Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 17 gull, 13 silvur og 5 bronsu í juniorbólkinum, og 19 gull, 12 silvur og 12 bronsu í opna bólkinum. Til lukku við einastandandi avrikinum. Saman røkka vit longri. frá at verða ein bestu høgri bakk­unum í landinum til ein feil­plaseraðan miðvallara. Pól Jóhannus Justinussen og Jónas Tór Nær eru fluttur runt á vøllinum, umframt at fremstu spælararnir ikki av­ rikað á serliga høgum stigi. »Vit eru óklókir« Tað sigur eisini nogv um støð­una, tá liðskiparin í felag­num, Gert Hansen, brúk­ar eitt orð sum »óklókir« um avrikið í eini hálvfinalu í steypa­kappingini. – Í dag eru vit óklókir. Vit leggja alt ov nógv fyri at fáa mál, tá støðan er 3-1. Tá skulu vit vinna seinna dystin 2-0 fyri at koma víðari. Tað ber til, men nú skulu vit upp á 3-0. Tað er býtt av okkum at leypa á við so nógvum fólki, sigur Gert Hansen, sum er sjónliga argur og vónbrotin av avrikinum í Sarpugerði. Í øllum prátinum um EB/ Streym skal viðmerkjast, at Víkingur gjørdi at kalla alt rætt og skal tilskrivast størsta partin av æruni fyri úrslitið, men tað er undrunar­vert at EB/Streym­ ur í dag avrikar á so lágum stigi, tá teir botna. Tvey av málunum hjá Víkingi koma upp á mót­ álop, har miðvøllurin hjá EB/Streymi er púra vekk. Um­vent, so hendi tað at kalla ongantíð, at EB/Streymur fangaði Víking, har mið­vøll­ urin ikki var nøkunlunda í javnvág. Tað var í ein stóran mun munurin á liðnum. Víkingur aftur á gamlar gøtur Sigfríður Clementsen hevur skift aftur til meiri kendu upp­stillingina við Bárði Hansen, Atla Gregersen, Erlingi Jacobsen og Hanusi Jacobsen í verjuni, meðan Súni Olsen er fluttur upp á mið­vøllin. Hetta riggar væl í løtuni og hevur givið liðnum meira javnvág. Víkingur stríddist fyri at fáa Søvla Vatnhamar heim til dystin, men tað eydnaðist ikki. Tí var Heðin Hansen við frá byrjan, men tað ávirkaði ikki spælið nakað serligt. Heðin hevur eftirhondini spælt so nógvar minuttir, at hann ikki kann roknast sum heilt ungur longur. Eftir eina minni góða byrjan upp á lands­kapp­ing­ ina, so tykist Víkingur hava fingið tamarhald á støðuni. Dysturin mikukvøldið vísti eisini, at Víkingur hevur neyðugu royndirnar, at spæla stóru dystirnar. Nakað, sum EB/Streymur ann­ars hevur havt orð á sær fyri at hava. Umframt at verjan nú riggar, so er samanseting á miðvøllinum eisini við til at binda alt liðið saman. Hans Jørgen Djurhuus er verju­ kendi miðvallarin hvørs upp­ gáva bara er at rudda upp, meðan tað í hesum førinum vóru Hallur Hansson og Súni Olsen, sum stóðu fyri fram­rættaða spælinum. Í dystinum móti NSÍ var Sølvi Vatn­hamar á miðvøllinum fyri Hall Hansson, sum tá hevði leikbann. Farvæl EB/Streymur Bestu tíðindini fyri EB/ Streym eru, at seinna hálv­ finalan verður fyrst tann 18. juni. Nógv kann broytast til tað tíð, so kanska tað ikki sær so vónleyst út tá, sum tað sá út mikukvøldið í Sarpugerði. Talan var ikki bara um ein sannførandi sigur til Víkingi, men ein staðfesting av, at okkurt gali í EB/Streymi. Stolt­leikin at umboða felag­ið tykist kámast burtur og bara eitt undur kann nú tryggja teimum áttandi steypa­final­ una upp í slag. Víkingur er nýggja steypa­liðið í føroyskum fótbólti. 4 René Tórgarð Hevur faktist ikki skyldina í nøkrum av málunum hjá Vikingi, samstundis sum hann hevur onkrar frálíkar bjargingar. Tað sigur ikki so lítið um avrikið hjá liðnum. 3 Jónas Tór Næs Slapp livandi frá uppgávuni uttan at verða sannførandi. Kom væl framvið í fyrra hálvleiki og stríddist fyri seg, men ikki meir enn miðal. 3 Egil á Bø Gjørdi sítt í miðverjuni og vann nógvar bóltar – bæði tvídystir móti Finni og tá talan var um innlegg. Bleiv útstillaður av restini av liðnum. 3 Marni Djurhuus Somuleiðis eitt miðal avrik, har hann ger tað, sum hann kann. Verður totalt útstillaður av miðvøllinum. Tykist tó fella við restina av liðnum í løtuni. 2 Rógvi E. Nielsen (Inn 56.min) Hevði trupulleikar á vinstra bakkinum og bleiv eisini fluttur longur fram í seinna hálvleiki, áðrenn hann bleiv útskiftur. 1 Gert Hansen Fekk ikki eitt bein til jørðina í dytstinum. Bleiv fleiri ferðir yvirspældur, tí Víkingarnir vóru í yvirtal. Miðvøllurin hjá EB/Streymi riggar als ikki í løtuni. 1 Høgni Madsen Fekk heldur ikki eitt bein til jørðina og riggar slett ikki á miðjuni hjá EB/Streymi í løtuni. Venur ikki við liðnum og tað sæst aftur. Er langt frá toppform og samanseting á miðvøllinum gagnar honum ikki. 1 Gunnar Zachariasen (Út 71.min) Fekk somuleiðis einki burturúr. Hann hevði tað torført í nógva vindinum og talan bleiv um nógvar høgar bóltar og tvídystir. Tá hann fekk møguleikan lá avleveringin ikki væl. 3 Niels Pauli Danielsen Besti av framrættaðu spælarunum hjá EB/Streymi. Átti lut í flestu av góðu álopunum í fyrra hálvleiki og samanspælið við Jónas T. Næs riggaði væl. Skoraði eisini málið. 2 Pól Jóhannus Justinussen Kom í nakrar góðar støður í fyrra hálvleiki og vann fleiri tvídystir, men fekk einki burtur úr á vinstra bakki í seinna hálvleiki. Trívist – so løgið tað ljóðar – best á landsliðnum. 1 Arnbjørn Hansen (Út 45.min) Fekk einki at arbeiða við og fekk einki burturúr. Fekk ein møguleika at flúkta bóltin í málið, men rakti ikki bóltin. Spældi við skaða og bleiv útskiftur í hálvleikinum. 2 Brian Olsen (Inn 45.min) Kom inn á framrættaða miðvøllin og stíddist fyri seg, men kom sjáldan í góðar støður. 2 Hans Pauli Samuelsen (Inn 56.min) Átti lut í málinum hjá EB/Streymi og royndi at fáa bóltin niður á jørðina og spæla. Tó var talan als ikki um nakað sannførandi avrik. 2 Leif Niclasen (Inn 71.min) Fekk lítið og einki arbeiða við og tað ávirkar eisini avrikið hjá honum. spælarameting Myndir: Eyðbjørn Jacobsen 1 til 6 fótbóltur