hósdagur 22. mai 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Ungar kvinnur í dag hava
javnstøðu. Tað er ikki ein
forðing at vera kvinna, og tí
er kvinnukampurin deyður.
Millum annað hetta var sagt
í provokerandi upplegginum
hjá Eydnu Skaale, som var
boðin í Mettustovu til at
koma við einum kjakupp
leggið mánakvøldið 19. maj
hjá Kvinnufelagnum í Havn.
Í tí sambandinum hevði
hon spurt nakrar ungar
kvinnur, hvat tær hugsa um,
tá tær hoyra orðið Kvinnu
felagið. Allar søgdu, at tær
ikki vistu, hvat tað var. Onk
ur fekk ovastaloftsroyk í
nasagluggarnar, og onkur
onnur hugsaði um konur
yvir 75, sum spæla sjavs.
Eydna Skaale heldur orsøk
ina vera, at tað ikki er
eydnast Kvinnufelagnum at
seta evni ella trupulleikar á
dagsskránna, sum eru við
komandi fyri ungar kvinnur
í dag.
– Tað hava verið nøkur
brennandi mál, sum kvinn
usakin hevur flutt. Somu
løn fyri sama arbeiði og val
rætturin, fyri at nevna okk
urt. Men í løtuni er einki klárt
mál, sum savnar kvinnurnar
í eini felags søk, vísir Eydna
á. Hon er greið yvir, at tað eru
ójavnar í samfelagnum.
– Vit hava serlig kvinnuøki,
sum í stóran mun snúgva
seg um menniskju, røkt og
umsorgan, og so hava vit
serligu mannfólkaøkini, sum
snúgva seg um pengar, asfalt
og avgerðir. Men kvinnuøkini
verða sum heild nógv minni
vird og nógv minni lønt, enn
mannfólkaøkini. Tað er ein
stórur trupulleiki - og serliga
nú okkum manglar kvinnur í
landinum er tað taktiskt býtt
at niðurraðfesta hesi økini.
Eydna vísir á, at hetta er
nakað, flestu kvinnur vita av
og halda vera ov galið. Men
hvussu skal hetta broytast?
– Um tú ikki upplivir ein
trupulleika í dagligdegnum,
og um tú ikki ordiliga dugir
at síggja, hvussu tú í einum
skundmiklum gerandisdegi
kanst vera ein partur av
loysnini, so er ringt at brenna
fyri eini søk, sigur hon.
Eg havi einki at brenna
mín brósthaldara fyri
– Eg havi ongantíð í mínum
lívi upplivað, at tað, at eg eri
kvinna, hevur verið ein bági.
Eg havi havt júst somu møgu
leikar, sum teir dreingirnir,
eg gekk í flokki saman við.
Kvinnurnar í mínum ættarliði
kunnu fáa ta útbúgvingina,
okkum lystir, tær flestu
velja eisini yrki eftir áhuga,
og tosar tú um løn og annað,
so er tað ofta ein spurningur
um at duga at forhandla. Vit
hava møguleika at fáa meiri
í løn enn okkara mannligu
starvsfelagir, sigur Eydna
Skaale.
Ítalisetanin
av
einum
kampi ímillum kvinnur og
menn er ikki nakað, sum hon
kann sameina seg við og tað
er kanska júst hetta, sum ger,
at nógvar ungar kvinnur ikki
eru áhugaðar í kvinnukampi
í dag.
– Menninir í okkara ætt
arliði eru annarleiðis, enn
teir vóru fyrr. Teir taka
helst í størri mun sítt tørn,
enn teir gjørdu fyrr, og um
Kvinnufelagið ikki hevur
størri trupulleikar, enn hvør
tendrar turkitrumluna ella
parar hosur runt um í heim
unum í Føroyum, so er væl
statt, sigur Eydna Skaale.
Hon heldur tað vera av týdn
ingi, at barsilin ikki verður
oyramerktur monnum.
– Vit eru vaksin fólk, og
vit eiga sjálvi at avgera, hvør
er heima hjá barninum. Eg
haldi, at vit mugu líta so
mikið á fólk, at vit lata tey
taka avgerðina sjálvi, sigur
hon.
Vil provokera
Hon leggur dent á, at upp
leggið, við heitinum ”Eg havi
einki at brenna mín bróst
haldara fyri” fyrst og fremst
var ein provokatión.
– Hetta er fyri at provo
kera. Men samstundis er
ein farri av sannleika í tí, tí
kvinnukampurin fyllir at
kalla einki í dag. Og ungar
kvinnur kenna seg ikki settar
afturum mannfólkini. Vit liva
tað lívið, vit ynskja okkum,
og nýtast ikki vera bundnar
at manninum.
Hinvegin
heldur
hon,
at kvinnur sjálvar kanska
kundu veri rúmligari yvirfyri
hvørji aðrari.
– Eg haldi ofta, at kvinnur
í Føroyum eru skjótar at
døma hvørja aðra. Er ein
kvinna ov ambitiøs, so hon
til dømis má lata mannin
fara á foreldrafund, er tað
galið. Er hon hinvegin bara
harheima og bakar bollar,
er tað eisini galið, sigur
Eydna Skaale og vísir á, at
kvinnur í Føroyum hava eitt
ekstremt sosialt kontroll á
Eg havi einki
at berjast fyri
30 ára gamlar kvinnur hava ikki fyri neyðini at stríðast orsakað av sínum kyni. Tað er ikki ein forðing
at vera kvinna longur, og tí er kvinnusøkin ikki viðkomandi fyri tað unga ættarliðið. Millum annað
hetta segði Eydna Skaale, tá hon var boðin í Mettustovu at prika til sínar samsystrar mánakvøldið
javnstøða
Kvinnufelagið megnar ikki at seta trupulleikar á dagsskránna, sum eru viðkomandi fyri ungar kvinnur í dag,
heldur Eydna Skaale, sum var bjóðað í Mettustovu at koma við einum provokerandi innsparkið 19. mai
Kvinnur í Føroyum eru skjótar at døma hvørja aðra.
Er ein kvinna ov ambitiøs, so hon til dømis má lata
mannin fara á foreldrafund, er tað galið. Er hon hinvegin
bara harheima og bakar bollar, er tað eisini galið