Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur Jóannes Hansen Sunnudagin verður sjøtil settur á næsta triðingin av ársins landskapping. Stiga­ talvan sigur, at gullstríðið stendur millum B36 og HB, og søgan sigur, at um gongdin í teimum átjan um­ før­unum, sum eru eftir, fer at líkjast henni, sum hon plagar at vera, so fara gull og silvur krónurnar at verða handaðar í Gundadali. Sannlíkið fyri, at B36 og HB skulu tapa, er sambært støðutalvuni størri hesa ferð, enn tað higartil í ár hevur verið. B36 skal sunnudagin spæla á útivølli ímóti Víkingi, sum er á triðja plássi, og HB skal spæla á útivølli ímóti KÍ, sum er á fjórða plássi. Úrslitini seinastu vikur­ nar siga, at havnarfeløgini eisini á útivølli eru favorittar, og at HB er væl størri favo­ rittur í Klaksvík, enn B36 er tað í Gøtu. KÍ hevur vunnið eitt stig burturúr trimum teimum einastu umførunum við málmuninum 5-9, og Víkingur hevur vunnið sjey stig við málmuninum 7-3. B36 hevur vunnið fulla úrtøku – 9 stig – við málmuninum 7-2, og HB hevur vunnið 9 stig við so sannførandi málmuni sum 9-0! Síðsti skansin sannførandi Dómari: Lars Müller Tølini siga, at heimaliðið er í dalinum, og at gestirnir eru heilt á toppinum. Næstsíðsta sunnudag vann HB 4-0 á Toftum, og síðsta sunnudag tapti KÍ 5-3 á Toftum! – Hetta var vónandi botn­ urin. Vit kunnu á ongan hátt vera nøgdir, og tað er gott, at tað er HB, sum nú kemur til Klaksvíkar. Gamli klass­ ikarin er størsta upp­gerðin, og hetta er gott høvi hjá okkum at vísa, at bumm­ túrurin á Toftum var ein svipsari. Vit vita, at hetta verður sera torført, men vit fara vónandi undir avbjóð­ ingina við eyðmýkt, virðing og arbeiðssemi, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein. Hjá honum er neyðugt at gera í minsta lagi tvær broyt­ingar. Tað er upplagt, at Heðin á Lakjuni avloysir leikbannaða Tórur Justesen á vinstra vongverja. Mið­ vøllurin skal eisini um­skip­ ast. Tað er greitt, at Atli Danielsen ikki verður við, og tað er ivasamt, um liðfor­ mað­urin, Hjalgrím Elttør, verður førur fyri at spæla. HB málmunurin – 9-0 í trimum dystum – sigur, at tað gongur strúkandi. Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur gingið so væl, er málverjin Teitur Matras Gestsson. Ímóti Skála í Gunda­dali spældi mótstøðu­ liðið seg til fleiri upp­lagdar mál­møgu­leikar, men mál­ verjin stórbjargaði: At sjálvsálitið er í topp prógvar útsøgnin hjá mál­ verjanum: – Teir vóru í einstøkum støðum tætt við, men vit høvdu tak á tí, og um teir høvdu skorað, so haldi eg, at vit høvdu megnað at skora eina ferð aftrat. HB spælir hvørja ferð fyri at vinna fulla úrtøku, og tað er eingin orsøk til, at tað ikki skal vera soleiðis í Klaksvík sunnudagin. Súni er lykilin Dómari: Dagfinn Forná Toppuppgerðin verður í Sarpugerði. Dagsskráin er, at væl upplagda heimaliðið við fyrrverandi B36 spælaranum Súna Olsen skal royna at steðga toppliðnum, har Lawal og Lukasz aftur og aftur hava víst, at teir og Róaldur Jakobsen lyfta B36. B36 hevur higartil í fimm úti­dyst­um vunnið 15 stig við mál­muninum 15-6! Síðsta sunnudag var úrslitið 1-0 í Runa­vík, og B36 venjarin Sámal Erik Hentze fegnast um, at marginalirnir eru við honum og spælarunum: – Hesa ferð vóru vit hepnir, tí NSÍ hevði uppi­ borið at fáa meiri burturúr. Mikukvøldið var sjón fyri søgn, at tað er eitt lið á veg rætta vegin, sum B36 hesa ferð skal í Eysturoy at vitja. At víkingarnir miku­kvøld­ ið drivu á fyri at spæla seg víð­ari í steypakappingini, sum B36 longu í fyrsta um­ fari varð varpað burturúr, hevur ivaleyst við sær, at Víkingur ikki verður heilt so væl fyri sunnudagin, sum teir í B36 verða. Men hetta vil Víkinga venjarin ikki tosa nakað serligt um: – Spælararnir venja mest sum alt árið, og teim­um dámar best at spæla týdn­ ingar­miklar dystir. Vit kenna treytirnar, tá ið tað gongst væl í steypakappingini, og so er tað mín uppgáva at syrgja fyri, at spælararnir eru so væl fyri, sum tað ber til, sigur Víkinga venjarin. Hallur Hansson tykist hava fingið høvdið fyri seg í Gøtu. Men høvuðsleikarin í 4-1 steypasigrinum miku­ kvøldið ímóti EB/Streymi var Súni Olsen. Eftir at hann fleiri ferðir fyrr í ár var í miðverjuni, er hann nú í sentrala mið­vallar­leik­lut­ inum, sum hann í fleiri ár røkti so sera væl í B36. Hjá B36 spælarunum snýr tað seg um at avmarka ávirk­ an­ina hjá fyrrverandi lið­ felag­anum, og hjá Súna og hansara liðfeløgum snýr tað seg fyrst og fremst um at hava stutt tjóður á Lawal og Lukasz. Hetta er møguleikin hjá Eliesari Dómari: Ransin N. Djurhuus Fyri viku síðani vísti Skála í Gundadali ímóti HB, at tað leikliga gongur rætta vegin. Uppflytararnir spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, men tá klokkan var steðgað, vísti talvan 2-0 til HB. Skála kappast við B68 og AB um Rás2 sigur frá á Toftum Um vikuskiftið verður 10. umfar í Effo-deildini. Sum skráin liggur nú, so verða fýra dystir sunnudagin klokkan 15, meðan B68 og ÍF spæla mánakvøldið klokkan 19. Rás2 kemur at fylgja umfarinum tærr. Fríggjadagin verður Fótbóltspanelið sum vanligt frá klokkan 16. Sunnudagin verður 3. Hálvleikur, har tikið verður samanum teir fýra dystirnar sunnudagin. Til ber at fylgja dystunum á in.fo. Mánakvøldið sigur Rás2 frá dystinum millum B68 og ÍF. LIÐ TÍÐINDI AB Skaddir: Dion Splidt (Lærið, 1-2 vikur) Andras Brixen (Lærkrikin, óvist) Gert Drangastein (Fóturin 1-2 vikur) Jógvan Skeel Nolsøe (Fóturin, óvist) og Karstin Højgaard (Økilin, Óvist) B36 Skaddur: Símun Joenen (knæskaði, óvist) Ivasamur: Jákup á Borg (búkvøddin) B68 Skaddir: Niclas Poulsen (liðband í knænum, 2 mánaðir) Bergur Gregersen (burturstaddur, 1 vika) Janus Mortensen (lærkrikin, 1 vika) EB/Streymur Skaddur: AArnar Dam (foturin, vikur) Arnbjørn Hansen (fipurskadi, 2 vikur) HB Skaddir: Gunnar Haraldsen (Lærkrikin, óvist) Ivasamur: Alex José dos Santos (Fóturin) Sunnudagin Kl. 15:00 Sunnudagin Kl. 15:00 Sunnudagin Kl. 15:00 bíðar B36 fótbóltur Hóast klassikarin í Klaksvík eigur langa og stóra søgu, so er tað munur á, at setningurin hjá B36 ímóti Víkingi í Gøtu kennist at vera størri, enn hann er, tá ið HB skal spæla ímóti KÍ á útivølli avbjóðingin Størsta