hósdagur 22. mai 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Jógvan
við Keldu
Í
seinastuni hava ikki færri enn
tvær veljarakanningar verið,
har eitt úrval av føroysku
veljarunum, umleið 500 í tali, eru
spurdir av tveimum óiva væl kvali
fiseraðum kanningarstovnum, um
hvønn flokk tey høvdu valt, um løg
tingsval var tann dagin, tey vórðu
spurd.
Spurnarkanningarnar
vórðu
gjørdar um somu tíð, næstan sama
dag. Tað vil siga, at innan fyri eitt
tíðarskeið upp á nakrar fáar dagar
vórðu um leið 1000 fólk spurd sama
spurning, men í tveimum bólkum
við umleið 500 í hvørjum.
Tað er ymiskt sum fólk halda um
slíkar kanningar. Nøkur vilja ikki
vita av teimum og hava als einki
álit á teimum. Onnur halda úrslitið
vera ramasta sannleika og halda,
at politiska skipanin skal fylgja tí,
sum um tað var galdandi valúrslit.
Flestu fólk munnu tó taka slíkar
kanningar fyri tað, tær veruliga
eru, nevniliga ábendingar um nak
að, sum rørir seg millum fólk, men
ikki nakað tey hava bundið seg til.
Við øðrum orðum: rætt og slætt
gitingar, men tó ikki tiknar heilt úr
leysum lofti.
Fjølmiðlarnir hava kortini gjørt
rættiliga nógv burtur úr kanning
unum. Og klókir serfrøðingar eru
spurdir, hvat teir halda. Og svarini
eru, sum persónarnir eru. Og
politikarnir svara í sínum lagi. Alt
eftir um útlitini eru góð ella vánalig
leggja teir sínar útsagnir til rættis.
Fløkt mynd
Høvuðsútsagnirnar í fjølmiðlunum
og fyri stóran part í orðaskiftinum
vóru, at Javnaðarflokkurin var stóri
vinnarin og Sambandsflokkurin
stóri taparin. Hetta var partvíst
rætt, men so einføld var myndin
ikki. Um vit taka flokkarnar hvør
sær, so kann ein óvísindalig niður
støða í mun til seinasta valúrslit
gerast:
A. Fólkaflokkurin: Ábending um
ávísa afturgongd , heldur størri í
seinru enn í fyrru kanningini
B. Sambandsflokkurin: Stór aftur
gongd í fyrru kanningini,
væl minni afturgongd í
teirri seinru.
C. Javnaðarflokkurin: Stór
framgongd
í
báðum
kanningunum.
D. Sjálvstýrisflokkurin:
Eingin eyðsýnd broyting
E. Tjóðveldi: Nakað av framgongd í
báðum kanningunum
F. Framsókn: Eitt sindur av fram
gongd í báðum kanningunum.
G. Miðflokkurin: Eitt sindur av
framgongd í fyrru og nakað av
afturgongd í seinru kanningini.
Myndin er sostatt eitt sindur fløkt,
men Javnaðarflokkurin og partvís
Tjóðveldi kunnu gera sær vónir
um framgongd á kommandi vali.
Men tað er helst hálvannað ár
til val verður, og sjálvandi kann
nógv broytast til ta tíð. Tað er ikki
óvanligt, at andstøðuflokkar hava
framgongd
og
stjórnarberandi
flokkar afturgongd miðskeiðis í
einum valskeiði.
Sum tíðin gongur vísir tað seg
ofta, at samfelagsgongdin er posi
tiv, og at politiska arbeiðið hjá
eini landsstýrissamgongu hevur
framgongd. Tað er helst eisini tað,
ið nú sæst. Um ein hyggur objek
tivt eftir støðuni, má viðgangast,
at tað gongur rættiliga væl í Føroy
um. Bæði vinnuliga og samfelags
búskaparliga gongur væl. Nógv av
politisku tiltøkunum eru eydnast.
Sjálvt um fiskivinnupolitikkurin
hevur verið fyri hørðum álopum, og
okkurt kanska kundi verið øðrvísi,
so er hann sæð frá einum heildar
sjónarmiði rættiliga væl eydnaður.
Skattaumskipanin er eisini væl
eydnað. Við smærri broytingum
kann hon gerast enn betur, og sum
tíðin líður fara flest øll at vera
glað fyri skipanina og taka undir við
henni, samstundis sum hon verður
gott grundarlag undir einum fram
haldandi búskaparvøkstri.
Lat meg tó leggja afturat, at
í tveimum málum haldi eg sam
gonguna hava gjørt mistøk. Annað
er hækkingin av blokkstuðlinum.
Sjálvt um upphæddirnar er smáar,
so er signalvirðið í hesum so skeivt,
sum tað kann vera, og um tað ikki
verður rættað aftur heilt skjótt,
kann tað gera stóran skaða bæði fyri
samfelagsbúskapin og – ikki minst
– fyri sjálvbjargnisstrembanina.
Hitt málið, sum eg meti vera skeivt
frágingið, er avtøkan av Lands
bankanum. Hesin stovnur virkaði
væl og kundi framhaldandi fingið
uppaftur størri týdning, tess meiri
sjálvstøðugar Føroyar gjørdust.
Val javnari enn kanningar
Sum sagt hava veljarakanningarnar
elvt til orðaskifti, bæði sum vanligt
tíðindaprát og eisini útmeldingar
frá summum av politisku flokkun
um. Sambandsmenn mæla til sjálv
rannsakan, og javnaðarmenn frøast
um sína framgongd. Men ikki nóg
mikið við tí, teir eru serliga glaðir
fyri, at stóru samgonguflokkarnir
missa undirtøku. Tað sama er Tjóð
veldi, men ikki heilt so yvirstreym
andi.
Um ein fer aftur í tíðina, so
hevur tað ofta víst seg, at veruligi
valúrslitini hava verið nakað javn
ari, enn valkanningarnar framm
anundan hava víst. Soleiðis kann
tað saktans eisini blíva næstu ferð.
Um vit hyggja at valúrslitunum
hjá teim fýra stóru flokkunum
síðani 1950-árini, so sæst, at tað
gongur upp og niður hjá teim
øllum. Teir skiftast um at liggja
innanfyri intervallið 15-25 %. Helst
er meðaltalið hjá teim øllum umleið
20 %. Fólkaflokkurin hevur verið
tann við minstu sveiggjunum,
meðan Javnaðarflokkurin helst
hevur havt størstu sveiggini. Tí
kunnu vit helst gita, at á komandi
vali fara teir allir at fáa umleið 20
% av atkvøðunum. Sveiggini fara at
valdast “dagsformi”.
Um hesar gitingar halda, kann
tað hava áhuga at lurta eitt sindur
eftir útsagnunum frá nøkrum av
politikarunum um, hvørjir sam
gongumøguleikar eru eftir kom
andi val. Javnaðarflokkurin kemur
við sínum vanligu boðum: Einki
samarbeiði við Fólkaflokkin. Her
við heldur hann seg hava gjørt tað
kvettið at senda Fólkaflokkin út í
myrkrið. Men vandin hjá honum
er, at hann longu á hendan hátt
hevur beint fyri sínum egnu sam
gongumøguleikum og sett seg
sjálvan uttan fyri alla ávirkan.
Fólkaflokkurin
harafturímóti
sigur ikki so nógv. Hann ger sítt
arbeiði og tekur møguleikan, um
hann vísir seg. Tjóðveldi bíðar
eisini eftir møguleikunum og
útilokar ongan, sjálvt um ein
samgonga við Sambandsflokkin
ikki er sannlík. Sambandsflokk
urin bíðar eisini eftir úrslitinum
og hevur helst bestan hug til
samgongu við Fólkaflokkin ella
Javnaðarflokkin.
Fullveldissamgonga
Ein útsøgn, sum eg haldi ljóðar
áhugaverd, er tann, sum Poul
Michelsen, formaðurin í Framsókn,
kom við um dagarnar. Hann lat upp
fyri møguleikanum fyri eini full
veldissamgongu millum Tjóðveldi,
Fólkaflokkin og Framsókn. Fyrsta
fortreytin fyri hesum er sjálvandi,
at hesir flokkarnir fáa meiriluta
saman. Men tað skuldi ikki verið
óhugsandi, at Fólkaflokkurin og
Tjóðveldi fáa tilsamans 15 tinglimir,
og at Framsókn fær 2. Gott nokk
hava Tjóðveldi og Framsókn verið
í andstøðu í núverandi valskeiði og
hegla niður á Fólkaflokkin. Men tá
nýtt valskeið byrjar, hevur Fólka
flokkurin gjørt neyðuga politiska
arbeiði og sett Føroyaland í góðan
stand. Tað arbeiðið, sum tá fyrst
og fremst skal gerast, er at koma
so nær fullveldinum sum møguligt
við nýggjari grundlóg (ella stjórn
arskipan), niðurlaging av blokkin
um, endurstovnan av landsbank
anum, eini skilagóðari semju um
fiskivinnupolitikkin, og vónandi
ein skilagóðan førdan politikk um
útvinnan av olju.
Onkur setur kanska spurnar
tekin við, um hesir tríggir flokkar
kunnu arbeiða saman. Tað haldi eg
avgjørt teir kunnu. Fólkaflokkurin
og Tjóðveldi hava áður arbeitt væl
saman, og Poul Michelsen hevur
meginpartin av sínum politiska lívi
verið partur av Fólkaflokkinum, so
tað skuldi verið lagamanni at funni
loysnir saman. Lat meg leggja
afturat, at um flokkarnir ikki fáa 17
mandatir tilsamans, skuldi møgu
leiki væl verið fyri at fáa Miðflokkin
við.
Veljarakanningar og gitingar
um politiskar møguleikar
Tað hevur ofta víst seg, at veruligi
valúrslitini hava verið nakað
javnari, enn valkanningarnar
frammanundan hava víst
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Sambært nýggjastu veljara
kanningini, so høvdu vit
fing ið nýggja leiðslu í Tinga
nesi. Kanningin, sum er
ein lemjandi ósigur til ser
liga Sambandsflokkin, sum
missir 9 prosent, og Fólka
flokk in, sum missir 4,7 pro
sent. Samgongan hevði havt
14 tingesessir aftan fyri seg,
með an andstøðan hevði havt
19.
Søguliga afturgongd
Størsti
taparin
sambært
kann ing ini, sum Gallup gjør
di fyri ting.fo, er Sam bands
flokk ur in. Flokkurin hevði
mist heili 9 prosentstig í
mun til seinasta val. Tá fekk
frá einum vali til annað, sum
hann hevði gjørt, um hendan
kanningin var valúrslit. Og
ongantíð hevur flokkurin
fingið so laka undirtøku, sum
hesaferð, 15,7 prosent.
Sa m ba n d s f l o k ku r i n
hev ur
bara
tvær
ferðir
fing ið undir 20 prosent av
atkvøðunum. Tað var á vali
num í 1974, tá hann fekk 19,1
pro sent og í 1998, tá hann
fekk 18,1 prosent. Í 1974 hevði
Sambandsflokkurin sitið í
sam gongu saman við Javn
að ar flokkinum
og
Sjálv
stýris flokkinum
við
Alta
Dam sum løgmanni. Í 1998
hevði
Sambandsflokkurin
havt leiðsluna í Tinganesi
við Edmundi Joensen sum
løgman i
hevði fingið eina framgongd
upp á 7,4 prosentstig – úr 17,7
upp í 25,1 prosent. Hetta hevði
givið
Javnaðarflokkinum
átta tingsessir, sum er tveir
aftur at í mun til seinasta val,
ella tríggjar afturat teim
um fimm, sum flokkurin nú
hevur, síðani Gerhard Logn
berg varð koyrdur úr flokki
num.
Javnaðarflokkurin hevur
áður verið størsti flokkurin
á tingi og havt oman fyri
25 prosent av atkvøðunum.
Tað var í 1958, at flokkurin á
fyrsta sinni gjørdist størsti
flokkur og skipaði sam
gongu. Flokkurin helt støðu
na sum størsti flokkur næs tu
20 árini. Í 1978 gjørdist Sam
Ellefsen á odda størsti flokk
ur.
Tjóðveldi vinnur
innaftur
Hin stóri vinnarin í kann
ingini er Tjóðveldi, sum
hevði havt eina framgongd
upp á 4,7 prosentstig og farið
úr 18,3 prosentum á seinasta
løgtingsval til 23 prosent.
Hetta hevði givið Tjóð veldi
num tveir ting sessir afturat.
Tjóðveldi hevur bert tvær
ferðir verið størsti flokkur á
tingi. Fyrra ferðin var í 1998,
seinna ferðin í 2008. Men
flokkurin hevur ongantíð
havt leiðsluna í Tinganesi,
ongan tíð havt løgmann. Tað
er bara Tjóðveldi av teim
um stóru flokkunum, sum
ongantíð hevur havt løg
mann.
Ein afturat til
Miðflokkin
Miðflokkurin er einast sam
gongu flokkur, sum hevði
havt framgongd. Á seinasta
løg tings vali fekk flokkurin
6,3 prosent, sum gav flokki
num tveir tingsessir. Hend
veljarakanning
ólkaFlokkurin
mbandSFlokkurin
vnaðarFlokkurin
lvStýriSFlokkurin
ðveldi
Flokkurin
mSókn
niSt ikki
madi ikki / blankt
kki á vali
alrætt
Vandrings-
matrisa
Samgongan triðingin
av tingsessunum
Feskasta veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum søguliga vánaliga undirtøku
7
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
veljarakanning
Hugskotið hjá Poul Michelsen
um eina fullveldissamgongu
ljóðar áhugavert
Jógvan Sundstein