Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Til lukku, SuSvim 3 Geza Turi Kundi ikki gera nakað við málið hjá EB/Streymi, men hevði ávísar trupulleikar at koma úr málinum. Vindurin argaði og tóktist ikki hava tamarhald á støðu í ávísum førum. 5 Bárður Hansen Mllum tríggjar teir bestu hjá Víkingi. Fekk brotssparkið og spældi annars framúr á høgra bakkinum. Kom væl framvið og hevði nøkur góð innlegg. Besti høgri bakkurin í landinum í løtuni. 4 Atli Gregersen Støðugt og gott avrik frá landsliðsmiðverjanum. Dugdi væl at plasera seg og stóð fleiri ferðir á rætta stað, tá EB/Streymur royndi at spæla upp. Bleiv eina ferð seldur og fekk gult kort. 4 Erling Jacobsen Somuleiðis eitt støðugt og gott avrik. Breyt fleiri ferðir úr verjuni og tók tvídystirnar longur frammi á vøllinum. Trívist væl í gomlu samansetingini í verjuni. 4 Hanus Jacobsen Álítandi spælari, sum at kalla alt tíð avrikar javnt gott. Hevur nógvar royndir á vinstra bakkinum og tað sæst í spælinum, har hann sjáldan kemur í trupulleikar í verjustøðu, meðan hann stuðlar væl í framrættaða spælinum. 4 Hans Jørgen Djurhuus (Út 74.min) Stinnur í verjuspælinum á verjukenda miðvøllinum. Týdningurin av honum er sjónligur, tá hugt verður eftir EB/Streymi, sum ikki hevur handan spælaran. Vinnur nógvar bóltar, men luttekur lítið í framrættaða spælinum. 5 Hallur Hansson Skorar eitt mál og leggur avgerandi avleveringina, tá Víkingur fær brotsspark. Spælir við fullari orku og tykist hava funnið seg til rættis við Súna Olsen longur frammi á miðvøllinum. Dagsins spælari Súni Olsen 5 Skoraði tvey mál og legði upp til eitt. Súni Olsen er sum endurføddur, nú hann spælir á framrættaða miðvøllinum. Tekniski førleikin og røttu avgerðirnar í álopsstøðu eru nógv verdar fyri Víking. Eisini framúr deyðbóltar. 3 Heðin Hansen Minst sjónligi av teimum framrættaðu spælarunum hjá Víkingi, men gav sítt íkast í smáspælinum, sum hann slapp væl burtu úr hóast torførar umstøður 4 Filip Djordjevic Spældi serliga væl í fyrra hálvleiki, har næstan hvørt álop byrjaði við honum. Datt nakað burtur úr dystinum í seinna hálvleiki, men gav EB/Streymi mønustingin, tá hann skoraði í evstu løtu. 3 Finnur Justinussen Legði upp til 3-0 málið og spældi ein miðal dyst. Hevði tað torført millum Egil og Marna, men hart arbeiði gav hinum pláss og tað telur upp. 3 Gunnar Vatnhamar (Inn 74.min) Ein fínt innhopp fyri Hans Jørgen, sum var smáskaddur undan dystinum. Tóktist nakað fjálturstungin í fyrstu avleveringinum, men tað kom hann skjótt yvir. spælarameting Tróndur Arge Víkingur vann mikukvøldið heili 4-1 á EB/Streymi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Talan var um sannførandi sigur og Víkingur byrjar av álvara at fáa vind í seglini, meðan EB/Streymur tykst meiri sum eitt lið í upploysn, enn eitt lið, ið kann vinna seg í steypa­finaluna áttanda árið á rað. Søgur ganga um at menn ikki venja, og at venjingar­ mentanin í felagnum er í botn. Hetta skal millum ann­ að verða orsøkin til, at Hans Pauli Samuelsen ikki longur er liðskipari, um­framt at hann byrjar á bonk­inum. Talan er hóast alt um ein tann besta spælaran í før­ oysku kappingini seinastu átta ella níggju árini. Okkurt er hvørtfall ikki sum tað skal verða. Hvussu er ella ikki, so verður tað ótrúliga torført hjá EB/Streymi at vinna seg í steypafinaluna áttanda árið upp í slag, eftir lemjandi ósigurin í gjár. Upploys á miðvøllinum Trupulleikin hjá EB/Streymi er ikki ein spælari, ella ein ávís samanseting, men helst er talan um ein trupul­leika, sum stingur sera djúpt. Svongdin á lið­num er vekk og hug­flogið, sum plagdi at eyð­ kenna flotta og skjóta spælið hjá sundalagsmonnum, er somu­leiðis burtur. Eyðkent var, at liðið var klókari enn hini og eisini meiri samanspælt. Liðið hev­ ur hóast alt verið mannað við nógvum av teimum somu spælarunum yvir fleiri ár, og teir vistu akkurát hvussu teir skuldu gera, tá mest stóð á. Í gjár tók liðið fleiri fatalar avgerðir, sum helst enda við at gera av við mynstrið um steypa­finaluna, sum hevur verið á skránni hvørt ár síðani 2007. Sjónligasti trupulleikin er á miðvøllinum. Í gjár var totalt útsøla á miðvøllinum og víkingarnar vóru ikki sein­ir at takka fyri. Gert Hansen er um umskúlaður frá høgra bakki miðvallara, meðan Høgni Madsen verður keyptur heim um viku­ skiftini. Tað er ov lætt at geva teimum báðum skyld­ ina fyri ringu gongdina, tí teir fáa heldur ikki nakað ser­ligt at hjálp. Men keypið av Høgna Madsen hevur ikki riggað og avtalum um at hann bara er heima í løtum hevði kanska riggað í ÍF, har hann kennir spælararnar og felag­ið, men tað riggar slett ikki verandi samansetingini hjá EB/Streymi. Gert Hansen er farin Tað er einki høpi í taktikkinum, venjingarmentanin er í botn og spælararnir tykjast ikki longur spæla fyri bláu og svørtu troyggjuni, men heldur fyri seg sjálvar Steypasøgan hjá EB/Streymi rýkur í ár: (1-0) 4-1 1 til 6 1-0: Súni Olsen br 34. 2-0: Hallur Hansson 56. 3-0: Súni Olsen 62. 3-1: Niels Pauli Danielsen 68. 4-1: Philip Djordjevic 90. Dómari: Eiler Rasmussen fótbóltur og óskipaðir einstaklingar Óklókir