hósdagur 26. juni 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014
15
VIKUSKIFTI
Á Tvøroyri var tað vónleyst at finna nakað
at búgva í, so Margretha og børnini máttu
flyta inn til míni foreldur í Ólastovu í Havn.
Har var meira hjartarúm enn húsrúm.
Eg leigaði húsini hjá losjuni til skriv-
stovu, og fekk eitt kamar í lærarahúsunum
at búgva í.
Hetta var ein ring støða hjá okkum báðum,
og tað var eisini skrivað í Føroyatíðindum,
hvør skomm tað var, at sýslumaðurin skuldi
vera húsvillur.
Eg hugsaði enntá um at siga starvið upp
og flyta aftur til Havnar. Pápi helt, at hetta
kundi vera líka frægt, men mammubeiggin
Lars ráddi mær frá at fara, og eg lurtaði eftir
honum. Men hetta var hart hjá okkum báð
um. Tá var tað ikki sum nú at tað lættliga
kundi farast eitt vikuskifti til Havnar. Tá var
heldur einki sum æt skipað frítíð. Tí kundi tað
takast illa upp av embætismonnum í Havn,
um teir nú sóu meg har.
Til Havnar við Skorti
Tað sum veruliga lá best fyri var at fara við
Skorti. Tá kundi komast aftur sama samdøgur,
og eingin kundi siga nakað.
Sambandið millum Suðuroynna og
Havnina var vánaligt. Tað var eingin telefon
fyrstu tíðina millum Havnina og Suðuroy, og
samskifti við foreldrini var við brøvum.
Onkuntíð mátti eg til Havnar í embætis
ørindum. Tað vóru tveir møguleikar. Annar
var við Smirli, men har var langt millum túr
irnar. Hann sigldi jú um allar Føroyar.
So var tað báturin Skortur, sum var ein
sokallaður telegrammbátur, sum eisini førdi
post. Hann var 15 tons til støddar og tók
eisini ferðafólk. Ferðin var einar 7 míl. Hann
skuldi kunna fara til Havnar og suður aftur
sama dag. Fyri at klára hetta mátti farast av
Tvøroyri kl. 4 á morgni. Steðgurin í Havn var
einir tveir tímar.
Tað var ikki nakað serliga hugaligt á vetri
at sigla í kolmyrkri. Men tað gekk altíð væl.
Teir báðir Petur Mohr og Jens Olsen sigldu
við. Teir vóru brøður umrøddu Mariu í Skorti.
Á eini av hesi ferðum hevði eg kassapen
ingin hjá sparikassanum við mær. Á ferðini
fekk eg samvitskubit við hugsanini um,
tað kundu verða mínir arvingar, sum fingu
ábyrgdina av peninginum, um báturin gekk
burtur. Eg lovaði mær sjálvum, at hetta gjørdi
eg ikki aftur.
Men tað var ikki bara at siga at sigla við
einum so lítlum báti, og bæði Margretha og
foreldrini vóru stúrin um ferðina aftur til
Suðuroyar.
Tá vildi eg ikki siga teimum, at ferðirnar
við Skorti ikki altíð vóru so hugaligar. Aftaná
dugdi eg væl at síggja, at fleiri av teimum
vóru hættisligar. Motorurin var so lítil, at í
streymasjógvi mátti siglast dygst inn at klett
inum, har tað kundi vera nógv brim. Bara
minsta brek við maskinuni kundi fingið ein
galnan enda. Tað var eingin bjargingarbátur
umborð. Víst vóru nøkur bjargingarbelti, men
tey høvdu neyvan nyttað nógv um á stóð. Men
Poul og Jens í Skorti vóru álítandi og edrúu
ligur menn. Teirra vitan um sjómansskap og
maskinlæru var frá lívsins skúla. Poul var
undir fyrra heimsbardaga torpederaður við
skipinum, hann var við. Hann hevði ligið í
sjónum eitt hálvt samdøgur, áðrenn hann var
bjargaður.
Fyrsta líksýn
Eina ferð út móti vári í 1921 fekk eg boð úr
Froðba um, at tríggir íslendingar høvdu lagt
seg inn í eitt hoyggjhús, helst tí teir onga
aðra staðni høvdu at vera. Løgreglan mátti
so finna út av hesum. Tað vísti seg, at teir vóru
komnir í land av einum skipi, teir høvdu verið
á hotellinum, men vóru farnir avstað aftur,
ikki vóru teir edrúir.
Morgunin eftir vóru tveir av hesum íslend
ingum funnir druknaðir, men tann triði var
umborð á einum skipi og kundi siga nøvnini
á teimum deyðu. Ein avbygdarmaður hevði
verið saman við teimum, og hann varð eisini
funnin druknaður.
Eg mátti tískil hava trý líksýn, og hetta var
fyrstu ferð eg hevði eina slíka uppgávu. Hetta
var óbehagiligt, men hetta var ikki seinastu
ferð, at eg fekk eina slíka uppgávu, fleiri teirra
vóru verri enn henda.
Gott við góðum vinum
Eg kom at búgva saman við fyrstalæraran
Jørgen Thomsen, sum var dani. Hann var
ein ógvuliga piparsligur gamal drongur. Tá
ið hann kom til Føroya eini tvey ár framman
undan hevði hann fingið sær eina føroyska
húgvu, sum hann bar bæði tíðliga og seint og
helst eisini, tá ið hann svav. Hann segði seg
hava gikt í høvdinum og kundi tí ikki vera
hattleysur.
Thomsen segði seg ikki tola veðurlagið í
Føroyum og fór avstað aftur í 1922.
Fyri hann kom Jørgen Bennedsen, sum var
ættaður úr Korsør. Hann kom úr Havn, har
hann hevði verið eina tíð við realskúlan. Eg
mátti so gera avtalu við hann um, at eg kundi
blíva búgvandi í kamarinum, og hetta eftir
líkaði hann. Hann var eisini einsamallur, so
tað skuldi kunnað rigga.
Men tað var skjótt, at tað kom til ein rætt
iligan samanbrest okkara millum. Bennedsen
kom fullur heim úr klubbanum og legði á meg
á grovasta hátt. Hetta vildi eg ikki finna meg
í, og tað endaði við, at eg fekk boð um at flyta
út morgunin eftir.
Hetta kom sjálvsagt ikki væl við, tí eg
hevði onga staðni at fara. Eg kærdi mína neyð
fyri Theodor Gregersen, og hann bað meg
bíða til seinnapartin, áðrenn eg gjørdi nakað.
Tá kom Bennedsen og bað um, at hetta varð
gloymt og bønaði meg um ikki at fara. Eina
slíka útrætta hond kundi eg ikki vísa aftur,
men segði tó við Bennedsen, at slíkt mátti
ikki henda aftur, og tað gjørdi tað heldur ikki.
Nakrar dagar seinni fekk eg at vita, at
Theodor Gregersen hevði verið í holt við fleiri
av teimum kendur monnunum á Tvøroyri,
sum postmannin A. Nolsøe, læknan Effersøe,
Niels J Mortensen og fleiri. Teir høvdu sagt
við Bennedsen, at um hann koyrdi meg út,
fór tað ikki at vera lukkuligt fyri hann sum
fyrstilærari.
Tað var nú hugaligt at vita, at tað í bygdini
vóru fólk sum stuðlaðu mær á henda hátt.
Komandi partur:
Munur er á nýggja Smyril og Skorti. Men við báðum bar til
at koma aftur og fram til Havnar sama dag.
Undan grannastevnuni á Tvøroyri hittust
menn í handlinum hjá Theodor Gregersen.
Maria í Skorti fekk menn at rodna á grannastevnu.
Ì komandi parti er kongavitjan
á Tvøroyri. Her verður meira at
frætta enn úr almennu frásagnunum.
Kristian Djurhuus og Theodor
Gregersen høvdu nógv saman.