Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 22. mai fylti Eilif Sam­uel­ sen, fyrrverandi lands­stýr­is­ maður, 80 ár. Eilif er føddur og upp­vaksin í Fugla­firði sum tann fjórði í røðini av tólv systkj­um. For­eldrini vóru Stein­grím L. Sam­uel­ sen og Lena Sam­uel­sen. Bæði foreldrini høvdu tón­leika­gáv­ ur og hetta hevur eyðkent Eilif og hini systkinini, sum altíð hava havt stóran tokka til sang og tónleik. Í 1952 fór Eilif á háskúla í Haslev og fór síðan á Haslev Seminarium, har hann tók prógv í 1958. Eftir lokið prógv gekk leiðin aftur til Føroya. Fyrsta árið arbeiddi hann sum vikarur í Fuglafirði, og summarið eftir bleiv hann lærari á skúlanum í Hvalvík. Eilif giftist Katrini f. Han­ sen úr Saksun í 1956 og saman eiga tey børnini Sigrun (fødd 1956) og Jákup (føddur 1959). Eilif flutti við familjuni til Havnar í 1965 og starv­aðist sum lærari í Komm­unu­ skúlanum. Í 1968 fóru Eilif og Katrin niður til Keyp­ manna­havnar, har Eilif gekk á lærara­há­skúla. Árið eftir fluttu tey aftur til Før­oya og Eilif fekk starv í Venj­ingar­ skúlanum har hann starv­ aðist til hann fór frá vegna aldur. Eilif hevur altíð havt stóran áhuga fyri sam­felags­ viðurskiftum, og hevur tikið lut í nógvum samfelagsligum og mentanarligum arbeiði øll árini. Hann var millum ann­ að formaður í Føroya Lær­ ara­felag frá 1969-1980 og sat í stýrinum fyri Mentunar­ grunn Landsins í 18 ár. Hann var bygdaráðsformaður í Hval­víkar komm­unu árini 1963-1965 og sat á Før­oya Løg­ tingi fyri Sam­bands­flokkin frá 1978-1990 undantikið eitt skeið sum landsstýrismaður. Eilif var landsstýrismaður tvey skifti frá 1981-1985 og frá 1994-1998. Seinastu árini hevur Eilif fingist nógv við at týða bøkur. Umvegis egna forlag sítt Hemlið hevur hann higartil givið út 9 heimsklassikarar á føroyskum. Fyrsta bókin, hann umsetti og útgav, var Játtanir Augustinusar, sum kom út í 2004. Nýggjastu týð­ ingarnar í røðini, Politikkur og Etikkin hjá Aristoteles, komu út ávikavist í fjør og fyrraárið. Eilif hevur í nógv ár verið deknur í Vesturkirkjuni - og er tað framvegis. Eilif Samuelsen 80 ár Nú, tú ert farin undan okkum, liggur ein nýggjur veruleiki fyri framman hjá okkum øll­ um, sum kendu teg. 58 ár er eingin aldur, siga vit, og flest okkara vóna, at vit verða í minsta lagi níti ár – tjúgu omanfyri sjeyti, sum jú eru dustsins ár, gongst eftir vild. Men so­leið­is skuldi tíverri ikki verða hjá tær. Tú fekst stað­fest krabba­mein, og við sterkum vilja og góð­ ari hjálp og stuðli frá tín­um næstu og góðum vin­um, stríddist tú móti hesi sjúk. Syrgin mugu vit sanna, at tú at enda mátti lúta fyri sjúkuni og andaðist mána­ dagin 17. mars. Í 2007 vart tú settur stjóri í kvøldskúlanum. Tey fyrstu árini vóru musikkskúlin og kvøld­skúlin undir einum og sama taki. Umstøðurnar vóru alt annað enn nøktandi, og tú fórt beinanvegin í holt við at finna kvøldskúlanum onnur hølir. Virksemið í kvøld­ skúl­an­um øktist næstan dag um dag, og her skuldi ber­ast skjótt at. Tú vart eld­ hugaður og spentur upp á upp­gávuna. Tú vildi hava ting­ini at henda skjótt – her skuldi ikki drálast. Gekk ikki eftir vild, var roynt á onkran annan hátt at koma á mál. Tá vit á várið 2010 fluttu inn í ný­umvælda og snotuliga bygn­ingin í J.H. Schrøters gøtu, vart tú ein sera errin mað­ur. Sum arbeiðsgevari vart tú av teimum fittastu og dám­ ligastu. Onkuntíð gekk tað eitt sindur heitt fyri seg, tá tú helt upp á títt. Men løtu seinni vart tú sissaður, og ein loysn, sum vit øll kundu liva við, var løgd á borðið og sett í verk. Tú tókst okkum altíð við upp á ráð, áðrenn endaliga avgerðin varð tikin. Soleiðis vart tú, góði Jákup. Altíð til reiðar at gera tað so gott fyri okkum, sum til bar. Okkara trivnaður var títt aðalmál. Hurðin inn til tína skrivstovu var altíð opin, og tú fylgdi væl við í, hvat vit fingust við. Tú skipaði fyri hugnaligum útferðum, ið eru sera kær minnir um títt umhugsni og tína umsorgan fyri okkum. Tú nevndi so mangan, hvussu glaður tú vart fyri okkum og vísti tað í verki á ymiskan hátt. Tað var ikki bert okkum, tú megnaði at rúma. Tú hugsaði eisini nógv um trivnaðin hjá lærarunum og næmingunum, og teir gleddust um, at tú tókst tær stundir at vitja ym­ isku skeiðini, meðan undir­ vísingin fór fram. Familjukærur vart tú sum fáur. Tú fylgdi væl við, hvussu Eyð hevði tað, og hvar hon nú var í verðini. Tú gleddist um, at hon var liðug sum arkitektur í mai mánaði í fjør og kundi vera við til at halda stóra og væleydnaða veitslu fyri henni. Altíð hevði tú á orði, hvussu røsk Beinta var, og hvussu góð kona hon altíð hevur verið tær. Mamma tín og systkin tíni vórðu eisini ofta nevnd. Í juni í fjør komst tú á skriv­stovuna at siga okkum far­væl, tí tú skuldi undir skurð í Danmark. Tú vart á veg avstað, men vendi aftur fyri at siga: “Minnost til at liva lívið kvynn dag” og for­ taldi samstundis, at tað hevði tú tíbetur dugað væl tey sein­ astu árini. Túrarnir við Skúva­ nesi, bátinum, sum tú vart so errin av, hava verið óteljandi um oyggjarnar og í útlondum við. Eisini hundurin Leika taldist tá millum manningina umborð. Altíð tókst tú við okkurt í frítíðini. Um tað ikki var á skúlabonki, so var tað við ham­ara í hond, í bátinum, í neys­t­inum, í heiminum ella hjálpti onkrum vini. Um tú sat niðri, ja, so var tað við bók í hond, og tað hava verið óteljandi bøkur, tú hevur lisið. Ikki bara lisið, tú hevur jú eisini skrivað eina: Tit bygdu hetta land. Bókin kom út í 1998 og er um føroyska ar­beiðsmarknaðin. “Ein gamal næmingur hjá mer” og “Nógvor leysor end­ ar” eru orðingar, sum vóru nógv brúktar her á skriv­ stov­uni. Tú kendi og prátaði við øll, og ikki slapst undan, at onkur misskiljing kom í. Tær fara vit ikki at nevna her. Tú veitst hvat vit meina við og kanst flenna saman við okkum. Hvíl í friði, góði Jákup, og takk fyri alt tað, tú vart fyri okkum. Vit sakna teg Elin, Malan, Páll og Noomi Góði Jákup Fríggjadagin hátíðarhalda Birgit og Svenning av Lofit 50 brúðleypsdag teirra. Dag­urin verður hildin í Dansifrøi har eini 440 fólk hava teknað seg til at halda dagin saman við teimun Eftir hondini er tað ikki tann føroyingurin sum hev­ ur verið eina Ísraelsferð við Svenn­ing av Lofti. Babba hevur havt ferða­ lag til Ísrael í útvið 40 ár. Hetta byrjaði við Andrian Jo­hansen sála fyrst í 70'un­ um. Síðani tók pápi okk­ ara sjálvur táttin upp, sum ungur og óroyndur á um­ ráð­num. Sum tað er sagt so mangan, so hevur tað altíð fallið honum lætt at fáast við menniskju, so hendan uppgávan at skipa ferðalag til Ísrael hevur kanska ikki verið so stór fyri hann. Tað er altíð tungt at stápla nakað upp á beinini, tað tekur tíð og kann vera sera strævið. Babba fann skjótt góðar starvsfelagar í Ísrael, sum til dagin í dag hava verið við til at givið mongum før­ oy­ingi tað stóra upplivilsi at uppliva heilaga landið. Hermon Tours sum tað byrj­aði við, er nú Loftiferðir. Hetta er nú eitt meiri fyri­ skip­að fyri­tak­andi, har babba hevur fingið góð fólk afturat sær. Her eru Mai­ gunn Otthamar og Marner bróður. Eingin behøvist at óttast fyri at hesar ferðir detta niður­fyri, tí m.a. hevur Marn­er sera stóran áhuga í Ísrael, og hevur hann verið sera góð hjálp hjá babba á fleiri ferðum. Ein kann nokk siga at ferðleiðari eft­ ir pápa okkara verður óivað Marner. Babba hevur verið yvir 100 ferðir í Ísrael, og mamma hev­ur verið við sum góð hjálp hjá honum fleiri ferðir. Babba hevur verið virkin á nógvum økjum. Hann hev­ur verið formaður í Sinnis­bata (felagið teirra sálar­veiku) í skúlaráðnum, Ísraels­fe­lag­num og øðrum við. Tað hevur altíð fallið honum lætt at fáast við menniskju og tí hevur nokk eisini verið lætt hjá honum at taka av slík­um áheitanum. Tað nýggj­asta er so eldraráðið í Tórs­havn­ ar komm­unu, har hann er vald­ur inn. Foreldur okkara hava ver­ið sera virkin á sjálv­ boð­num arbeiði. Pápa okk­ara minnast vit frá trú­ boðaravirksemi. Mamma okkara var heima hjá okk­um øll tey ár við vóru smáir. Tað var ikki fyrr enn mamma var um tey 50 árini, at vit minnast at hennara dagliga gongd gekk oman á vaskaríið á Hafnia til ar­ beiðis. Um barnagarðsaldur minn­ist eg pápa arbeiða í Gamla Bókahandli og mammu sum tá arbeiddi um ”smyrju­breyðs­jomfrú” á Hafnia. Babba hevur nokk verið um tey 45, tá hann gavst í bókahandlinum og fór at virka fulla tíð sum trú­boð­ari. Mamma hevur tó kunna tillagað sítt arbeiði á Hotel Hafnia eftir teirru um­støð­um sum hava verið. Onkuntíð lang tíðarskeið á hotelinum, aðrar tíðir stytri. Góðveðursdagar var ikki Birgit og Svenning gullbrúdleyp Framhald á næstu síðu