Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014 Í ranga strúpan Grace úr Monaco Tá ið Grace Kelly var á toppinum sum sjónleikari í Hollywood, valdi hon at flyta til Monaco og giftast Reinier III fúrsta. Grace Kelly hevði ilt við at finna seg til rættis í royala leiklutinum, og leikstjórin Alfred Hitchcock roynir at yvirtala hana at koma aftur til Hollywood. Nicole Kidman er í leiklutinum sum Grace Kelly í nýggja filminum. Grace of Monaco Biograffilmur Frá 22/5 Manskór syngur Tórshavnar Manskór hevur tvær konsertir um vikuskiftið. Fríggjakvøldið kunnu teir upplivast í Norðurlandahúsinum í Havn, og leygarkvøldið seta teir kós út til Nólsoyar, har teir fara at framføra. Tórshavnar Manskór Norðurlandahúsið 23/5 kl. 19.30 Royndarhúsið í Nólsoy 24/5 kl. 19.00 Djóradagar Um vikuskiftið ber til at fara til djóradagar bæði á Sandoynni og í høvuðsstaðnum. Ungmannafelagið Sólarris hevur djóradag í Húsavík leygardagin, og Føroya Ríðingarfelag hevur djóradagar leygardagin og sunnudagin í Havnardali. Hetta eru afturvendandi tiltøk, har møguleiki verður at síggja nógv ymisk djór. Djóradagar Húsavík 24/5 Havnadalur 24/5 & 25/5 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Týr er eitt eirindaleyst testosteronálop. Á macho­ barometrinum fáa teir Putin at líkjast einari skúlagentu – Einki fær teg at síggja eldri út, enn um tú roynir at síggja ungur út – Eitt og hvørt sunt samfelag rúmar mót­ stríðandi áhuga­málum, og tí má øll makt hjá komandi og farandi meiri­lutum tálmast og regulerast Kári Jacobsen, ummælari í Brunsj, um Týr Karl Lagerfeld, týskur mótaskapari Heini í Skorini – Gev einari kvinnu røttu skógvarnar, og hon kann taka heimin Marilyn Monroe Okay, hvat so við lóggávuni? Í dag hevur Fólkatingið skrivað søgu vp So vita vit tað! Nólsoyingar fjálgir og heitir in.fo Hví eru tær ímóti Póllandi? Kvinnurnar ímóti Póllandi hósdagin in.fo Tað er tað nýggja! Frukt poppur á Okkara Voxbotn in.fo Hvar er logikkurin? 23% av Sambands- og Fólkaflokks veljarunum vita ikki hvønn tey skulu velja, av hesum eru umleið 5% sum ikki fara á val nordlysid.fo Rock ‘n roll! Nú er Mick Jagger langabbi in.fo