Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 14. mai fingu Jan Vestergaard og Fìa Kristiansen, Tórshavn, ein vælskaptan drong. Hann vigaði 3840 gr og var 54 cm langur. Á myndini saman við stórabeiggjanum Jóhan Páll. 15. mai fingu Emilia og Elias eina lítlasystir. Hon vigaði 4130 gr. og var 55 cm long. Foreldur teirra eru Guðrun og Símun Kerá, Argir. 6. mai fekk Andreas eina sera fitta lítlasystir. Hon var 53 cm long og vigaði 3700 gr. Foreldur eru Anna Petersen og Pauli G. Hansen á Skála. 13. mai fingu Heidi og Jan Heinesen, Syðrugøtu, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3820 gr, Føðingar Fyrstu tíðina eftir at vit í 1965 fluttu aftur til Føroya, búðu vit í Vestmanna, har Landsverkfrøðingurin hevði eina deild í kommunu­skriv­ stovubygninginum. Har hús­ aðust vit, Jógvan Isaksen og Hans Jákup Hansen, báðir í Skálum, Hjallgrímur Janusar­ son og eg. Koyrandi var úr Vest­ manna og norður um Streym­ nes, ávegis móti Langasandi og úr Haldarsvík eisini ávegis suður móti Langasandi. Til Havnar var vegurin opnaður 6. juli 1966 og seinni sama árið bundin saman heilt norður til Tjørnuvíkar. Hjúnini, Hjallgrim og Jutta, búðu tá í Haldarsvík, og hevði Hjallgrimur eftirlit við vegagerðini har á leið. Hjallgrimur setti eftir seg tveir sjónligar varðar – tvær sera snøggar brýr – onnur har norðuri um Fossá og hin um ánna í Hósvík. Hann til­ evn­aði timburarbeiðið til for­skalling, ið var gjørd so snildis­liga, at hon kundi stytt­ast ella leingast, alt eftir tørvi til tær ymisku hválv­ brúgv­arnar, sum í útsjónd eru vakrari enn tær sløttu – alt talmerkt, so tað lættliga kundi setast saman aftur. Forskallingin var eftir nýtslu løgd á goymslu norðuri við áðir; men so hendi tað, at onkur var biðin at rudda húsið, og av misskiljing varð alt, sum inni var, blakað burtur og brent. Fíggjarligi missurin hevði í dagsins peningi totað móti milliónini ella longur. Tá vit bæði, konan, burt­ uri í londum høvdu verið inni hjá gestablíðum fólki, plagdu vit mangan at taka til, at hatta var sum at vitja Juttu og Hjallgrim. Gesta­ blídni var teimum í blóð­ið borið. Mamma Juttu, Jose­ fina í Garða­stovu, stílaði fyri, tá kongs­húsið vitjaði í Vest­ manna, og mangur okkara hev­ur sitið væl inni hjá Janusi í søguligu Húsavík. Hjallgrimur hevði nom­ ið sær tekniska útbúgv­ing í Danmark og var eins og í timburarbeiði sera nær­ lagdur í øllum hann tókst við hjá Landsverk­frøð­ing­in­ um, millum annað at kort­ leggja botn­viður­skiftini ella at “skanta dýpi”, sum hann segði, til smærri og størri projektir til lendingar og havnir. Altíð við tí mergj­aða, góða og skemtiliga sand­oyar­ orða­lagnum, sama hvørjir ar­ beiðs­trupul­leikarnir kundu vera, ella hvussu veðr­ið leik­ aði í. Tíðarskeið úti á bygd gav hann upp til avrokning í so og so mongum “sóllarringum”. Mikkjal Helmsdal helt fyri, at ferðafrágreiðingar Hjallgrims vóru minst líka føroyskar, sum prædikurnar hjá Viderø, presti. Hugaligt var at hoyra, tá málkøni Niklas Andreasen, sáli, ættaður av Sandi og Hjallgrímur mest sum kappaðust at taka til orðafelli á teirra felags máli. Elli kann bara lagnan forða, og árini vóru nú komin at seta sín dám á dagliga dagin hjá Juttu og Hjallgrimi, báðum. Jutta og Hjalgrim, teljast millum tey mongu, sum vit eru takksom fyri at kunna kallað okkara vinfólk. Hvørt menniskjalív hevur so ella so bók uppiborið, og tá skilnaðarstundin kemur, er ofta fátaksliga torført at finna røttu orðini; men skulu vit ynskja soni teirra, Janusi, og Juttu, trímenninginum, Harrans styrk og troyst. Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Hjallgrim Janusarson. Heini Olsen Minningarorð um Hjallgrím Janusarson 80 ára føðingardagur Sunnudagin 25. mai verður Sigrid Olesen, Sandvík. 80 ár. Føð­ingar­dagurin verður hildin í Ranhøll í Sandvík leygar­dagin 24. mai frá kl. 12.00 til 18.00. Øll eru hjarta­ liga vælkomin. 70 ára føðingardagur Týsdagin 27. mai verður Absa­lon Matras 70 ár. Dag­ urin verður hildin í Christ­ ians­kirkjuni (kjallarin) frá kl 17 til kl 22. Brúdleyp Leygardagin 26. juli kl 15 giftast í Fríðrikskirkjuni, Anna Nielsen Keypmannahavn og Ari Lamhauge Lambareiði. Brúd­leypið verður í skóta­ húsinum við Løkin í Runavík kl 17. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarligast biðin um at ringja ella senda sms til Annu tlf +45 53103502 ella Ara +45 53103501 (229825 aftná 8. juli) innan 12. juli. Merkisdagar 60 ára føðingardagar 15.06 verður mamma okkara, Maiken Anita Vígdá Højgaard, 60 ár og 24.06 verður pápi okkara, Richard Højgaard, 60 ár. Tí vilja vit fegin bjóða familju, vinum og kenningum at halda dagarnar saman við okkum leygardagin 14.06.2014. - Dagurin verður hildin á Svangaskarði kl. 18.00. Tit kunnu tekna tykkum við at senda boð ella ringja til: Malan Højgaard (malan_h@hotmail.com), Kristian Erling Højgaard (599068 ella kevh@olivant.fo) ella Anja Højgaard (251090). Seinasta freist at tekna seg er 01.06. Vit gleða okkum ótrúliga nógv at fagna hesi megnarfólk. Vinarliga børnini