hósdagur 22. mai 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Eliesar á Kirkju:
Frá slupp
til trolara
Eliesar Sørensen kom at royna eitt sindur av hvørjum í sínum sjólívi. Hann var
eisini við Juvel, norska flóttafólkaskipinum, sum greitt var frá í seinasta parti
T
á ið slupptíðin var av fyri Eliesar
fór hann við trolara. Fyrst fór
hann við gamla Skálabergi,
Jákup á Trøðni var skipari. Skála
berg var eitt frambrot tá í mun
til sluppirnar. Hann tók 120 t av saltfiski.
Maskinan var kolfýrd dampmaskina. Kol
fýring var so eitt afturstig í mun til sluppirnar,
sum tá høvdu fingið motor. Teir fiskaðu við
Bjarnoynna, og har var nógv at fáa. Fiskurin
var sera smáur, og nógv varð koyrt út aftur.
Steintór Norðberg, sum hevur givið navn
til ísfiskatrolaran av sama navni, var skipari
í 1938-39.
Síðani fór Eliesar við Nærabergi, har Esmar
á Stykkinum var skipari. Teir vóru á beding
í Harstad í Noregi, tá kríggið breyt út í sep
tember 1939. Av hesi orsøk vórðu teir kallaðir
heim. Teir komu heim og riggaðu um til ísfisk
og so aftur til Bjarnoynna at royna. Tá var Kaj
Johannesen skipari við »Nærabergi«. Ein túr
við Bjarnoynna landaðu teir í Grimsby, men
teir fóru ikki aftur til Grimsby, tí eitt minu
belti varð lagt norðanfyri hetta økið. Síðan
fóru teir einar tveir túrar til Íslands og land
aðu í Aberdeen. Næraberg varð annars søktur
av týskarum í 1941.
Heiðursmerki hjá Hákuni kongi
Teir fiskimenn, sum í 1940 flýddu úr Noreg
við fiskiførum sínum, vildu sleppa út at fiska
sum skjótast. Teir vildu ikki liggja nøkrum
til byrðu. Men teir flestu vóru komnir við
ongum peningi, og nógvir við ongari útgerð
og reiðskapi. Teir, sum ætlaðu sær til Grøn
lands, máttu gera skjótt av, um teimum skuldi
eydnast at gera tveir túrar. Tað sama var við
teimum, sum skuldu til Íslands á sildaveiðu.
Neyðugt var eisini at fáa føroyska manning
afturat norsku manningina. Tað, sum bjargaði
støðuna hjá hesum skipum, var, at Kjølbro læt
hesum skipum neyðugu útgerð upp á borg.
Tað var avgjørt ikki váðaleyst hjá Kjølbro
at gera tað, tí alt var so óvist hesa fyrstu
krígstíðina. Ikki fyrr enn 14. juli fekk norska
konsulátið í Føroyum boð frá útlagnu norsku
stjórnini í London um, at tað fíggjarliga var
í lagi. Øll útgerðin til norsku skipini skuldi
verða goldin. Hetta loysti henda trupulleikan.
Kjølbro varð eisini heiðraður av norska kong
inum aftaná kríggið fyri tann stuðul hann
veitti norðmonnum krígstíðina.
Eliesar var ein av føroyingunum, sum varð
biðin um koma til Grønlands við Juvel. Tá ið
teir komu aftur, riggaðu teir um til ísfisk. Tá
landaðu teir mest í Fleetwood. Tað var tann
munur á føroyingum og norðmonnum, at
hesir seinnu fiskaðu við stubbum, har føroy
ingar settu og drógu alla línuna í einum.
Eliesar helt ikki, at minni kom burturúr fyri tí.
Teir vóru í Aberdeen, tá Ekliptika fórst.
Fleiri skip settust aftur av hesum tíðindum.
Men komnir aftur til Føroya tók Juvel fiskin
hjá hesum skipum, og teir gjørdu ein góðan
túr. Í 1941 var annars ringasta tíð undir
krígnum, tá nógv skip vórðu søkt. Kjølbro helt
ikki, at týskarar leingi fóru at nýta orku uppá
føroyingar, og tað vísti seg eisini, at hann fekk
rætt. Týskarar fingu skjótt annað at hugsa um.
Í 1941 vildu bretar hava Juvel at sigla mill
um Havnina og Vágar, men tað tímdi Eliesar
ikki. Hann fór tá at rógva út við norskum
báti, Ulf, sum eisini var eitt flóttaskip. Hend
an sigling við norðmonnum man hava verið
virðismett av norskum myndugleikum.
Heima hjá Eliesar hekk eitt heiðursbræv, sum
sjálvur Hákun kongur hevur skrivað undir.
Tað er nógv meira sum kundi verið at sagt
um Juvel og Ervik brøðurnar. Tað gjørdist ein
serligur vinskapur millum teir og teirra og
føroyingar. Hetta var ikki minst galdandi fyri
ættina hjá Sofíu og Erik Lassen. Hesum hevur
dóttir teirra, Rannvá, greitt frá.
Ættin í Noregi kundi fylgja eitt sindur við
gongdini við ólógliga at lurta eftir enskum
útvarpið.
Ein heilt merkilig søga er, tá ið ein av
beiggjunum sá mammu sína. Hann sigldi við
einum enskum kavbáti, og eina ferð vóru teir
nær heimbygdini og royndu at koma so nær
teir tordu. Tá sær hesin beiggin í periskop
inum mammuna ganga í túninum og geva
hønunum. Men hann tordi ikki at gera vart
við seg.
Sambandið við Føroyar aftaná kríggið
var millum annað, at hvørja ferð teirra skip
vóru á veg til Grønlands ella heim aftur, komu
Ervik menninir inn á Klaksvík at heilsa uppá
teirra gomlu vinir, og teir komu ikki tóm
hentir. Børnini vóru eisini egnd.
Flaggaðu fyri loysingini
Í 1944 fór Eliesar aftur við gamla Skálabergi.
Skipari fyrsta túrin var Mortan og síðan Kaj
hjá Mortan. Hóast Eliesar sigldi nógv undir
krígnum, so upplivdi hann onga beinleiðis
vandastøðu. Tað nærmasta var, at teir sigldu
gjøgnum vraklutir, so tað kann sigast at
vera væl sloppið. Tó upplivdu teir einaferð
bumbing, meðan teir lógu inni í Aberdeen.
Sjálvir vóru teir í landi, og tá var bert eitt at
gera, tað var at sleppa sær í bumbuskýlini.
Eliesar fór av »Skálabergi« av heilsuorsøk
um. Kanningar vístu, at hann hevði liðagikt.
Fyri hetta skuldi hann fara til Danmarkar at
fáa viðgerð. Tá bar ikki til at verða sendur
niður við flogfari sum nú. Hann fór tískil nið
ur við Atlantsfarinum, og í Danmark skuldi
hann fáa gullkur. Viðgerðin hjálpti ikki nógv
fyrstu ferð, men tað riggaði betri seinni.
Teir vóru á veg niður við Polarfarinum
tann 14. september 1946 og vóru tá staddir
millum londini. Her avráddu teir, at varð
úrslitið av fólkaatkvøðuni positivt (t.v.s. fyri
loysing) so skuldi flaggast. Og tað varð eisini
gjørt.
Sá jólaskipið søkka
Eliesar var eygnavitni til eina ta mest syrgi
ligu søgu undir krígnum, og hetta var, tá ið
jólaskipið fórst í Fugloyarfirði í 1941. Tað var
ein slík ræðslu fyri bumbum í Klaksvík, at
nógv fóru út á bygd at vera. Kona Eliesar,
Hanna, fór við soninum norður til Viðareiðis
Eliesar Sørensen 3. partur
Eliesar og Hanna