Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Hósdagur 23. mai 2014 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Ársins lið higartil Ítróttartoymið hjá Sosialinum hevur valt ársins fyri fyrsta triðingin. Liðið er ógvuliga merkt av, at B36 og HB eru einráðandi í lands­kappingini í løtuni Tróndur Arge B36 liggur nummar eitt og HB nummar tvey. B36 liggur heili tíggju stig frammanfyri numm­ar trý, sum er Víkingur, ið er einasta liðið, sum hevur ein spælara á fyri uttan B36 og HB. B36 hevur besta álopið, meðan HB hevur bestu verj­ una. Fyri at tey bæði ting­ini kunnu rigga, so má mið­vøll­ urin eisini rigga. Tað sæst eis­ ini aftur á liðnum. trondur@sosialurin.fo Teitur M. Gestsson Jóhan T. Davidsen Andrew av Fløtum Róaldur Jakobsen Bárður Hansen Jákup á borg alex mellemgaard kristin r. mouritsen hørður askham Adeshina Lawal Fróði Benjaminsen Málverjin: Her stóð valið millum Teit M. Gestsson úr HB og Tórð Thomsen úr B36. Valið fellur á málverjan hjá HB. Hann hevur í størri mun bjarga HB enn Tórður hevur bjargað B36 í teimum einstøku dyst­ unum. Teir hevur eisini latið væl færri mál inn. Høgri Bakk: Valið stóð millum Bárð Hansen úr Víkingi og Høgna Eystur­oy úr B36. Bárður hev­ ur munin, tí hann í størri mun hevur verið avgerandi fyri Víking, meðan avrikini hjá Høgna hava verið javnt góð. Vinstri bakk: Alex Mellemgaard hevur lagt upp til fleiri mál hjá B36 og tað er í tí framrættaða spæl­ inum, at han hevur vunnið plássið á ársins liðið higartil. Miðverjar: Her vóru fleiri umboðið, men tað ber ikki til at koma uttan um Hørð Askham hjá B36. Støðugur og spælir sum ein royndur miðverji. Fleiri vóru um boðið til hitt plássið. Tað endaði við, at valið fall á Jóhan T. Davidsen. Hann hevur gjørt sínar feilir, men sann­leikin er, at hann er stýri­maður á bestu verjuni í land­inum. Miðvøllurin: Her var ongin ivi. Fróði Benja­ min­sen úr HB og Róaldur Jakobsen úr B36 hava verið klárt bestu miðvallararnir fyrsta triðingin í lands­ kapp­ingini. Róaldur spælir á ein­um hægri stigi í ár enn undan­farnu árini, meðan av­ rik­ini hjá Fróða Benjamin­sen enn eina ferð eru í lands­liðs­ flokki. Vengur: Jákup á Borg er sjálv­skriv­ aður, eftir fleiri framúr av­rik og seks mál. Á hinum vong­ inum vóru nøkur boð. Eitt nú Jákup Johansen hjá Skála, sum hevur verið sjónligur. Valið fall tó á Kristin R. Mouritsen úr HB, sum hevur verið ein støðug hóttan fyri HB á vinstra vongi. Hann hev­ur higartil í ár yvirhála beiggja sín, Christian R. Mouritsen. Framherjar: Størsta iva málið var álopið. Adeshina Lawal úr B36 var so gott sum sjálvskrivaður. Hann er toppskjútti saman við trimum øðrum við seks mál­um. Síðani stóð valið millum Klæmint A. Olsen, Páll A. Klettskarð, Óla H. Olsen, Finn Justinussen og Andrew av Fløtum. Valið fall á síðst nevnda, tí hann hevur verið lykilin í álopsspælinum hjá HB, meðan allir hinir tykjast at hava avrikað ójavnt fyrstu níggju dystir­ nar, meðan Andrew av Fløtum hevur avrikað yvir mið­al at kalla hvønn dyst. Venjari: Her var ongin ivi. Sámal Erik Hentze hevur gjørt B36 til oddalið í landskappingini og liðið hevur vunnið sjey av níggju dystum og ongan tapt. Í mun til tað, sumbleiv væntað av teimum, so hevur B36 skara framúr.