Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg eri ein av teimum fólkunum, sum havi ómanerliga trupult við at lata vera við at blanda meg uppí og siga mína hugsan um mál, ofta bæði hart og alment. Onkuntíð haldi eg sjálv, at tað er nakað nógv av tí góða, so tað kann uttan iva vera strævið hjá øðrum at hoyra uppá, men tað gerst ikki við. Tey mugu bara blaða á næstu síðu ella sløkkja. Eg haldi tað hava stóran týdning bæði persónliga og samfelagsliga at síga mína hugsan grundað á mínar royndir og upplivingar í arbeiði og felagsarbeiði. Sjálv­ andi eigi eg at geva mítt íkast til eitt kjak ella at tala at, har eg haldi, at tað er neyðugt og har eg havi nakað at bjóða. Alt skal sjálvandi ikki sigast hart og alment, og tað verður tað heldur ikki. Tað er tó neyðugt við­ hvørt fyri at gera vart við ting og flyta ljóskastaran á viðurskifti, sum hava tørv á at verða luftaði, eisini hóast vandi er fyri at koma at traðka onkran á tærnar. Tað er oftast tá, at kjakið verður mest áhugavert. Fyri mær tykist tað, sum alt ov fá fólk halda seg framat at siga sína hugsan í almenna rúmunum. Eg undrist á, um tey ikki tora, ikki hava nakað uppá hjartað ella bara ikki tíma at brúka sína tíð uppá at skifta orð alment. Hví standa fakfólk ikki í kø at siga sína hugsan til dømis á skúlaøkinum? Her er annars nokk at tríva í. Eg havi hoyrt murran í krókunum um landsroyndirnar, lærarar sum eru fortørnaðir og hava sterkar meiningar um bæði eitt og annað, men bara eitt fátal, tey somu næstan hvørja ferð, tykist siga sína hugsan hart, har tey, sum hava ábyrgd, kunnu hoyra tað. Hvar er almenna fakliga væl grundaða kjakið um fyri­munir og vansar við royndum? Ella um pappírs ella talgildar royndir? Um læring, um karmar, um tal­gilding av skúlanum, um trivnað, um undirvísingar­ tilfar, um skúla- og floksstødd, um skúlagarðar, um kantinur? Hvar eru øll foreldrini, lærararnir og skúla­leiðararnir? Nakrir lærarar eru at síggja í Skúla­ blað­num, sum er frálíkt blað, men mest sætt av av lærarum. Tað eru fleiri enn 7.000 næmingar í fólka­ skúlanum, so munnu tað ikki vera omanfyri 10.000 vaksin, umframt børnini sjálvandi, sum kundu sagt sína hugsan? Vit hoyra tey somu 30-50 hvørja ferð. Eg haldi, at tað hetta er ein stórur trupulleiki, serliga tí at eg veit, at tað eru nógv, sum hava nógv uppá hjartað, sum kundu varpað ljós á týdningarmikil viðurskifti og komið við góðum hugskotum og loysnum. Eg haldi, at okkara samfelag tørvar at hoyra fleiri røddir, fáa meira konstruktivan kritikk og at savna fleiri hugskot. Eg fari tí at koma við eini beinleiðis áheitan: Hevur tú okkurt uppá hjarta, gott ella ringt, so spýt út. Tað nyttar lítið at ganga við einum genialum hugskoti einsamøll ella ganga og murra, undrast ella vera ham­ randi ónøgd við okkurt, fortelja hetta ymsa staðni, bara ikki á rætta stað. Sannlíkindini fyri, at nakað hendir, eru nær null, tað er hinvegin meira sannlíkt, at tú brennir út ella verður etin upp av illsinni. Tá er ov seint at tala at, tá hevur tú bara tær sjálvari fyri at takka. Eg fari at enda at takka fyri meg her í Eygamálinum og fari at lata stafettina víðari til onkran annan, sum heldur ikki klárar at tiga. Vit hoyrast uttan iva onkra aðra staðni. Annika Sølvará stjóri fyri Granskingarráðið EYGA MÁLIÐ Spýt út um tú hevur nakað uppá hjartað! kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Hesar írestandi milliardirnar Símun P. Jacobsen Ja, hesar írestandi milli­ard­ irnar í inntøkum lands­kass­ ans frá 1. januar 2002. Hvar eru tær farnar? Mær tykir, sum um tað er vorðið meir at kalla óhepp­ið at nevna orðið “blokk­ur” tá ræður um at um­mæla niður­ skurðin av heildar­veitingini. Tí fari eg ístaðin í hesi grein at nýta orðið heildarveiting. Sum orðatakið sigur á frálíkum donskum: “Fak­ torernes orden er lige­gyld­ig.” Sera torført tykist vera at fáa fullveldismenn at skilja, at skerjingin av heildar­veit­ ingini í stórum minkar um inntøkupeningin á lands­ kassans roknskapum. Eg fari tí at royna at tosa í líknilsum ella við øðrum orðum í myndatalu. Tveir menn fóru ein góðan morgun við snøri til útróðrar. Fiskur var nærum í heintan. Brádliga hendir tað, at báðir kenna hampiliga stóran kalva. Aftaná at snørini hava runnið á botn nakrar ferðir, byrja báðir so smátt at draga upp, og eftir drúgva tíð hava báðir stóran kalva undir borði. Annar maðurin er ógvu­ liga lagaligur og hepnast hon­um at høgga í kalvan og fáa hann í øllum góðum inn í bátin. Hin maðurin kvettir snørið á stokkinum. Hann vil als ikki royna at fáa kalvan inn í bátin og kalvin fer glaður spelandi aftur niður móti botni. Eitt orðatak ljóðar soleiðis: “Skeri eg teg her, so missi eg teg har.” Ógvuliga beinrakið orðatak. Tá maðurin kvetti á stokk­ inum og soleiðis misti kalvan á stokkinum, tá misti heilsu­ verkið, almannaverkið eins og mentamálaráðið hópin av peningi. Og allir skattaborgararnir í landinum, tú, eg og allir hinir – vit fáa einki gjørt utt­ an at bíða eftir rokningini fyri hetta størsta fíggjarliga mis­tak, sum menn vita um. Í sambandi við omanfyri nevnda líknilsi ella frásøgn í myndatalu um kalvaveiðu, fari eg at umrøða ein ser­ stak­an útróðrardag. Fyrri bátur mín, tann sum eg nýtti í seksti og sjeytiárunum, var einans ein tríbekkur um átta alin. Fiskireiðskapurin, ið eg nýtti, var 0,9 mm nylon. Eitt heimagjørt blankt lodd, um 400 gram niðast í end­an­um. Frá loddinum og upp­eftir vóru niðast tveir skeið­húk­ar og síðan seks til átta gummi­ beitir. Hesar fiskigreiðir vórðu nýttar bæði til at fiska seið og smáfisk við. So var tað ein dagin seinast í sekstiárunum, at eg fór út á Egilsnes at fiska seið. Væl var at fáa, men av tí at veðrið var so avbera gott og eg visti, at nógvur seiður stóð út fyri Vágalandinum millum Kloddan og Oyragjógv, stim­ aði eg yvir um Sundið, hóast eystfallið ikki var meira enn reiðiliga hálvrunnið. Tað var alt í einum, at seiður og smáfiskur var á hvørjum húki. Men brádliga fekk eg tað hugskot, at eg ikki skuldi draga inn beinan vegin, tí kanska ein kalvi fór at taka um onkran seiðin. Áðrenn eg hevði hugsað henda tanka at enda, nú nívur á og snørið fór at renna alt í einum. Eingin ivi um, at fittur kalvi hevur tikið. Men brádliga tykist kalvin vera farin. Eg byrji at draga upp og eg dragi slakan. Stundum tykist okkurt tungt at níva á, men so er tað burtur aftur. Nú eri eg farin at halda, at ein rennikalvi etur seið og smáfisk av húkunum og eg fari at draga slakan, so skjótt eg kundi. Tað var skjótt, at húkar og lodd vóru komin í bátin. Og alt í einum kemur hesin stóri kalvin við miklari ferð sjóleysur í ein boga tvørtur um bátsborðið. Í fallinum brýtur hann eina ár av um tvøran og endaði øðru megin stúttuna á bekkinum. Eg fekk lagt meg oman yvir hann og skar hann, so hann bløddi. Eg slapp frá at høgga og toga kalvan inn í bátin. Kalvin sjálvur gjørdi alt arbeiði fyri meg. Hann meira at kalla fleyg tvørtur um bátsborðið og endaði sínar dagar við stúttuna undir bekkinum. Kalvin vigaði 62 pund. Eg byrjaði greinina við at spyrja, hvar tær írestandi milliardirnar eru farnar. Jú, fyri tólvta árið og væl tað eru tær í myndatalu farnar til botns við at fullveldismenn kubbaðu á stokkinum, með­ an stórur kalvi var undir borði. Inntøkumissur lands­ kassans er nú farin álvarliga at nærkast teimum fimm milliardunum. Og hetta skulu allir skattaborgarar í landinum gjalda – tú, eg og allir hinir. Kringvarp fyri øll? Sofus Debes Johannesen Tá man hyggur ella lurtar eftir tíðindum í útlendskum miðlum, so hava tey eina grundreglu, at tíðindini eru á móðurmálinum. Verður tosað við persón á øðrum máli, so verður tað, viðkomandi sigur, umsett til móðurmálið. Men soleiðis er ikki hjá okkara egna Kringvarpi. Held­ur ikki eftir, at tey gjørdu sonevndu public-ser­ vice avtaluna við eigaran, Mentamálaráðið. Ofta eru tíðinasendingar, har útlendskt mál verður nýtt í samrøðum. Flestu okkara skilja danskt og norskt, so lat tað fara. Men nógv av okkara eldru borgarum skilja ikki enskt, so tað eigur at vera eitt ófrávíkiliugt krav, at sam­røður á enskum verða um­settar! Flestu yngru lurtararnir skilja enskt, men ein sann­ roynd er, at tey ungu ikki lurta so nógv eftir tíðindum, meðan eldru lurtararnir eru teir nógv mest trúgvu til tíð­ indasendingarnar. Tí er tað ein háðan móti teimum at senda tíðindire, sum tey ikki skilja! Eitt dømi var sunnudagin 18-05-14. Kl. 14 var innslag í tíðindunum, har tosað varð við serba um vatnflóð í heim­ landi hansara. Sam­røðan var á enskum uttan umseting. Kl. 18, ella 4 tímar seinni, var sama samrøða endur­ send, framvegis uttan um­ seting. Ikki tí, tíndasendingin kl. 18 var í størsta mun endur­ send­ing frá kl. 14, so har kundi saktans verið stundir at um­seta innihaldið í enska inn­slagnum til føroyskt, so eisini eldru lurtararnir kundu fylgt við. Spurningurin er so, um talan er um dovinskap, ella bara vanvirðing av eldru lurt­arunum? Hendan so nógv umtalaða public-service avtalan mill­ um Kringvarp Føroya og Menta­málaráðið átti í hvussu er umfata hendan spurning. Gjógv, 18. mai 2014