Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014 13 VIKUSKIFTI Karl Guttesen og Oluf Djurhuus á snikkara­verkstaði ella hjá gomlum fólki, og tá var skipað fyri, at eg skuldi eta hjá Poul Knudsen og konuni. Hann koyrdi hýruvogn, eitt nú koyrdi hann fast fyri læknan á staðnum. Meðan vit ótu døgurða tann eina dagin, fekk eg telefon­boð um, at pápi nú var deyður, bert 67 ára gamal. Tá ið eg arbeiddi hjá Elisabeth Knudsen í Saltangará, minnist eg ser­ stakliga ta sera góðu køkuna, hon hvønn dag setti á borðið til millummála. Annars var tað ymiskt, fólk hevði til døgurða. Onkunstaðni fekk eg saltgrind fleiri dagar á rað, aðra staðni fekk eg blóðpylsu í fleiri dagar. Sum oftast vóru menninir til skips, so lítið varð at taka av, og ráðini kanska ikki so góð. Nú kom túrurin til húsið hjá Napoleon Jacobsen, reiðara, vanliga nevndur Napoleon á Glyvrum. Húsini sýntust at vera nýmálað, og hartil vóru tey lakerað innan, so eg hómaði beinan­ vegin trupulleikar við loftslistum og geriktum, um eg skuldi fáa fjalt nakað av teimum stálrørum, sum vit fram­ vegis nýttu. Eg havi ongantíð verið kendur fyri at arbeiða skjótt, heldur dygdargott og snøgt, og tá ið timburarbeiðið við list­ um v.m. tók umleið helvtina av arbeiðs­ tíðini, var akkord úrslitið hareftir. Húskið hjá Napoleon á Glyvrum hevði arbeiðskonu. Tá ið Napoleon kom innar, vásaklæddur og í klovstylvum, sess­aðist hann í køkinum, tveitti bein­ ini fram á gólvið, og so hálaði arbeiðs­ konan stylvarnar av. Tá ið tey fingu at vita, at eg onga­ staðni hevði goldið fyri matin, har eg hevði arbeitt, skuldi eg heldur ikki gjalda nakað har. Áhugavert var at arbeiða á Høga­bóli, tí har var nógv ferðsla, tá ið mjólka­ bátarnir Tróndur ella Sigmundur komu úr Havn. Streymur silgdi í Sundalagið. Eisini á havnarøkinum í Runavík var mikið virksemi í samband við alla sildina, sum kom upp á land, har hon varð viðgjørd og saltað í tunnur, sum lógu um alt økið. Her arbeiddi millum aðrar Leif Lamhauge, sum seinni bleiv elektro­mekanikari í Havn. Eins og fleiri hús bíðaðu eftir el- streymi, so hekk lágspenningslinjan liðug um allan Skálafjørðin í so góðari tíð, at fleiri fólk høvdu bundið antennu sína í luftlinjuna runt fjørðin fyri at hoyra betur í radio. Og hóast hesi vórðu ávarað og biðin um at loysa antennur­ nar frá el-linjuni, áðrenn streymur varð settur til í desembur 1953, so var onkur á Toftum, sum hevði gloymt hetta. Úrslitið gjørdist, at eldur kom í radio­ tólið og ein part av stovuni. El-streymurin frá SEV varð sum sagt settur til allan Skálafjørðin í desembur 1953, men um hetta varð hátíðarhildið nakra­staðni, veit eg einki um, tí vit fingu ikki so frægt sum eina karamellu, so vítt eg kann minnast. Heldur ikki 50 ár seinni veit eg um nakað hátíðarhald í sam­band við hesa stórhending. El-streymur varð fyrstu ferð settur til húsini hjá Jens Chr. Olsen á Regni á Toftum tann 11. desember 1953, eins og tað hjá David S. Petersen á Saltnesi, eis­ini tendraði tann 11. desember 1953. Tá ið el-streymur frá SEV varð settur til, vórðu vit sendir út í hús­ini, sum vóru liðug innstallerað at seta el- mátarar upp og sýna el-innstallatión­ inar fyri at tryggja, at alt riggaði, sum tað skuldi. Til dømis kom eg inn til tvey gomul fólk á Glyvrum, sum ikki vistu, hvussu tey skuldu bera seg at við øllum hesum elektriska. Tá eg bað tey sløkkja í køkinum, fór konan yvir til per­una, helt hondina aftan fyri per­ una og blásti á hana. Tá eg so segði, at tey skuldu sløkkja við hurðina, gekk betur. Eg royndi so lagaliga, eg kundi at veg­leiða, meðan eg hugsaði um petroleums­lampur, stearinljós og kolur. Ein dagin, eg var í somu ørindum úti á Nesi, kom ein kona rennandi og segði, at hon skuldi gera døgurða, men fekk ikki fatur á einari grýtu, sum hekk á vegg­inum, tí hon fekk stoyt, tá ið hon nam við hana. Eg visti beinanvegin, hvat var galið, gav henni grýtuna, rættaði brekið og helt síðani fram við mínum. Av Glyvrum fór eg til Rituvíkar. Har kom eg at búgva hjá Elsebeth Petersen við húski, sum tá vóru synirnir Otto, Óli og dóttirin, Tinna. Hon átti sonin Petur, sum tá var 10 ár. Hjá teim­um innstalleraði eg fyrsta húsið í Ritu­vík. Tey vóru ótrúliga vinarlig og góð at arbeiða og búgva hjá. Tey høvdu ein lítlan handil í gongini. Eg legði ser­stak­ liga merkið til ein evna­veikan mann, sum hvørja ferð, hann hevði keypt, fór niðan á vegin, koyrdi »beri­posan« eina­ferð runt um jarnverkið við ánna, áðrenn hann fór til húsar. Óli átti ein persónbil, sum eg og vin­ menn mangan sluppu ein túr við aftaná arbeiðstíð. Ein likka helt til á bilinum á hvørjum ári, og hon fór treyðugt á flog, tá ið koyrt varð avstað. Ein av vin­monn­unum, eg fekk í Rituvík, varð Pedvin, sáli; eitt stásfólk, sum alt ov skjótt fór hesari fold frá, bert 58 ára gamal. Meðan eg búði hjá Elsebeth, fekk eg skáldkoppar. Eg lá sjúkur nakrar dagar, hóast eg ikki hevði stundir til tess, tí eg hevði arbeiði, sum eg fegin vildi hava liðugt, tí enn vóru nøkur hús eftir at gera. Í Rituvík minnist eg serstakliga húsið hjá Eliesar Johannesen, lærara. Húsið var stoypt upp, so eg mátti bora holini til isolatorarnar við hond. Skipa­ smiðjan (arbeiðsgevarin) hevði ongan stiga til taks, og tí mátti eg »lána« ein gamlan træstiga úr grannalagnum. Hetta var vanda­mikið arbeiði. Stigin var skirvisligur, tí hann hevði ligið úti í fleiri ár. Tað seinasta húsið, eg innstalleraði í Rituvík, var hjá Esmar Lamhauge. Tað fekk eg tó ikki liðugt, tí eg skuldi á inn­ stallatørskúla í Danmark. Á Københavns Maskinskúla gingu maskinmenn og elektrikarar, umleið 300 tilsamans. Vit vóru fýra føroyingar, sum byrjaðu á skúlanum: Andreas Lamhauge, Eyðfinn Sondum, Bjarki Christiansen og eg. Tá ið eg hevði stríðst meg gjøgnum tríggjar mánaðir, kom ein røntgenbilur á skúlan at kanna næmingarnar fyri sjúkur. Eg og onkur annar skuldu kann­ ast nærri. Úrslitið hjá mær var, at eg hevði ein feril av tuberklum. Eg fekk so valið – at koma á Aunstrup Sanator­ ium og blíva frískur ella halda fram á skúl­anum, uttan nakað garanti fyri at gerast frískur. Eg valdi Aunstrup. Har kom eg at liggja í songini í fýra mánaðir og ganga uppi og úti í skógini aðrar fýra mánaðir. Umframt at taka heilivágin Streptomysin og Pass, so bleiv eg »pustaður«, tað er at leggja lunga stilt. Klaksvíkarstríðið var uppá tað harð­ asta, meðan eg var á Aunstrup. Ein dagin varð eg boðsendur til yvirlæknan, sum vildi vita, um tað var danahatur, stríðið stóð um. Eg segði, sum var, at tað upp­runa­liga var tað mótsatta - at fólkið í Klaksvík ikki vildi av við ein danskan lækna. Á Aunstrup arbeiddi eisini ein før­ oysk yvirsjúkrasystir, hon æt Hanna Jacobsen og var systir Jørgen Frans Jacobsen, skald. Meðan eg og aðrir sjúklingar ein dagin lógu úti í einum opnahjalli, komu læknar og onnur stovugongd. Teirra mill­um vóru so mætir menn sum Petur Reinert og Óli Mikkelsen. Petur hjá Tinnu. Rituvík í 1953