hósdagur 26. juni 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Til Havnar
og aftur
sama dag í 1920
Nú koma vit til seinastu grannastevnuna á hesum sinni, hon
var á Tvøroyri. Tá bar eisini til at fara til Havnar og koma
aftur til Suðuroyar sama dag. Men báturin var 15 tons!
T
á vit komu til Tvøroyrar aftaná
grannastevnuna í Øravík ynski
Ellendersen at fara heim til
Hvalbiar, hetta var í lagi.
Grannastevnan á Tvøroyri,
Froðba og Trongisvág skuldi ikki vera fyrr enn
tveir dagar seinni. Tá hevði eg verið burtur
í átta dagar og hevði skift song hvørja nátt.
Dagin eftir fór eg at gera upp tann pening,
sum var litin mær í hendi. Her var talan um
fleiri túsund krónur, sum eg hevði havt í
leypinum. Tað órógvaði meg, at hann kundi
ikki læsast. Men nú skuldi so heingilás fáast
á leypin.
Annars vóru nú nógv mál, sum lógu niður
fyri á skrivstovuni, og eg royndi altíð at fáa
slíkt avgreitt so hvørt.
Grannastevnan fyri Froðba varð hildin
í dansistovuni hjá J.A. Jespersen, kallað
Tvørátunga. Hetta var vanliga ein veitslu
dagur fyri teir stóru jarðareigararnar í
Froðba. Teir møttu upp tíðliga seinnapartin
í sunnudagsklæðum og gingu hús úr húsi,
har teir kanska fingu ein lítlan. Ein slíkan
dag kundu menninir loyva sær at fara inn
á gólvið hjá stórmonnunum Petur og Niels
Juel Mortensen, har tosað var um felags
jarðartrupulleikar. Hesir áttu nógva jørð í
Froðba. Eg minnist sera væl hesar gomlu
jarðareigararnar, sum Óla Vang Hammer,
beiggja hansara Olaus, Johannes Mortensen
og beiggja hansara Niels Mortensen. So var
tað eisini onkur, sum varð stýrdur av konuni,
ið sum einasta konufólk møtti á grannastevnu
og í koti!
Allir hesir menn plagdu at møta í handl
inum hjá Theodor Gregersen, har teir løgdu
ætlanir fyri grannastevnuna.
Men teir tímdu ikki at møta upp, fyrr enn
grindapartarnir vóru skrásettir og møguligt
vrakgóðs var selt. Tað var undir teirra tign at
vera við til slíkt smáttari.
Tað kundi vera stuttligt at vera á granna
stevnu á Tvørátungu. Tá kundu snapsirnir fyrr
um dagin hava havt sín virknað, og menn
blivu meira dølskir. Teir kundu so fara út fyri
dyr at svala sær á. Men tá ið teir komu inn
aftur, kundi høvið hava verið nýtt at taka av
gerðir í truplum málum teimum viðvíkjandi,
og so var einki teir kundu gera!
Ólóglig skeinking
Ein fastur gestur á grannastevnum var Erik
Ahlen, sum metti seg at vera lógkønan. Hann
átti eina ta elstu útgávuna av Hindenburgs
Formularbog, eitt gamalt danskt lógarverk,
sum hann hevði granskað á sín serligan hátt.
Hann hevði sína serligu fatan av, hvussu lógir
skuldu skiljast og var altíð til reiðar at taka
eina støðu um hvat sum helst. Tað kundi
vera ómøguligt at fáa hann at góðkenna eina
semju, um hon ikki var eftir hansara høvdi.
Hann bryggjaði øl heima, upprunaliga til
egna nýtslu. Hetta øl smakkaði so mikið væl,
at hann fall fyri freistingini fyri pening at
skeinkja monnum, sum komu inn á gólvið.
Hetta førdi til eitt rættarmál, sum var byrjað
áðrenn mína tíð. Rætturin avgjørdi, at hølið,
har tað var skonkt, skuldi læsast og innsiglast.
Tað var mín uppgáva at fáa hetta gjørt saman
við einum politisti.
Eg kom hagar at gera míni ørindini í
flettingartíð. Hølið, vit skuldu innsigla, var
fult av avroðum frá slaktinum. Eg bað Ahlen
um at fáa tað út, men tað vildi hann ikki. Eg
helt ikki hetta vera mína uppgávu og skyldu.
Rúmið varð tískil forseglað í hesum líkinum.
So her var ikki tespiligt, tá ið tað varð opnað
aftur fleiri mánaðir seinni.
Ein grannastevnuluttakari var Hans
Sørensen, sum var ættaður úr Húsavík.
Hann metti allar jarðartrupulleikar frá tí,
hann mintist úr gomlum døgum í Húsavík.
»Ja, góðin, teir gomlu gjørdu so og so« plagdi
hann at byrja sína framløgu. Hann var post
boð og var ein dámligur maður. Hans gekk
við posti um fjøll til Hvalbiar, Sandvíkar og
Fámjins, hvussu ringt veðrið annars kundi
vera. Hann mann hava gingið teinin kring
knøttin nakrar ferðir.
Konubrot á grannastevnu
Á grannastevnuni í Trongisvági plagdi eisini
ein kvinna at møta fyri stjúkfaðir sín Carl
Cederfeldt. Hetta var Maria Olsen, nevnd
Maria í Skorti. Hon var kend fyri ikki at halda
seg aftur, tá ið hon hevði orðið. Hon kundu
fáa mannfólk til at rodna, sum tá ið tarvurin
var á skránni! Tá var onkur, sum talaða at.
Men tað legði Maria ikki petti í og helt, at
fyri tann reina var alt reint. Hon helt, at vóru
menninir so ósekir, sum teir lótust, so skuldi
tað hon segði um tarvar ikki kunnað nerva
teir.
Maria dugdi væl at seyma mannfólkaklæðir.
Teir vóru eisini nógvir, sum hon seymaði til,
ein teirra var presturin Gulak Jacobsen. Hon
seymaði eisini míni føroysku klæði, og tey
sótu væl. Hóast hon kundi taka dýran til, so
var hon eitt veruliga gott fólk. Hon tók sær
av nógvum børnum. Millum hesi vóru børn
hjá Thomas Michael Strøm, sum varð verfaðir
Petur Mohr Dam.
Eftir at grannastevnan var av, helt veitslan
fram, og keypmenninir vóru ikki smáligir
»javnarum«.
Tá ið menninir so fóru til húsa aftur um
kvøldið, var vegurin ofta í smalari lagi, men
teir vóru vanir at ganga í bø og haga og komu
altíð heim í øllum góðum.
So var mín fyrsta grannastevnu umferð
liðug, og eg kundi fara aftur til dagliga skriv
stovuarbeiðið.
Umboð fyri Føroya Sparikassa
Føroya Sparikassi hevði biðið meg um at
umboða hann í sýsluni eins og mín undan
gongumaður og eisini pápi hansara hevði
gjørt.
Uppgávan var at taka ímóti innskoti og
gjalda teimum, sum vildu taka pening út. Eg
skuldi eisini ummæla lániumsóknir í sýsluni.
Hetta var eitt eykaarbeiði, sum eg bert kundi
átaka mær við loyvi frá mínum arbeiðsgevara,
løgmálaráðnum, og hetta fekk eg, eins og
mínir undanmenn høvdu fingið tað.
Eg gjørdist eisini nevndarlimur í van
lukkutryggingini.
Gjørdust heimleys
Vit leigaðu húsini hjá skraddaranum, pápa
Sigmund Petersen, sum var fluttur til
Danmarkar.
Men so hendi tað óvæntaða, at skraddarin
flytir heim aftur og vil hava húsini aftur.
Hetta kom illa við, tí vit høvdu onga aðra
staðni at fara, og okkara hús í Havn vóru
útleigað.
Kristian Djurhuus 26. partur
Seinasta grannastevnan undan Tvøroyri var í Øravík