hósdagur 22. mai 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
12
VIKUSKIFTI
og sum
fyrsta dagin
Sluppin Johanna TG 326 hevur í ár 130 ár á baki. Hetta verður
hátíðarhildið nú leygadagin tann 24. mai 2014. Hóast sluppir vóru í
Føroyum, fleiri hundrað í tali, so eru bert tvær eftir í Føroyum í dag,
og báðar eru bygdar í 1884. Johanna kom til Føroya í 1894 og Westward
Ho í 1895. Í 1981 tóku Vágbingar stig til at verðveita Johonnu, og
tey sum minnast áttaiárini, minnast óivað stóra arbeiðið, ið mangan
fevndi um alt landið við innsavnan og tiltøkum, ið fór fram hesi árini.
Sluppin liggur nú við bryggju í Vági, og sær út sum fyrsta dagin
Sluppir
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sluppin Johanna TG 326 hevur í ár
130 ár á baki, og leygadagin 24. mai er
dagurin, ið er valdur at hátíðarhalda
sluppina.
Sum fyrsta dagin
– Johanna er gjørd klár, og alt hevur
verið av dekkinum. Bummar, gaflar
og blokkar, alt er pussað. Eisini hevur
sluppin verið uppi til árligt eftirlit, tí
Skipaeftirlitið krevur árligt eftirlit, tá
talan er um so gamalt skip. Niðriundir
er eisini hampað um, sigur Gudmund
Jacobsen, formaður í felagnum Johanna
TG 326.
Og Johanna TG 326 er í dag sanniliga
eisini vøkur at skoða, og hóast høga
aldurin, sær hon út sum fyrsta dagin.
– Gudmund Jacobsen hevur frá
byrjan í 1981, hóast ungur tá, verið við
í arbeiðinum at varðveita Johonnu TG
326. Mongu seinnu árini hevur hann
verið formaður felagsins, og yvirhøvur
hevur hann gingið á odda fyri tí, ið
hevur havt við sluppina at gera. Fyri
mong er hann ímyndin av tí, ið hevur
við Johonnu TG 326 at gera.
– Fleiri mans hava gjøgnum veturin
arbeitt við at gera sluppina klára, sigur
Gudmund Jacobsen.
– Eg kannaði í góðari tíð, nær til bar
at hava hendan 130 ára dagin, tí tað
er ikki lætt at finna eitt vikuskifti, har
onki annað er á skránni. Funnið varð
fram til 24, mai, og eg boðaði frá í góð
ari tíð, og enn veit eg tíbetur ikki um, at
nakað annað stórvegis er á skránni her
um leiðir henda dagin, sigur Gudmund
Jacobsen, ið ikki kann dylja, at hann
gleðir seg til dagin.
– Eittnú gleði eg meg til at hoyra
gestarøðaran, Poul Andreasen, ið hevur
m.a. hevur skrivað Vágs Søgu og bókina
Johanna TG 326, sigur Gudmund
Jacobsen, ið fegnast um, at Johanna
hevur limur og undirtøku í allari Suður
oynni, og annars limir kring alt landið.
Stórt tiltak
Talan er um stórt tiltak. Eittnú fara
gomlu grindabátarnir á vágna. Eitt stórt
tjald verður sett undir stóru bygning
unum á bryggjuni, har Johanna eisini
verður løgd.
– Vit hava lagt okkum eftir, at tað
skal ikki kosta fólki nakað at koma til
hátíðarhald henda dagin. Á henda hátt
siga vit eisini takk fyri holla stuðulin, ið
er vístur sluppini, síðani byrjan í 1981,
sigur Gudmund Jacobsen.
Tiltøkini seinni á kvøldi eru tó ikki
ókeypis, men gjøgnum allan dagin er
ókeypis at vitja og taka lut í tí, sum er
á skránni.
Tey, ið minnast aftur í áttaiárini,
minnast óivað stóra arbeiðið, ið
mangan fevndi um alt landið við inn
savnan og tiltøkum, ið fór fram hesi
árini. Eitt nú var ein mina frá øðrum
veraldarbardaga at síggja norðanfjørðs,
tá hon varð nýtt at savna pening í.
Minan er í dag at síggja uttanfyri
Undirhúsið miðskeiðis í Vági.
130 ár
Gudmund Jacobsen hevur frá byrjan í 1981, hóast ungur tá, verið við í arbeiðinum
at varðveita Johonnu TG 326. Mongu seinnu árini hevur hann verið formaður
felagsins. Fyri mong er hann ímyndin av tí, ið hevur við Johonnu TG 326 at gera
mynd: dagfinn olsen