hósdagur 22. mai 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
4
VIKUSKIFTI
kent meg
øðrvísi
– Líka mikið hvussu gott eg havi havt tað, og hvussu góð míni nærmastu hava
verið við meg, so havi eg altíð kent meg øðrvísi. Í dag hugsi eg sjáldan um, at
eg eri ættleidd, men tað eru løtur, har eg tonki, at alt hevði verið lættari,
um eg bara var sum øll hini. Tað sigur 21 ára gamla Anitha K. Mortensen,
ið sum tvey ára gomul bleiv ættleidd úr India. – At vera ættleitt barn í
Føroyum hevur sína fyrimunir og vansar, sigur Anitha K. Mortensen
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Fyri 19 árum síðani kom tann tá tvey
ára gamla Anitha K. Mortensen til
Føroya at búgva hjá eini familju, sum
skuldu vera hennara mamma, pápi og
beiggi. Tvey tey fyrstu árini í lívinum
hevði Anitha K. Mortensen búð í einum
stórbýi í India, sum nevnist Madurai,
men nú skuldi lítla gentan fáa eitt heilt
nýtt lív í Føroyum. Anitha K. Morten
sen bleiv ættleidd úr India til Føroya, og
her hevur hon verið líka síðani.
– Eg kenni meg sum ein føroying,
og so hvørt eg eri blivin eldri, er tað
blivið lættari at hava eina øðrvísi út
sjónd enn flest onnur, sum búgva her. Í
dag hugsi eg sjáldan um, at eg eri ætt
leidd og havi ein annan húðarlit enn
hini, men tað var ikki altíð líka lætt at
vaksa upp í Føroyum sum ættleitt barn,
sigur Anitha K. Mortensen, sum dag
liga gongur á Handilsskúlanum í Havn
á øðrum ári.
Var á barnaheimi
Anitha K. Mortensen hevur bert av
markaðar upplýsingar um tey fyrstu
tvey barnaárini, tá hon enn var í
India.
– Eg endaði á einum barnaheimi,
stutt eftir at eg varð fødd, tí mamma
mín í India var ov fátøk og illa fyri til
at kunna taka sær av mær. Barnaheimið
var ikki á eins lágum støði og tað, vit
ofta síggja í sjónvarpsdokumentarum
um barnaheim í til dømis Rumenia,
men vit børnini vóru nógv einsamøll
og lógu fyri tað mesta, sigur Anitha
K. Mortensen. Hon heldur ein steðg
og kemur síðani í tankar um, at hon
minnist okkurt frá barnaheiminum,
hóast hon var heilt lítil.
– Eg havi eina mynd í høvdinum,
sum er frá barnaheiminum, og tað er
rimasongin, sum eg lá í. Eg minnist væl
rimarnar, fortelur Anitha K. Mortensen.
Eitt annað, sum hon ikki minnist,
men sum onkuntíð kann koma á hana,
er kenslan av at vera einsamøll.
– Onkuntíð merki eg eina kenslu
av einsemi, og tað stavar ivaleyst frá
hasi fyrstu tíðini á barnaheiminum, har
eg ikki kom í samband við onnur, upp
á sama máta sum eitt lítið barn van
liga ger. Barnaheimið var í roynd og
veru bara eitt stað, har fólk avleveraðu
ella heintaðu børn, sigur Anitha K.
Mortensen.
Navnið á biologisku mammuni
kennir hon, men hon veit einki um
pápan.
– Hann áni eg einki um. Veit ikki, um
tað bara var ein tilvildarligur maður,
sum mamma mín bleiv við barn saman
við, ella um tey hildu saman sum par.
Tað bleiv heldur ikki upplýst fyri fólk
unum á barnaheiminum, tá eg kom
hagar, greiðir Anitha K. Mortensen frá.
Altíð vitað sín uppruna
Tá føroysku foreldrini hjá Anithu K.
Mortensen fingu hana til Føroya, høvdu
tey bíðað í trý ár. Frammanundan
høvdu tey ein son, ið var trý ár eldri
enn Anitha K. Mortensen, og eisini
hann var ættleiddur úr India.
– Eg havi altíð vitað, at eg eri
ættleidd, men eg havi ongantíð sett
spurnartekin við tað. Soleiðis var
veruleikin bara. Mamma fortaldi mær
ofta, hvussu tey vóru komin eftir mær
í India, og hon dugdi rættiliga væl at
forklára mær, hvussu alt hetta hekk
saman, tí í øllum førum, so helt eg
altíð, at mín søga tóktist so ljósareyð.
Av tí sama hugsaði eg ikki stórvegis um
tað, at eg var úr einum øðrum landi og
í veruleikanum hevði onnur foreldur,
fortelur Anitha K. Mortensen.
Hon heldur, at tað hevur verið ein
stórur fyrimunur, at hon eisini hevði ein
beiggja, ið eins og hon er ættleiddur úr
India. Beiggin er tó ættleiddur úr New
Dehli, meðan Anitha K. Mortensen er
úr Madurai, sum liggur í sunnara parti
av India.
– Foreldur míni valdu at ættleiða
tvey børn, tí tey hugsaðu, at tað
møguliga var lættari, um vit vóru tvey.
At eg havi havt ein beiggja, sum eisini
er ættleiddur og eins og eg myrkur í
húðini, hevur avgjørt hjálpt mær og
verið við til, at eg ikki havi kent meg
so einsamalla, sigur Anitha K.
Mortensen.
Trupult í fólkaskúlanum
Tá Anitha K. Mortensen hugsar um,
hvussu tað hevur verið at vaksa upp
í Føroyum sum ættleitt barn, er hon
skjót at svara:
– Tað skal eingin ivi vera um, at eg
havi altíð trivist væl í Føroyum og geri
tað framvegis. Eg havi eisini havt eini
fantastisk foreldur og onnur góð fólk
rundan um meg, men tað broytir bara
ikki upp á tann veruleikan, at eg eri
ættleidd, síggi annarleiðis út enn flest
onnur og av tí sama stundum kenni
meg øðrvísi. Og tað hevur avgjørt ikki
Havi altíð