Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 113 - 17. juni 2004 C M Y K 22 KÍ skal til Pólands Lutakastið til Europa- Cup kappingina í kvinnufótbólti hevur nú verið EUROPA-CUP Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fjórða árið á rað fara KÍ- kvinnurnar at taka lut í Europa-Cup kappingini fyri kvinnulið. Lutakastið til kappingina var týsdagin, og her gjørdist greitt, at KÍ fer til Pólands at spæla. Liðini í bólkinum hjá KÍ eru AZS Wroclaw úr Pó- landi, Metallist Kharkov úr Ukraina og Cardif City úr Wales. Og á pappírinum er hetta avgjørt ikki tað býttasta lutakastið, sum KÍ hevur fingið. Gamaní er kunn- leikin til hini liðini rættiliga lítil, men í øllum førum slapst hesaferð undan at møta lið úr teimum tjóðum, sum vanliga verða roknaðar millum tær sterkastu í kvinnufótbólti. Hinar ferðirnar hevur KÍ staðið seg væl, tá kapping- arnar hava verið á skránni, og tó at kunnleikin til mót- støðuliðini er lítil, so tykist møguleikin fyri einum góðum úrsliti so avgjørt at vera til staðar hesaferð. Allir dystirnir í bólkinum verða leiktir í Pólandi, og verður hetta í døgunum, 19. til 25. juli. Beint undan ólavsøkuna fara KÍ-kvinnurnar til Pólands, har tríggir dystir í Europa-Cup kappingini eru á skránni Mat- seðilin Hósdagin 17. juni: Grýturætt Fríggjadagin 18. juni: Skinkustitzel Leygardagin 19. juni: Oksafilet Mánadagin 21. juni: Kjøtbollar í karry Týsdagin 22. juni: Stoktan fisk Mikudagin 23. juni: Lasagna *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík 23