hósdagur 22. mai 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
6
VIKUSKIFTI
Ein øgiligur gangur úr erva í
morgun, tíðliga í morgun.
Ikki hatta flogfarið, sum
plagar at fara yvir okkum
klokkan fimm pluss minus nakrar
minuttir hvønn einasta morgun,
Harrin letur okkum.
Tað hoyrist bara sum ein
fjart dun langt har uppi, sum
samdrigið er. Heldur ikki tjóð
fuglurin. Hann er ikki so árla á
veingjum.
Og hann hvínur um lagnu
sína: aftur í Føroyum í ár.
Nei, hetta er gartan. Ein
gartandi misnøgd. Grágæs,
sjálvandi.
Og har fara so tvær grágæs
við nógvari ferð suðureftir. Tær
eru ikki blíðar, hoyrist. Hava júst
frætt, at fólkaræðið hevur skert
friðingina.
Ja, fólkaræðið. Hvørjum
borgar tí fyri? Tryggjar tað nakað
sum helst? Ikki so frægt sum væl
gødda grágás.
Ein bóndalobby gav onkrum,
sum hevur makt, eitt prei um velt
lendi.
Grágásin eigur fleiri vinir enn
fíggindar her í Føroyum, sambært
hoyringarskrivunum.
Men at skjóta ella styggja gás
er ein etiskur spurningur, so her
ræður minnilutin.
Løgtingið fekk kortini eisini
hetta stigið, demokratiinum at
frama, upp í eina vasa, ein vasa
við nýtiknum sóljum.
So,tá ein grágás ella fleiri
grágæs, tær eru oftast nógvar
í senn, »flyver i flok, når de er
mange nok«, sum skaldið segði,
seta seg á gras, skal tann, sum
eigur grasið, skriva eitt bræv,
eina umsókn: kann eg sleppa at
skjóta grágæsnar, sum eta bøin
hjá mær, plaffa tær niður?
Senda brævið til Fiskimála
ráðið og bíða í nakrar vikur eftir
svari. Og tá eru gæsnar langt
síðani rýmdar á bøin hjá onkrum
øðrum, sum so noyðist at skriva
bræv til Fiskimálaráðið og so
framvegis og so framvegis.
Samstundis fáa bøndur
pengar frá Fiskimálaráðnum
til at framleiða meira stráfóður
(tað kallaðist at hoyggja fyrr),
tí gæsnar eta tað, sum neytini
skuldu hava.
Og gæsnar eru alt annað
líka neyvan býttari enn so, at
so skjótt, tær síggja ella hoyra
byrsuna, skunda tær sær av
veltum lendi í óvelt ella út á
vegin, tí har eru tær friðaðar enn
sum áður.
Samanumtikið fáa tær ikki
gásahold av slíkum sniðálopum.
Annars er fólkaræðið sum
altíð effektivt. Tað arbeiðir so
skjótt, at tí nýtist als ikki at vera
til arbeiðis minst hálvan annan
ársfjórðing um árið.
Tíbetur eru tey fólkavaldu
so ikki tímalønt, tí so var eingin
tímalønin meira til Kalla á tingi.
Tíggju lógir um dagin, einki
problem.
Men nú hildu tey kortini, at
ferðin var í so nógv fram móti
summarfríinum ultimo vetur.
Tí hevur eitt nýtt fyribrigdi
stungið seg upp í fólkaræðinum.
Tað eitur aftur í nevnd.
Nøkur vilja ikki sjálvboðin
viðganga, at í einum fólkaræði
eigur meirilutin at ráða. Fólkið
er meirilutin og fólkið hevur valt
meirilutan í parlamentinum at
umsita meirilutan og gera, sum
hann vil, etikkur undantikin
sjálvandi.
Men so leingi til ber at gúppa
eitt dubiøst mál aftur í nevnd, er
vón. Aftur í nevnd at venda ella
hvørva.
Skipanin er góð, flennið ikki,
tí einki frægari er, sigst. Nógv
annað er roynt, uttan úrslit, sigst
eisini.
Fólkaræðið hevur tí brúk
fyri satiru og skemti. Tí sjálvt
er fólkaræðið vánaligt skemt og
satira uttan nakað.
Men mistøk eiga at vera
endurtikin. Eingin lærir nakað av
teimum fyrstu ferð, men kanska
aðru ferð ella triðju ferð.
Latið okkum fegnast. Um ein
góðan mánað verður summar. Vit
leypa várið um.
Og sólin er ikki blind. Hon
sær. Og hon brúkar sólbrillur, tá
hon speglar sær í sjónum.
Gartanin úr erva hvørvur so
líðandi suðureftir. Tær skvetta á
løgtingið. Ætlaðu at seta seg á
velta lendið á takinum har, men
tað er ikki longur.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Demokratiskt gásarhold
Starv?
Projektleiðari og samskipari í Norðurlandahúsinum
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað besta við starvinum er, at eg næstan hvønn dag
møti nýggjum spennandi avbjóðingum og sleppi
at gera tað, sum hevur mín áhuga. Hartil fái eg í
starvinum nógvar positivar upplivingar og føli, at eg
kann gera mun. Starvið er fleksibult bæði so og so.
A ella B menniskja?
B heilt avgjørt. Tað hevur absolut sínar fyrimunir,
t.d. tá ið man spælir tónleik ella skal arbeiða seint
út á kvøldið, men vansin er, at tú fær sovið ov
lítð. Eg eri bara noyddur at góðtaka tað, eg eri.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Eg lurti nógv eftir tí nýggja sum kemur út í Føroyum
og royni eisini at fylgja við norðurlendskum
tónleiki. Mær dámar allan góðan tónleik og njóti
bæði harðan rocktónleik og klassiskan kórtónleik
og annað. Tað, sum hevur týdning fyri meg, er,
at tann, sum framførir, veruliga leggur sína sál
í tónleikin og meinar tað, hann ella hon syngur.
Teknikkur skal til, men er ikki altíð nógmikið.
Hvør er besti sangur, sum er gjørdur?
Eg veit tað ikki. Summir sangir eru so góðir, at tú
aldrin troyttast av teimum. Eitt dømi er »Súrligar
nætur« hjá Kára P., A Whiter Shade of Pale hjá
Procul Harum og fleiri líknandi sangir, sum hava ein
klassiskan bygna í akkordskiftum og samanseting.
Hetta tiltalar opinbart okkum vesturlendingar og
hevur opinbart nakað við okkara mentan at gera.
Hvat ger teg
glaðan?
Tá ið tað gongur
væl hjá mínum
nærmastu, og tá
ið eg eri saman við
positivum fólki.
Hvat ger teg keddan?
Tá ið eg veit, at onkur, sum kenni væl, ikki hevur
tað gott, ella tá ið fólk eru negativ og grenjut ella
tosa ilt um onnur. Eg hati klandur og stríð.
Hvat er luksus fyri teg?
At hugna mær saman við teimum, sum eg eri góðar við.
Hvussu eru tínir matvanar?
Eg eti ofta havgrýn um morgunin. Kanska eina suppu
ella salat middegi og heitan mat til døgurða um
sekstíðina, ella eti eg nátturða. Tað er ikki vigtigt fyri
meg at fáa heitan mat hvønn dag. Ofta kann matur
og at passa mattíðir blíva ov nógv av tí góða. Eg tími
heldur ikki at eta tað sama fleiri dagar í somu viku.
Hvar er tín
yndisrættur?
Góður ræstur fiskur
– einki er betri.
Hvat brúkar tú frítíðina til?
At vera saman við familjuni og hugna og tónleik
saman við vinum. Mítt arbeiði ger, at eg upplivi minst
1 ella 2 konsertir um vikuna og onkuntíð fleiri.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi?
Mær dámar best kjaksendingar og onkuntíð ein
fótbóltsdyst. Síðan teldan og internetið komu,
hyggi eg sjáldan í sjónvarp. At hyggja ov nógv
í sjónvarp kennist sum burturspilt frítíð.
Hvat lesur tú í løtuni?
Seinastu tvey árini havi eg lisið nógvar bøkur. Ein
fantastisk bók, sum eg ofta vendi aftur til, er ein
samrøða við Dalai Lama, sum kallast »Kunsten at
leve lykkeligt« – eg vil viðmæla øllum at lesa hesa.
Hevur tú eina fyrimynd (hvørja)?
Eg havi nógvar fyrimyndir – millum annað
fólk, sum sýna veruligt tolsemið og bakka
upp, tá ið á stendur. Fleiri av mínum
fyrimyndum eru longu farnar foldum frá.
Fróði Vestergaard
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Eg hati klandur
og stríð
Positiv fólk gera meg glaðan, men eg hati
klandur og stríð, sigur Fróði Vestergaard,
sum starvast í Norðurlandahúsinum. Hann er
B-menniskjað, og tað hevur eisini sínar fyrimunir