hósdagur 22. mai 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
5
VIKUSKIFTI
mynd: Álvur Haraldsen
altíð verið líka lætt, staðfestir Anitha
K. Mortensen.
Tað var serliga, tá Anitha K.
Mortensen byrjaði í fólkaskúlanum, at
hon legði til merkis, at hon var annar
leiðis í mun til hini børnini.
– Í barnagarðinum hugsaði eg
ongantíð um tað, men tá eg so fór í
skúla, byrjaðu onnur børn at gera meg
varuga við, at eg hevði eina myrka
húð og sum heild eina øðrvísi útsjónd
enn tey, sigur Anitha K. Mortensen og
heldur fram:
– Eitt, sum eg altíð havi hildið verið
keðiligt, er, at í Føroyum verður ofta
sagt við børn, at tey líkjast tí og tí per
sóninum í familjuni. Ongantíð segði
nakar soleiðis við meg, og tað helt eg
altíð var so keðiligt, tí eg vildi eins
og hini børnini líkjast onkrum, sigur
Anitha K. Mortensen.
Hóast hon treivst væl í skúlanum
og fekk góð vinfólk, vóru árini í fólka
skúlanum stundum hørð.
– Eg minnist, at tað ofta var strævið,
tí fóru vit upp at kjakast um eitthvørt
ella skeldaðust, sum børn nú einaferð
gera, so skuldi mín úðarlitur altíð
onkursvegna nevnast. Tað irriteraði
meg og gjørdi meg kedda, tí tað hevði
jú einki at gera við tað evnið, sum
vit kjakaðust um, fortelur Anitha K.
Mortensen og leggur afturat:
– Tað var jú mitt veika punkt, og
nakað, eg ikki fekk gjørt nakað við,
og tí gjørdi tað meg eisini ofta kedda,
sigur Anitha K. Mortensen, sum eisini
upplivdi discrimination, tá hon spældi
fótbóltsdystir, sum hon hevur gjørt í
nógv ár.
– Onkuntíð havi eg upplivað, at
mann kjakast um eitt fríspark, og so
brádliga skal mín húðarlitur nevnast.
Tað skilji eg ikki heilt. Eg bleiv ógvuliga
kedd av tí sum yngri, men eldri eg bleiv,
minni legði eg í tað, sigur Anitha K.
Mortensen.
– Tá eg hugsi um hasi árini, so haldi
eg, at tað var strævið, tí eg bleiv alla
tíð mint á, at eg var nakað, sum hini
børnini ikki vóru. Kanska tí at flokks
felagarnir ikki vistu nóg væl av, at tað
búgva altso børn í Føroyum, sum ikki
síggja út sum føroyingar. Har haldi eg,
at foreldur eiga eina uppgávu at fortelja
børnum sínum, um hvussu tað heila nú
einaferð hongur saman, og hví summi
børn eitt nú eru myrk í húðini, sigur
Anitha K. Mortensen.
Tankarnir leita til India
Øll hesi árini Anitha K. Mortensen
hevur búð í Føroyum hevur hon ikki
hugsað stórvegis um India – og tó.
– Fyri nøkrum arum síðani settu vit
okkum í samband við barnaheimið í
India, fyri at spyrja okkum eitt sindur
fyri um mina biologiska mammu. Vit
fingu tey boðini, at mamma hevði
fingið ein nýggjan sjeik, og fekk hann
frænir av, at mamma átti eitt barn við
einum øðrum manni, kundi hann gera
júst sum honum lysti við hana. So tey
bóðu okkum um at kontakta fólkini,
ið gera Sporløs-sendingarnar, greiðir
Anitha K. Mortensen frá.
Fyri tveimum árum síðani vendi
Anitha K. Mortensen sær til Sporløs,
men tað bleiv ongantíð til tað, at tey
skuldu fara til India. Onkuntíð hevur
hon hugsað um at royna enn einaferð.
– Men hinvegin veit eg ikki heilt,
um eg havi hug til tað longur. Nú havi
eg líkasum mitt egna sjálvstøðuga lív,
eg veit, hvør eg eri, og havi ikki sama
tørv á at hitta biologisku mammu mína,
eins og eg hevði, tá eg var tannáringur,
sigur Anitha K. Mortensen, sum sigur
fleiri orsøkir vera til, at hon enn ikki
hevur funnið fram til mammu sína í
India.
– Eg eri bangin fyri, hvussu hon sær
út, og um eg bara als ikki líkist henni.
Tað geri eg ivaleyst ikki, tí eg havi
livað undir heilt øðrvísi og betri um
støðum her í Føroyum, og eg eri bangin
fyri, at júst tað kann gera meg vón
brotna. Harafturat veit eg heldur ikki,
hvussu eg reageri, um so er, at hon livir
undir vánaligum korum og verður illa
viðfarin. Skal eg so bara fara aftur til
Føroya og lata sum einki, sigur Anitha
K. Mortensen.
Hóast lívið sum ættleidd ikki altíð
hevur verið líka lætt, slær Anitha K.
Mortensen fast, at hon er glað og takk
som fyri, at hon kom til Føroya.
– Nú eri eg eisini vaksin og upplivi
ikki á sama hátt sum fyrr, at eg eri
annarleiðis í mun til hini. Kanska eru
fólk eisini við at gerast meira von við
at síggja fólk við øðrvísi húðarliti, og
eru meira tilvitað um at fortelja børn
unum, um hví so er, sigur Anitha K.
Mortensen.
– Eg haldi heldur ikki, at eg hevði
riggað í India. So hevði eg ivaleyst
verið gift við onkrum ókendum manni,
gingið við hasum bindinum á høvd
inum og verið noydd at lært hindi. Tað
hevði als ikki verið eg, sigur Anitha K.
Mortensen og flennir.