Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað kann vera nakað um, at tær ungu kvinnurnar í dag ikki kenna tað við­komandi, sum kvinnu­kampurin snýr seg um. Tað er ofta, tá man verður eldri, at tað verð­ur við­ kom­andi, sigur Birta Biskop­ stø, forkvinna í Kvinnu­felags­ samskipan Føroya, ið er ein paraply­organisatión fyri Kvinnu­feløgini í Føroyum. – Tá tú ert eldri, hevur tú fyri tað fyrsta yvirskot og vitan til at síggja sam­felagið rundanum teg, og gera nakað við tað. Tað vil siga, at tú skal hava orku til at arbeiða frívilliga – tað kann bæði vera dýrt og tíðarkrevajandi. Tað eru fáir av limunum í kvinnufeløgunum, sum eru undir 35 ár, og tað kemur nokk av, at tær ungu ikki hava teir trupul­leikarnar, sum vit varpa ljós á í dag, sig­ ur hon. Viðurskiftini í dag eru øðr­vísi og parlagið mill­ um menn og kvinnur er í stóran mun øðrvísi enn tað var fyrr. Men nógv av tí, sum kvinnur skulu stríðast fyri í dag, er bygnaðarligt, og snýr seg í veruleikanum um vælferðarsamfelag og solidar­i­tet, sigur hon. Fátækar kvinnur um 30 ár Kvinnur arbeiða serliga í ávís­um yrkisbólkum og nak­ rir av hesum hava sera vána­ ligar fortreytir á arbeiðs­ marknaðinum. Hetta eru viðurskifti, sum ikki broytast so leingi, sum kvinnur ikki hava ávirkan á egnu umstøður. Eitt nú eru tað trupul­leikar hjá kvinnum, sum eru tímaløntar, ella arbeiða niðursetta tíð og hava eina lægri realløn, tí tær eru á barsil. Alt hetta merkir, at tær hava sera lítla pensión, tá tær verða eldri. – Síggja vit fyri okkum, hvussu samfelagsmyndin er 30 ár fram í tíðina, kunnu vit koma út fyri, at vit hava ein bólk av kvinnum, sum eru fátækar, sigur Birta Biskopstø. Orsøkin er kvinnufakini og viðurskiftini har, og at kvinnur í nógv størri mun eru á barsil enn menn. Ein persónur á barsil fær í mesta lagi 25.000 krónur frá barsilskipanini. Av teim­ um fer eitt procent av til pensión tað fyrsta árið, tvey procent komandi árið og so framvegis. Hetta merkir, at nógvar kvinnur ikki vinna sær nóg stóra pensión, og reallønin lækkar hvørja ferð, tær fara á barsil, sigur Birta Biskopstø. Kvinnuspurningar eru samfelags­spurningar Ein kvinnuspurningur er ein samfelagsspurningur, og tað eigur at vera ein partur av okkara dannilisi at seta okkum inn í hesi viðurskifti uttan um til, hvat vit halda um reyðsokkar, heldur Birta Biskopstø. – Eg havi personliga aldr­ in merkt nakran mun, eg havi forhandlað meg til tað, sum eg skal hava, men eg haldi, at hetta er ein sam­ fe­lagsspurningur. Eg veit ikki, um tað endiliga snýr seg um, at kvinnufelagið er ímóti monnum, men tað vit gera vart við rakar kanska serliga kvinnurnar, og tað verður ikki broytt, um vit ikki hava javnstøðu bæði í parlamentariska og út­ innandi valdinum. Hví skal tað tað? Hví skulu menn lata vald frá sær, um teir ikki hava tað fyri neyðini, sigur Birta Biskopstø og leggur aftrat: – Hinvegin broytist sam­ felagið hjá okkum allatíðina - tey seinastu árini hevur so gott sum verið javnstøða millum kynini á flestu út­ búgvingarøkjum, so eg rokni við, at henda javnstøðan fer at speglast aftur í sam­ felagviðurskiftunum um nøkur ár. marjun@sosialurin.fo Bygnaðarligur trupulleiki Nógv av tí, sum kvinnur stríðast fyri í dag, er bygnaðarligt og snýr seg í veruleikanum um væl­ferðarsamfelag og solidaritet, sigur Birta Biskopstø, forkvinna í Kvinnufelagssamskipan Føroya javnstøða - Síggja vit fyri okkum, hvussu samfelagsmyndin er 30 ár fram í tíðina, kunnu vit koma út fyri, at vit hava ein bólk av kvinnum, sum eru fátækar, sigur Birta Biskopstø. hvørji aðrari. Hon saknar kanska eina kvinnurørslu, sum sigur, at tað er okey at fylgja sínum dreymum, óansæð, um teir snúgva seg um løgmansembætið ella at hava bollarnar klárar til børn­ini, tá tey koma heim úr skúla. Saknar sterkt Kvinnufelag – Eg sakni, at Kvinnufelagið setur nøkur evni á dags­ skránna, sum eru viðkom­ andi fyri ungar kvinnur í dag, so tær fáa eitt mál og brenna fyri hesum. Tí hvat skal eg gera við tað, at sjúkra­systrar fáa ov lítla løn í mínum gerandisdegi ímillum matpakkar, full­ tíðar­starv, døg­verða og frí­ tíðarítriv? Nær er tað, eg skal gera nakað - og hvat skal eg gera? Eg sakni, at Kvinnufelagið setur út í kortið, hvat skal gerast, og hvussu vit kunnu vera ein partur av tí, sigur Eydna Skaale – Hvat er trupulleikin, og hvussu kunnu vit loysa hann. Júst hví skal eg brenna fyri hesum? Nettupp av tí, at eg ikki merki nakran ítøkiligan mis­mun ella trupulleika í mín­um daglidegi, er mín logi ikki flammandi, hóast eg veit, at tað eru skeivleikar, sigur Eydna Skaale, og vísir á, at hetta er ráðandi hold­ ningurin millum kvinnur á hennara aldri. Kvinnukampurin er ikki deyður Tina Jakobsen, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn við­gongur, at tær ikki hava verið nóg skarpar, tá tað kemur til profilering og markn­aðar­føring, men kvinnukampurin er als ikki deyður sigur hon. Tað finnast ein rúgva av týdn­ ingarmiklum evnum, sum eiga at takast upp, og sum eisini vera tikin upp og sett á politiska dagsskrá av Kvinnufelagnum, sigur hon. Hon heldur, at tað er ein stórur meinbogi fyri Kvinnu­felagið, at ungar kvinn­ur als ikki duga at síggja nakra grund til at at fylkjast fyri eina kvinnu­ søk. – Tað er ein trupulleiki, eingin ivi um tað, tí eitt og hvørt felag hevur brúk fyri einum arvtakara og um ongar ungar kvinnur eru í felagnum, so er eingin at taka arbeiði upp, sigur Tina Jakobsen. Les eina longri samrøðu við Tinu Jakobsen í Sosial­ inum mánadagin. marjun@sosialurin.fo Eg veit ikki, um tað endiliga snýr seg um, at Kvinnufelagið er ímóti monnum, men tað vit gera vart við, rakar kanska serliga kvinnurnar, og tað verður ikki broytt, um vit ikki hava javnstøðu bæði í parlamentariska og útinnandi valdinum