hósdagur 22. mai 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014
10
VIKUSKIFTI
samkyndir
fráflytarar
Filip Mortensen og Petur Háberg liva báðir sítt vanliga lív heima
í Føroyum. Tí gjørdust teir ikki sørt skakkir, tá teir á týskari
heimasíðu fyri samkynd sóu seg endurgivnar fyri at greiða týskum
samkyndum frá, hvørji bestu støðini í Keypmannahavn eru
Lover Lover
Jákup Mørk
jakup@sos.fo
At verða ummældir í einum týskum
miðli er ikki tað ringasta, sum kann
henda einum føroyskum tónleika-
bólki.
Hetta var eisini fyrsti tankin, sum
Petur Háberg gjørdi sær, tá hann
fekk grein sendandi í telduposti frá
tónleikamakkaranum, Filip Mortensen.
– Eg sá, at myndin var frá eini
framførslu hjá okkum á Loppen á
Christiania, so hetta var bara heilt ok.
Men tá systir mín las greinina, spurdi
hon við einum heldur løgnum eygna
brá, um eg hevði sæð tað, sum tey
skrivaðu, sigur Petur Háberg.
– Eg eri ikki tann stinnasti í týskum,
men við hjálp frá Google-translate kom
eg ígjøgnum greinina, og eg má bara
siga, at eg gjørdist ikki sørt skakkur.
Greinin er partur av Queer Travel,
sum er ein síða fyri ferðamál hjá sam
kyntum týskarum, og sambært greinini
greiða teir báðir føroyingarnir frá,
hvussu gott tað er búgva í danska
høvuðsstaðnum, har fordómarnir um
samkynd ikki eru eins stórir, sum teir
eru í lítlu Føroyum.
Alt er íspunnið
Hetta trongskygni er – sambært grein
ini – orsøkin til, at teir báðir Filip og
Petur, eru fluttir úr Føroyum til danska
høvuðsstaðin, har teir eisini hava
stovnsett pop-bólkin, Lover-Lover.
Seinni í greinini vísa teir á, hvar
bestu støðini í býarlívinum eru, um tú
ert samkynd/ur.
– Eg mundi doyð, sum eg flenti,
tá eg hevði koyrt greinina gjøgnum
Google-translate. Eftir øllum at døma
vita Filip og eg alt um, hvar samkynd
ferðast í danska høvuðsstaðnum. Og
sambært greinini hava vit eisini eitt
yndisstað, sum eitur Cosy-bar, har
tað eru nógvir ungir studentar millum
føstu gestirnar, sigur Petur. Eisini vita
vit eftir øllum at døma, hvar tað er best
at shoppa í Keypmannahavn, men eg
má bara skuffa tey vónríku og siga,
at tað veit eg heldur ikki, sigur Petur
Háberg.
– Veruleikin er tó, at vit hava ikki
ánilsi fyri, hvat hetta er fyri barr. Vit
eru báðir tveir framhaldandi búsitandi í
Føroyum við okkara familjum, og hesa
seinastu vikuna hava vit bara flent eftir
greinini, men vit hava eisini hugsað
um, hví ólukkan ein slík samrøða –
sum ongan tíð er gjørd – skal standa
á heimasíðuni, sigur Petur.
– Eg havi argað Filip við, at hann
allarhelst man hava tosað við hendan
týska blaðmannin í fyllskapi, men hann
sigur høgt og heilagt, at tað hevur hann
so absolutt ikki, so eg má heldur trúgva
honum. Tað kundi annars líkst honum
at gjørt okkurt líknandi í skemti, men
nú hava vit eftirhondini vent hesum
nakrar ferðir, og eg haldi ikki, at hann
lýgur um hetta, flennir Petur Háberg.
– Taðm sum tó undrar meg allar
mest, er, at greinin enntá er send okkum
av blaðmanninum. Har er ein mynd frá
framførsluni hjá okkum á Loppen, so
tað bendir á, at hann hevur verið til
staðar, meðan vit hava spælt.
– Ein møguleiki er sjálvandi eisini,
at tað er onkur annar, sum hevur spælt
hund við okkum, og at ein samrøða tí
er gjørd við »okkum«, uttan at vit vita
nakað sum helst um hetta, sigur Petur.
Fín reklama
Petur Háberg sigur, at hann og Filip
hava flent nógv at hesum, síðani grein
in kom á síðuna, men at teir ikki tíma
at gera sær nakað stríð við at fáa eina
rættleiðing við á greinina.
– Tað síggja vit ikki nakra orsøk til.
Her heima vita fólk flest, at hatta man
vera íspunnið úr enda í annan. Vit stór
trívast við okkara lívi her í Føroyum, og
so tíma vit ikki at taka okkum serliga
nær, hvat vit verða endurgivnir fyri her
á síðuni.
– Tú kanst eisini siga, at navnið hjá
okkum hálvgum leggur upp til eina
grein av hesum slagnum, og tað plagar
jú at verða tikið til, at ring reklama er
betri enn eingin reklama. So vit skulu
kanska slettis ikki vera so øgiliga
ónøgdir um hetta, sigur Petur Háberg
flennandi.
Skírdir sum