hósdagur 22. mai 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
13
VIKUSKIFTI
Hóast sluppir vóru í Føroyum, fleiri hundrað
í tali, so eru bert tvær eftir í Føroyum í dag,
og báðar eru bygdar í 1884. Johanna kom til
Føroya í 1894 og Westward Ho í 1895. Í 1981
tóku Vágbingar stig til at varðveita Johonnu, og
tey sum minnast áttaiárini, minnast óivað stóra
arbeiðið, ið mangan fevndi um alt landið við
innsavnan og tiltøkum, ið fór fram hesi árini.
Johanna fer av bakkastokki í 1884 í Rye í
landslutinum Sussex suðuri við Ermasund.
Sluppin nevndist tá Oxfordshire.
Jákup Dahl á Gørðunum í Vági keypti
Oxfordshire um miðjan desember í 1894. Í
bokini Johanna TG 326, sum Poul Andreasen
skrivaði, og sum kom út í 1988, stendur, at
skeytið er dagfest tann 10. desember 1894.
Oxfordshire er tann 15. desember sama ár
komin á Trongisvágsfjørð, og varð liggjandi har
til tann 19. desember, tá skipið helst er farið
suður til Vágs.
Í 1973 varð sluppin Johanna løgd. Hon hevði
siglt út og inn av Vágsfyrði í um leið 80 ár.
Í 1981 lýsir A/S J. Dahl sluppina Johonnu til
sølu fyri at fáa hana burtur.
Skjótt frættist, at fleiri vóru áhuað at keypa,
eisini norðanfjørðs, og hildu vágbingar, at
tað var synd og skomm, um sluppin fór av
fjørðinum.
Í mars 1981 varð felagið Johanna TG 326
stovnað. Sluppin varð keypt frá A/S Dahl fyri
1 krónu.
Sluppin varð riggað av og fingin upp á land.
Hús varð bygt um skipið, so tað kom undir tak.
Hetta gjørdist stórur bygningur, ein høll, ið
eisini varð nevnt Førooya størsta neyst. Høllin
hevði skap sum eitt skip.
Arbeiðið upp á skipið gekk væl og alt varð gjørt
frá botni av, so sluppin at enda so at siga var
totalt renoverað.
Tann 24. mai 1986 kundi skipið sjósetast.
Enn var tó nógv eftir at gera, sum innrætting
niðriundir, og at fáa segl til sluppina. Tann 30.
mai varð mynstrað og Johanna kundi stevna
yvr hav til Íslands. Sum sagt verður í bókini
Johanna 326: »Aftur eitt stórt tak var av. Allir
vóru væl nøgdir, tá ið henda snotiliga skúta
sigldi tríggjar sólarringar runt, áðrenn hon
stevndi út av Vágsfjørði.«
Johanna TG 326
Stutt og søguligt
mynd: dagfinn olsen
Gudmund Jacobsen
frammafyri
Johonnu TG 326
Johanna við bryggju í 1980. Stutt eftir varð
hon lýst til sølu fyri at fáa hana burtur
Johanna verður
tikin upp og
arbeiðið at
gera hana í
stand byrjar
Sjáldsama høllin, ið bygd var um skipið tey árini,
arbeiðið at seta sluppina í stand fór fram
mynd: úr bókini »Johanna TG 326«
Kl. 13.30 Grindabátar fara frá Garðabrúgv og út á fjørðin,
um veðrið er til vildar. Verða við kai kl.14.00.
Kl. 14.00 Bjóðað verður vælkomin á kaiøkinum har
Johanna liggur.
Johanna bjóðar the, kaffi og kaku.
Hoppiborg verður sett á kaiøkinum – ókeypis
kl.14.00 – 18.00
Kl. 14.15 Sangkórið »Ljómur« syngur
Kl. 14.30 Gestarøðari – Poul Andreasen
Kl. 15.00 Frelsunarherðurin – »Orðið á borið«
Høvi verður at handa føðingardagsskútuni gávu
Kl. 15.15 Togtogan ( Rock Trawdors móti Tangavirkinum )
– ( Faroe Farming móti Vágs Kommunu).
Steypahandan.
Kl. 16.15 Felagssangur.
Kl. 18.00 Grillað verður, har tann kendi og sera
vælsmakkandi Johannu-búffurin v/flutes og
eplasalati kann keypast fyri 150,- kr.
Grillaðar pylsur 20,- kr. verða eisini til keyps.
Kl. 20.00 Føroyskur dansur (Jómsvíkingar skipa fyri).
Kl. 22.00 Bryggjudansur – Hans Jacob og vinmenn spæla,
kostnaður 150,-kr. Eftir midnátt 200,- kr.
Skráin fyri 130 føðingardagin hjá Johonnu: