hósdagur 22. mai 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
11
VIKUSKIFTI
»At vera frælsur – tað er um nakað slag
orðið í Keypmannahavn. Ein-millión-metro
polurin í Danmark er sera liberalur. Alt er
møguligt, og býurin rúmar teimum flestu,
júst sum tey eru. Fyri Filip Mortensen
og Petur Háberg, sum eru úr fjarskotnu
Føroyum, var hetta nóg góð orsøk til at flyta
frá heiminum í Norðuratlantshavi og ístaðin
búseta seg í danska høvuðsstaðnum. Saman
manna teir báðir elektropop-duo’ina »Lover
Lover«, og teir vísa okkum síni yndisstøð
í býnum. Keypmannahavn: Ferðatips fyri
homofil og lesbisk...«
Síðani sigast teir báðir greiða frá, hvar
bestu støðini eru. Eitt nú Cosy Bar, sum eftir
øllum at døma er yndisstaðið, har flestu
vitjandi eru um studentaaldur. Somuleiðis
siga teir frá, hvørji bestu dansistøðini eru,
hvar tú skalt shoppa og eisini, hvørji bestu
ferðamálini eru, um tú bara ætlar at líta teg
íkring í danska høvuðsstaðnum.
Undir yvirskriftini »Reisetipps Kopenhagan:
einfach frei sein«, skrivar Queer travel – Die
Schwullebischen Reiseseiten – millum annað
soleiðis í íspunna viðtalinum við teir báðir
føroysku tónleikararnar
Brot úr greinini:
Tónleikararnir í bólkinum
Lover Lover geva týskarum góð
ráð um, hvussu tað er at vera
samkyndur í Keypmannahavn
Greinin kann lesast á síðuni,
www.queer-travel.net