vit avgjørt ar fara til Fuglafjarðar í dans, tí á Skálafjørðinum var eingin dans­ur. Vit mundu koma seint aftur, tí vit svóvu allan sunnudagin líka til mána­morgun, tá ið vit hoyrdu bátin hjá Skipa­smiðjuni, Enniberg, nærkast Tofta­kai. Vit gjørdu skjótt av, og vóru á goymsl­uni í kjallaranum, beint áðrenn Erling Heinesen, verkførari, troppaði upp. Samstundis, sum vit innstalleraðu eitt hús fyri og annað eftir, varð arbeitt upp á lágspenningslinjuna runt allan Skálafjørðin. Tað arbeiðið hevði eitt danskt felag. Ofta stóðu hús og bíðaðu eftir el-streymi, sum koma skuldi úr Vest­manna. So varð farið longur inn á fjørðin - í Saltnes. Fyrsta húsið, eg fekk at gera her, var hjá David S. Petersen og Ninnu. Tey høvdu stóran barnaflokk – heili 11 í tali. Har var gott at vera í allar mátar, og hóast langt var at súkkla, og eg mang­an var á kroppi, tá ið regni herj­ aði, so vóru hús­fólkini so beinasom, at vátu klæð­ini vórðu turkaði, meðan ar­ beitt varð. Eftir arbeiðstíð fann onkur sum oftast upp á okkurt til dagdvølju, og har var Fanny ófør at finna uppá. Fanny og Oluf funnu seinni saman, giftust og fingu børn. Í 2006 hendi so tann syrgiliga og meiningsleysa ferðslu­van­ lukkan, har Fanny doyði av løstunum, og vit standa spyrjandi – hví? Tá ið veðrið var gott, vóru flestu fólk í torvi, og soleiðis var í næsta hús­inum, eg arbeiddi. Har vóru øll tey vaksnu húsfólkini á heiðini í fleiri dagar, meðan ein ung genta gjørdi allar mál­ tíðir heima uttan trupulleikar. Av Saltnesi fluttu vit longur inn á fjørðin, og komu Oluf og eg aftur at búgva saman, hesaferð hjá Johannu og Karl Johan Hansen, kommunuskrivara í Runa­vík. Her komu vit eisini at hava el-goymsluna í kjallaranum hjá Karl Johan. Kjallara­gólvið var ikki stoypt, bert steinsett. Í sama høli var eisini mjøl­goymsla til bakaríið. Hettar vóru tvíhús, har Anton Johannesen hevði hina helvtina til íbúð, kaffistovu og bakarí. Ein morgun vóru Oluf og eg í holt við at bræða bik til eina horndós (dós til innføringarkaðal). Vit fingu primussin at standa á svikaliga gólvinum og settu bikið út á at bræða. Ímeðan fóru vit í kaffi­stovuna at fáa okkum ein kaffi­ munn. So hoyra vit eina spreinging við síðuna av og skunda okkum at kanna, hvat var áfatt. Tá er primus og bikílat koppa og eldur er millum grótið í gólv­inum, og roykurin var nógvur. Vit slóktu eldin við tómum mjølposum og fingu vind­eyguni upp. Breyð og køkur fingu óivað ein serstakan smakk næstu dagarnar. Ein nýggjur primussur varð keyptur. Hann kostaði 30,80 kr. Tá ið vit komu til bústaðin í Saltangará, stóð ein rundur svartur petroleums­ovnur í kamarinum, so vit kundu fáa okkum ein fløva og turka okkum klæðini, um tað gjørdist neyð­ ugt. Men tíverri hendi tað fleiri ferðir, at eingin ovnur var í kamarinum, tá komið varð frá arbeiði. So noyddust vit tess­vegna í vát klæðir aftur um morgunin. Regnið var nógv til tíðir – eisini tá! Hesar umstøður hava óivað gjørt sítt til, at vit báðir fingu lungasjúkur. Oluf fór nakað skjótt aftaná til Havnar at fáa við­gerð, fyrst á Landssjúkrahúsinum, síðan á sanatorium, meðan eg ikki varð »fangaður« fyrr enn nakrar mánaðir seinni á skúla í Danmark. Á Glyvrum varð viðhvørt arbeitt Vildi sløkkja peruna við at blása á hana Hugleiðingar hjá Karl Guttesen um, tá ið Skálafjørðurin fekk el-ljós frá SEV í 1953 og ymiskt annað smávegis