Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur at sleppa undan niður­flyt­ ingar­plássunum. Báðir kapp­ingarneytarnir vunnu sunnu­dagin, og harvið er Skála aftast. Higartil hevur tað ikki eydnast Eliesari Olsen og hansara monnum at vinna fulla úrtøku. Mett út frá EB/ Streyma avrikinum miku­ kvøldið kennist møguleikin vera størri hesa ferð, enn hann ofta hevur verið. EB/ Streymur tapti 4-1 í Gøtu, og avrikið var á ongan hátt – heldur ikki taktiskt sann­ førandi. – Vit lupu framav, tá ið vit royndu at minka uppaftur meiri um munin enn 3-1, heldur liðformaðurin Gert Hansen. Rúni Nolsøe hevur stóra uppgávu eftir dystin miku­ kvøldið at fáa sínar at fóta sær. Undan Skála ferðini er tað steinur oman á byrðu, at Arnbjørn Hansen er skaddur. Teitur R. Joensen, Skála liðformaðurin, er sannførdur um, at leikliga menningin fer at bera betri úrslit við sær: – Ímóti HB riggaði tað væl, at vit løgdu okk­um frammar­laga frá dystar­ byrjan. Vit spæla okkum til mál­møgu­leikar, men trupul­ leikin í Gundadali var, at vit ikki fingu úrtøku burtur­úr. Stigatalvan sigur, hvat av­rik­ ini higartil hava verið verd. Um vit skulu longri upp, so skulu vit halda leikferðina og fáa meiri burturúr, og nú bíðar góð roynd til at gera hetta til veruleika. Sorin hevur funnið seg sjálvan Dómari: Rúni Gaardbo Í fjør hevði AB tvey stig, tá ið triðingurin av kappingini var farin. Eftir 4-1 sigurin í Fugla­ firði er úrtøkan sjey stig, og ferðin í Fuglafirði bendir á, at Oddbjørn Joensen og AB eru á veg úr botninum. Hesa ferð bíðar NSÍ, sum sunnudagin tapti 1-0 á heima­vølli ímóti B36. NSÍ hev­ur bara vunnið tvey stig, síðani úrslitið í triðja umfari var 3-0 heimasigur á júst AB. Hóast tapið ímóti B36 er NSÍ venjarin Trygvi Mortensen ikki so dapur­ skygdur: – Vit spældu toppliðið sund­ur og saman í 2. hálv­ leiki. Marginalirnir vóru av­gjørt ikki á okkara síðu, og vit kunnu brúka avrikið – ser­liga í 2. hálvleiki – at grunda upp­leggið á, nú vit skulu spæla á Argjum. Meðan tað seinastu ferð­ ir­nar hevur verið soltið hjá NSÍ toppskjúttanum Klæminti A. Olsen, sum ikki hevur skorað síðani hann ímóti AB gjørdi tvey mál, so hevur Sorin Anghel hjá AB rætt­iliga funnið máltevið aftur. Oddbjørn Joensen hevur sett veteranin á ytsta fram­rættaða plássið í vinstru, og tað vísti seg at vera plettskot í Fuglafirði, har Sorin skoraði hattrikk. – Vit hava alla tíðina rokn­ að við, at tað fór at eydnast. Sorin Anghel syrgdi fyri, at vit hesa ferð vunnu úrtøku úr málmøguleikunum. Vit vita, hvat hann er førur fyri, og tað er týdningarmikið, at Jóan Símun Edmundsson nú er komin fyri seg. Í mið­verj­ uni vann Dmitrije Jankovic nógv. Hann verður nógv verdur fyri okkum, heldur AB lið­formaðurin Jónas Stenberg. Toftamenn eru á toppinum Dómari: Ransin N. Djurhuus Eftir sannførandi 5-3 sigurin á KÍ er fótbóltslagið á Toftum í toppi. Hesa ferð fær B68 vitjan av ÍF, sum sambært Albert Ellefsen rakti botnin í 4-1 heimatapinum ímóti AB. Jógvan Martin Olsen, B68 venjarin, rósar sínum spæl­ ar­um: – Vit spældu framúr væl í 1. hálvleiki, og leiðslan kundi havt verið tvífald 2-0 leiðsl­ uni, sum hon var. Síðsta løtan, tá ið teir minkaðu um mun­in frá 5-1 til 5-3, mistu vit fokus. Tað eigur at vera lær­ dómur og áminning fyri okk­ ara spælarar, nú vit fyrireika okkum at fáa vitjan av ÍF, at vit mugu støðugt vera fokuseraðir. Eftir eyðmýkingina ímóti AB er Albert Ellefsen vísur í, hvat tað skal arbeiðast við undan ferðini út á Toftir mánakvøldið: – Tað er alt ov ótætt í verjuni. Tað skulu vit bøta um, og so er avgerandi, at vit standa saman sum eitt lið. joannes@sosialurin.fo ítróttur VIT TIPPA Tróndur Arge tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 9 7 2 0 23 10 +13 23 2 HB 9 6 3 0 22 6 +16 21 3 Víkingur 9 3 4 2 13 11 +2 13 4 KÍ 9 4 1 4 15 16 -1 13 5 EB/Streymur 9 3 3 3 16 12 +4 12 6 NSÍ 9 3 2 4 12 12 0 11 7 ÍF 9 3 2 4 16 19 -3 11 8 B68 9 2 2 5 11 19 -8 8 9 AB 9 2 1 6 11 22 -11 7 10 Skála 9 0 4 5 5 17 -12 4 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 ÍF Skaddur: Høgni Zachariassen (Lærkriki, óvist) KÍ Burturstaddur: Atli Danielsen (1 viku) Ivasamur: Hjalgrím Elttør (Øsklin) Leikbann: Tórur Justesen (2 dystir) NSÍ Skaddur: Monrad Holm Jacobsen (brotið armin, 5-6 vikur) Skála Skaddur: Poul N. Poulsen (liðbandsskaði, ógreitt hvussu leingi) Víkingur Skaddur: Dánial Pauli Lervig (Liðband í fótinum, óvist) Við aftur: Sølvi Vatnhamar Mánadagin Kl. 19.00 Sunnudagin Kl. 15:00 Súni Olsen og Víkingur biða eftir oddaliðnum fótbóltur Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Eyðbjørn Jacobsen