Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014 15 VIKUSKIFTI at vera hjá foreldrum hennara, sum búðu í Eiðsvík, har tað sást yvir á Fugloyarfjørð. Tað vildi so til, at Eliesar var staddur har norðuri hendan vanlukkudagin. Náttina fyri var eitt slíkt illveður, sum neyvan upplivað áður. Hjallurin fór á flog og endaði hinumegin bygdina á Viðareiði. Meðan Eliesar ruddaði upp eftir hjallinum, sá hann skipið í Fugl­ oyar­firði, og hann sær tað eisini hvørva. Men hann vistu tó ikki fyrr enn aftaná, hvør ræðu­ lig vanlukka var hend. Á sjógv á pollinum Í 1943 mundi staðið á hjá Eliesar. Hann fór tá saman við Jákup Mourits Olsen suður á Tvøroyri eftir motorbátinum Tjaldavík, sum var keyptur til Klaksvíkar, og sum teir skuldu sigla norður til Klaksvíkar. Tá teir vóru komnir áraka Lítlu Dímun, helt Eliesar, at best var at fara at loysa seglini og at turka tey. Tá teir komu norð um Klakkin og snaraðu inn á Pollin, fóru teir at taka seglini niður. Eliesar var á dekkinum, og Jákup Mourits stóð á ruffinum. Slætt var og gott veður. Jákup Mourits kastaði Eliesari lissuna at lissa seglini upp við. Tá ið Eliesar setti á, slitnaði lissan, og hann fór á bláman. Eliesar var ikki svimjari, so har stóð einki til. Jákup Mourits leyp inn í stýrhúsið at venda bátinum at koma Eliesari til hjálpar. Ansast mátti eftir, at hann ikki kom undir hekkuna og í skrúvuna. Samstundis fekk Jákup Mourits loyst árina, sum var heft niður á lúnningina. Tá hann rætti Eliesari báts­árina, hevði hann verið tvær ferðir undir kavi. Eliesar fekk í árina, og Jákup Mourits hálaði hann at borði og inn á dekkið. Jákup Mourits greiddi Robert Joensen frá hesum tilburði, og um tað sum hendi aftaná, greiddi Jákup Mourits soleiðis frá: »Nøkur ár eftir hetta sigldi eg við post­ bát­inum 'Immanuel'. Vit løgdu at á Kirkju í Fugloy ein dagin, tá teir høvdu gingið heystfjøllini. Nakað av seyði skuldi haðani til Klaksvíkar. Har var eisini eitt veður­lamb til Eliesar, tí hann eigur jørð á Kirkju. Eliesar kom oman eftir brúnni, tá vit løgdu at í Klaks­ vík, og vit komu í prát. Eg segði við hann, at hann átti eitt veður­ lamb umborð á 'Immanuel'. Hann svaraði: »Hatta veður­lambið eigur tú!« Eg helt hetta vera skemt og bað hann taka lambið við sær til hús. Men hann helt fast um, at hetta lambið átti eg. So bað eg hann siga mær, hví eg skuldi eiga hetta lambið. »Jú,« segði hann, »kona mín og eg hava ofta tosað um hina ferðina, tá tú bjargaði mær Úti á Polli, tá eg datt út. Og vit hava verið samd um, at tað fyrsta heyst, tá tú og kona tín er komin í egið heim, tá skuldi tú fáa besta lambið, sum vit koma at fáa í part okkara av skurðinum av Kirkju«. Eg takkaði honum, og so talaðu vit ikki meira um tað. Helst mundu vit báðir hugsa um hina løtuna og helst eisini um menn undan okkum í strembanini á sjónum, sum eftir føri­muni veittu samsýning eftir hending sum hesa. Veðurlambið, sum Eliesar gav mær, var hvítt og høvuðreytt. Eg fletti tað sjálvur og krovið vigaði 29 pund. Sjálvur segði Eliesar, at tað var bart út eitt Guds undur, at hann var bjarg­aður ta ferð­ ina. Hann hevði ongan møgu­leika at bjarga sær sjálv­um, og tað hevur ikki bert verið menn­iskjans makt, sum kundi laga tað so, at hann slapp undan. Eina aðru ferð er Eliesar farin fyri borð, og tað var við Næra­bergi. Meðan hann ar­ beiddi við trolið, fór hann fyri borð. Men ta ferð­ina var hann so heppin at fáa fatur í trolið, og varð hann bjargaður inn aftur. Mestsum heimamaður Eftir 1944 bleiv Eliesar mestsum heimamaður eina tíð. Men sjógvurin dró kortini. Í 1947 lá ein pólskur trolari á Klaksvík við hollendskari manning. Teir ætlaðu til Íslands at royna, men hava neyvan verið royndir á hesum leiðum. So Eliesar varð biðin við sum fiskiskipari. Tað gekk hampiliga væl. Hetta var árið við tí stóra gosinum hjá Heklu, og hetta sóu teir eisini. Tað gjørdist so kolasvart, at tað sást ongan veg. Eliesar skuldi setast av í Føroyum, men tað bar ikki til vegna illveður, og teir end­aðu í Grimsby. Har lá ein pólskur trolari, sum Eliesar hjálpti at rigga til, inntil hann slapp heimaftur. Lønin var 1 pund um dagin + bonus. Í 1949 var Eliesar aftur ein túr við Sjúrðar­ bergi í Grønlandi, og var Kaj skipari. Eliesar fór við Poppy í 1950, teir sigldu við fiski til Grimsby, Erik Niclassen var skipari. Eliesar fór so at arbeiða í fiski hjá Kjølbro fyrst í 1950- unum. Eftir hetta fór Eliesar við Streymoynni. Fyrst var farið ein saltfiskatúr til Íslands. Tá fekk hann roynt snellu, sum júst tá avloysti snørið. Hetta varð roknað at vera eitt sera stórt framstig fyri fiskimannin. Síðan var Eliesar á sildaveiðu við gørnum í 1956 og 1957 við Streymoynni. Tá fór Eliesar at arbeiða á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum, sum Kjølbro hevði, og varð verandi har. Men Eliesar breyt beinið um ta tíðina, hann gjørdist pensjonistur. Tá fór hann at arbeiða á Kósini, sum bert er eitt hanagleiv frá har, hann búði. Konan Hanna doyði í 1997, tá var hon 88 ára gomul. Sum sagt restaði Eliesari bara nakrar dagar í 100 ár. Hann var so klárur sum nakar. Hann plagdi at hava orðið í Betesda. Hann sá ikki at lesa men kundi endurgeva partar úr Bíbliuni uttan himpr. Hóast Eliesar júst ikki gjørdist 100 ár kom hann kortini at merkja ein farra av føðingardegnum. FF-blaðið hevði eina føðingar­dagsgrein nakrar dagar framman­ undan. Umframt at tríva aftur í lívið hjá honum var hetta eisini ein frásøgn úr handlinum hjá pápanum Søren Pram á Kirkju. Handilin er eisini eitt framúr skjalasavn, sum gevur eina góða lýsing av viðurskiftunum í Fugloy í gomlum døgum. Her var til dømis ein avrokning hjá Eliesari frá Fugloynni, dagfest 12. desember 1927. Reiðarin var Jens Klæmint Isaksen. Eliesar hevði veitt 873 fiskar. Parturin var 21,22 oyru pr. fisk. Hetta gav eina samlaða avrokning uppá kr. 185,25. Av hesum skuldu kr. 5 trekkj­ ast frá fyri landing. Eliesar mintist, at hetta var fyri ein stuttan túr undir Føroyum, so hetta var ikki so galið kortini. Víst var Eliesar ein teimum, sum tað var stuttligt at kenna. Komandi partur: Í komandi parti verður hildið áfram við røðini um Kristian Djurhuus fyrr- verandi løgmann, sum vit høvdu í 2010. Heiðursbræv frá Hákuni kongi Soleiðis sá ein gamal handil út Gamli handilin hjá pápa Eliesar Stovan í barndóms­ heiminum. Fríðrikur kongur og Ingrid drotning hanga á vegginum hóast talan um eitt (gamla) sjálvstýrisheim